týsdagur 26. januar 2016síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 4 • 25. JANUAR 2016
28
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Eingin tekur Gordrúgvan av Oyri
Vilmund Jacobsen
T
að hevur gingið væl hjá út-
róðrarbátinum, Gordrúgvanum,
sum er heimahoyrandi á Oyri.
Tað er Sámal Debes á Oyri, sum eigur
og rekur bátin. Veiðivirðið í fjør og
fyrraári lá um góðar 4 miljónir krónur
hvørt árið, og tað er bæði gott og
flott.
Gordrúgvin er ikki nakar stórur
bátur. Hann fiskar í bólki 5A, sum eru
fullriknir útróðrarbátar undir 15 tons.
Tó, at Gordrúgvin, sum er ein
íslendskt bygdur glastrevjabátur, er
nógv minni enn teir størru útróðrar-
bátarnir, sum vit eitt nú kenna úr
Klaksvík, ger báturin setur við sínum
- vanliga - 42 stampum, ið eru minst
líka so góðar sum seturnar hjá teimum
størru bátunum.
Gordrúgvin, sum er bygdur á báta-
smiðjuni Mótun hf á Hafnarfjørðinum
í Íslandi í 2002, er stívliga 10,4 metrar
langur og stívliga 3,6 metrar breiður.
Maskinan er ein Cummins 232,93 KW.
Kennibókstavirnir eru FD 359,
og báturin er skrásettur á Oyri, har
eigarin eisini býr.
Línan verður sett úr trakt og verður
umrikin í skúri niðri við bátahylin á
Oyrarbakka.
Tað eru tilkomnir, miðalaldrandi
og ungir menn, sum rekja línuna, einir
seks til átta í tali, og umframt, at tveir
mans vanliga eru við bátinum, tá sett
og drigið verður, er ein maður knýttur
at arbeiðnum í landi.
Gordrúgvin heiðraður
Seinnu árini, meðan fleiri útróðrar-
menn eru givnir at rógva út vegna
vánaliga toska- og hýsuveiði, eru tað
tó nakrir menn, sum øll hesi ár hava
fingið tað at bera væl til.
Á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík
eru Gordrúgvin, eigari og manning
áður heiðrað fyri bæði størstu nøgd
og størsta veiðivirði.
Tað er ikki at taka seg aftur í, at
Sámal Debes og hansara menn teljast
millum raskastu og dugnaligastu út-
róðrarmenn í Føroyum.
Vikublaðið skifti orð við Sámal
seinasta týskvøld, júst tá teir hetta
kvøldið vóru byrjaðir at draga teir
fyrstu stamparnar av 42, sum teir
høvdu sett.
Dagin fyri, mánadagin 4. januar,
høvdu teir eisini verið á útróðri. Hetta
var fyrsti túrur í ár, og henda dagin
høvdu teir 9.000 pund á setuni, sum
teir seldu fyri umleið 90.000 krónur.
Meginparturin av veiðini norðan hesa
ársins tíð er toskur, góður og feitur
fiskur.
Ein
arbeiðsdagur
hjá
útróðrarmonnum við 42 stampum er
langur, og tað er skjótt, at tímatalið
ein slíkan dag táttar í einar 16-18.
Sámal Debes sigur, at tað er fiskur
at fáa, tá roynandi er, men soleiðis,
sum veðrið hevur háttað sær í longri
tíð, hava dagarnir verið ógvuliga fáir
higartil í vetur.
– Eftir okkara mátistokki hevur
fiskaprísurin verið góður teir fyrstu
dagarnar av árinum. Hinvegin haldi eg
ikki, at 20 krónur fyri kilo er ov nógv
fyri daggamlan og væl hagreiddan
útróðrarfisk, sigur útróðrarmaðurin.
vilmund@sosialurin.fo
Fyrsta setan hjá Gordrúgvanum í ár gav 9.000 pund, og henda dagin seldu teir fyri umleið 90.000 krónur
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin á myndini er ein Austin A40 hjá
Arna Magnussen (hjá Bókbindaranum)
á Tvøroyri. Hann keypti hann frá lækn-
anum Eivind Rubek Nielsen á Tvøroyri.
Bilurin, sum var høgrastýrdur,
var svartur við reyðum leðursetrum.
Hetta modellið var gjørt av BMC
(British Motor Company) frá 1952 til
1954. Her hjá okkum var tað Charles
Mauritzen & Co. í Havn sum seldi
Austin.
Myndin er tikin við Bethel í Vági
einaferð í sekstiárunum. Maðurin
fremst á myndini í keppi er Dias Godt-
fred í Vági, og maðurin undir hatti er
J.F. Kjølbro úr Klaksvík.
Mynd: Ingolf Gunnarsson
SKIPASØGA
BILASØGA
Austin A40
hjá Arna
Magnussen
Seinnu árini, meðan fleiri útróðrarmenn eru givnir at rógva út vegna vánaliga toska- og hýsuveiði, eru tað
tó nakrir útróðrarmenn, sum øll hesi ár hava fingið tað at bera væl til. Ein teirra er Sámal Debes á Oyri