hósdagur 28. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Í blaðnum...
29. januar 2016
Danmark er á gosið, tí at enskur
keiputeknari hevur gjørt gjøldur
burtur úr dønum
Sjálvandi er tað illavorðið at bera saman
Lars Løkke Rasmussen við Adolf Hitler –
ella at leggja danir undir at vera nazistar.
Tí tað er ikki veruleikin.
Enska blaðið »The Guardian« prentaði nú
um dagarnar eina keiputekning, sum hevur
fingið alt Danmark á gos. Á Christiansborg
eru poltikarar frá høgru til vinstru fornerm
aðir – og donsku fjølmiðlarnir eru eisini á
gosi.
Hetta er sama land, somu politikarar og
somu fjølmiðlar, sum fyri 11 árum síðani
settu allan heimin á gos við at fornerma
allar muslimar við at karikera profetin Mo
hammed.
Einki høvdu vit lagt í, um onkur muslim
ur teknaði Jesus við eini bumbu á høvdi
num. Men tá danska blaðið Jyllands-Posten
prentaði tær síðan so kendu mohammeds
tekningarnar, tá var talan um at tryggja
talufrælsi.
– Eingir muslimar skuldu siga dønum,
hvar skápið skuldi standa. Teir skuldu bara
tola, at Kurt Westergaard teknaði Mohamm
ed soleðis, sum hann hugsaði sær profetin
– sum eins og so mangar aðrar andaligar
fyrimyndir hevur kostað milliónir mannalív.
Tíggjutals fólk doyðu sum beinleiðis av
leiðing av stríðnum um hesar tekningar.
Var talufrælsið í Danmark verulig vert øll
hesi mannalív?
Valla setir nazi-tekningin av Løkke eld í
heimin á sama hátt. Men vit kunnu sannað
orðatakið, at mangur fær, hvat øðrum er ætl
að. Eingin fær, hvat øðrum er lagað.
Tí við flóttafólkapolitikkinum hevur
Danmark veruliga sett seg á heimskortið,
sum landið, ið ikki vil standa saman við hin
um londunum í Evropa um at loysa flótta
fólkaavbjóðingina. Og bara tað, at ein stjórn
í ramasta álvara fer at tosa um, at løgreglan
skal taka smúkkur frá flóttafólki, sum seta
fótin á danska jørð er at biða um slíkar
tekningar, sum »The Guardian« borðreiddi
við um dagarnar.
Nei tað er ikki pent at kalla Lars Løkke Ras
mussen nazist og siga, at hann er formaður
fyri »probably the stupidest party in the world«.
Men danir hava einki at
gráta um, tá tað snýr seg
um at gera gjøldur við
keiputekningum.
Heimspressan hevur
vakið eyga við Danmark
og dønum
Strangi danski flóttafólkapol
itikkurin hevur vakt ans úti í
heimi, og um dagarnar hava
bretsku bløðini »The Guardian«
og »The Independent« speirikið
Danmark og Lars Løkke Ras
mussen við keiputekningum.
Forsætisráharr er teknaður í
nazi-búna, og tann lítla havfrúgvin
er teknað við pengum, smúkkum
og eini tong at trekkja gulltenn úr
flóttafólkum. Og hon sigur:
»Eg vil stjala teirra pengar,
smúkkur, gulltenn og meira...«
Øll hini í landsstýrinum
siga neitakk!
Gamal er, at javnaðarfólk ikki vilja
prýðast av kongi. Av hugsjónarligum
ávum taka tjóðveldsifólk heldur ikki
ímóti slíkum donskum heiðuri, sum
riddarakrossum. Tí er Poul Michelsen
einasti »kandidatur« í landsstýrinum
at fáa riddarakross – men hann hevur
longu ein, men kann vænta sær ein
afturat.
– Onnur gera hendan spurningin sera tor
skildan, men fyri mær er tað einfalt. Eg tók
móti riddarakrossinum, tá eg var borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu, tí tað er siðvenja. Eg
dugdi ikki at síggja nakra orsøk at takka nei.
Harafturat havi eg bæði fingið íslendska falkin
og finsku løvuna. Eg brúki tær
aldrin, men eg takki fyri, tá eg fái
tær, sigur Poul Michelsen í stutt
ari viðmerking við in.fo.
»Mangur fær, hvat øðrum er ætlað...«
kongaligur heiður
Høgni lýgur eisini
Les eisini blaðið
á telefonini
Ringt at gerast
sjúkur í Føroyum
Ása Holm
Kjak síða 31
250 glaðir pensjón
istar á fundi
Tíðindi síða 10
Visti tú?
At 283 fók eru deyð
í føroysku ferðsluni
síðani 1. september í
1928?
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður
»So hevur Høgni Hoydal givið løgtinginum
»urigtige oplysninger«. Men eg fari ikki at siga
hann hevur logið ella sagt ósatt...«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
smúkkulógin danska
Keiputeknarar happa danir
Bara Poul fær
riddarakross