hósdagur 28. januar 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
3
Starvsfólk
til Deildar-
tænastuna
Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum nútímans og altjóða
arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit søkja eftir fleiri dugnaligum
starvsfólkum til Deildartænastuna í Havn.
Deildartænastan hevur ein týðandi leiklut innanhýsis í
BankNordik. Deildin loysir ymiskar fyrisitingarligar uppgávur
fyri kundaráðgevar bankans í Føroyum, Danmark og Grønlandi.
Virksemið á deildini verður nú víðkað, og í tí sambandi tørvar
okkum fleiri dugnalig og nærløgd starvsfólk.
Um starvið
Arbeiðið á deildini er skipað í ymisk toymi, og hvørt toymi
hevur sítt ábyrgdarøki. Starvið gevur tær møguleika at savna
teg um ávís útvald evni, og sostatt fært tú høvi at menna tínar
førleikar innan eitt ávíst starvsøki.
Millum nógvu uppgávurnar, ið Deildartænastan hevur um
hendi, er:
Uppgávur í sambandi við keyp og sølu av ogn
Uppseting av lánsskjølum í sambandi við bústaðarlán og
realkredittlán
Uppgávur viðvíkjandi pensjón og trygging
Viðgerð av deyðsbúgvum
Ymiskar aðrar fyrisitingarligar uppgávur
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um tú ert útbúgvin innan banka,
skrivstovuøkið ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Eisini
er tað ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir frá eitt nú
banka, húsameklara, advokati ella skrivstovu. Vit vænta, at tú
loysir allar uppgávur við nærlagni, og at tú harumframt hevur
eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.
Gerandisdagurin á Deildartænastuni er merktur av tøttum
samstarvi millum toymini og av nógvum samskifti við
starvsfelagar í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tí er tað
umráðandi, at tú ert tænastusinnað/ur, samstarvssinnað/ur og
fyrikomandi í sambandinum við starvsfelagar.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari
og persónligari menning í einum góðum og nútímans
arbeiðsumhvørvi.
Tú verður partur av eini fakliga sterkari og eldhugaðari deild,
sum leggur stóran dent á at skapa trivnað umframt eitt jaligt
og livandi arbeiðsumhvørvi.
Umsókn
Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. februar
2016. Umsóknin skal sendast til hr@banknordik.fo.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg
í samband við Óluvu Zachariassen, deildarleiðara, á oz@
banknordik.fo ella á tlf. 230 459.
www.banknordik.fo