Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 5 19 ára gamli maðurin, sum í oktobur varð handtikin og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd, situr enn í varðhaldi. Hann hevur nú sitið varðhaldsfongslaður í góðar tríggjar mánaðir Kanna fleiri neyðtøku- royndir av nýggjum DANJAL AV RANA T að var 30. septembur í ár, at ein genta varð álopin aftan fyri Sjónleikarahúsið. Ungi maðurin skumpaði gentuna um koll og royndi at gera seg inn á hana, men hon bardist ímóti og rópti so mikið, at maðurin at enda stakk av. Løgreglan eftirlýsti manninum og tað bar ávøkst, tí nakrar dagar eftir gjørdist greitt, at løgreglan hevði fingið fatur á einum manni, ið kundi vera álopsmaðurin. Hann kundi tó hvørki handtakast ella avhoyrast, tí hann var farin til skips, men játtaði, at hann varð maðurin, teir sóknaðust eftir. Afturkomin varð hann tó av- hoyrdur og handtikin, og 20. oktobur varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Ákærin førdi í grundlógar- avhoyrinum fram, at av tí, at so fáar neyðtøkur og neyðtøkuroyndir vera fráboðaðar í Føroyum, hevði hetta málið stóran áhuga. Tí hevði tað stóran týdning fyri almennu rættarkensluna, at maðurin ikki gongur leysur. Tá fyrsta varðhaldsfongslingin var av, varð maðurin skuldsettur fyri eina neyðtøku afturat, umframt neyðtøkuroyndina aftan fyri Sjón- leikarahúsið, og 17. novembur bleiv varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur afturat. Seinastu tíðina hevur løgreglan eisini kannað, um maðurin kann setast í samband við aðrar hendingar í miðbýnum í Havn, har gentur hava boðað frá, at onkur hevur verið eftir teimum. Í mars í ár boðaði ein genta frá, at onkur royndi at hála hana inn í ein myrkan garð, men at hon nýtti hárspray til at verja seg við, og maðurin mátti tí geva upp. Stutt undan ólavsøku boðaði ein genta frá, at ein maður hevði tikið í seg, men at hon hevði skrætt seg leysa og varð rýmd. Løgreglan gjørdi tó ikki meiri við málið tá, tí at óvist var, hví maðurin tók í gentuna. Sambært løgregluni noktar maðurin seg sekan í hesum báðum hendingunum, men av tí at málini líkjast tí, sum hendi aftan fyri Sjón- leikarahúsið, verður tað kannað. Myndir av manninum verða nú vístar fyri kvinnunum. 15. desembur játtaði maðurin at sita varðhaldsfongslaður í fýra vikur afturat, og aftur 12. januar játtaði hann, at varðhaldsfongslingin varð longd í fýra nýggjar vikur. Hann hevur sostatt sitið í varðhaldinum síðani 19. oktobur, ella góðar tríggjar mánaðir. TÍÐINDI DANJAL AV RANA Løgreglumaðurin er meldaður fyri harðskap á einum skeinkistaðið mitt í desembur. Løgreglumaðurin var ikki í tænastu, tá hendingin fór fram. Martin Gravesen, varafúti, váttar fyri Sosialinum, at ein løgreglumaður er meldaður fyri harðskap. – Av tí at tað er ein av okkara egnu, kunnu vit ikki gera kanningarnar sjálvir. Tí hava vit heitt á ferðaliðið hjá donsku løgregluni um at kanna málið, sigur hann. Seinastu tíðina hava tí danskir løgreglumenn verið í Føroyum og gjørt kanningar og hava avhoyrt partarnar í málinum. Kanningarnar eru tó ikki lidnar enn. – Ferðaliðið hevur verið í Føroyum, men kemur aftur seinni, tí enn eru øll ikki avhoyrd, sigur Martin Gravesen. Enn er ikki greitt, nær ferðaliðið kemur við nakrari niðurstøðu í málinum. Martin Gravesen sigur, at fyribils hevur hetta ikki fingið avleiðingar fyri starvið hjá løgreglumanninum. Ferðaliðið hjá donsku løgregluni vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Løgreglumaður meldaður fyri harðskap Ferðaliðið hjá donsku løgregluni hevur seinastu vikurnar kannað eitt harðskapsmál móti einum føroyskum løgreglumanni