Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 6 PERSÓNSSØGA SPENNINGURIN BARBARA HOLM H vat fær fólk at fara út um tað heilaga markið at hyggja at børnum við seksuellaum huga? At leita sær fram og goyma upp í leyp­ar av filmum, har børn eru sett í seksuellar støður, spyr Eyðun Joensen, sálarfrøðingur sum eitt tað fyrsta, nú hann skal royna at geva eitt innlit í teir fjaldu persónar í sam­felag­ num, sum hava hug at børnum. – Hevði eg vitað tað, so hevði eg vunnið onkran prís, svarar hann sjálvur í sama viðfangi. Eitt staðfestir sálarfrøðingurin beinan vegin og tað er, at fólk, sum gera seg inn á børn ella hava hug at børnum, eru mangan væl fungerandi fólk annars. – Tú kanst ikki siga, at tað er ein, sum altíð hugsar um sex ella hevur øðrvísi framtóning enn vit onnur. Sjálv­andi summi av hesum eru sjónliga øðrvísi, men bróðurparturin er at síggja til púra normal, greiður Eyðun Joensen frá. Í dag hevur Eyðun Joensen lagt fakligu árarnar inn, og starvast ikki longur sum sálarfrøðingur. Men hann telist millum teirra, sum hava størstu royndir innan sálarfrøðina í rættarverkinum. Hann hevur mental kannað óteljandi fólk, sum hava verið ákærd fyri ónærisligan atburð móti børnum. – Mong teirra fáa eina váttan um, at tey eru sálarliga púra vanlig. At tey bæði hava vit og skil og eina van­liga áskoðan á kenslulívið. So tað er trupult at siga hví tey fara út um mark, sigur Eyðun Joensen. Vit kunnu øll freistast av børnum Í hesum døgum verður størsta sakin móti barnaporno roynd í Føroya rætti. Yvir 14.000 filmar av barna­ porno hevur tann ákærdi, sum skal í rættin í komandi viku. – Fáur kennir gruggið í egnari sál, tíansheldur í annan mans sál, sig­ur Eyðun Joensen og vísir á, at vit sjáld­ an skilja allar síður av okkum sjálv­ um. – Hava tey allar flestu ikki upp­ livað, at gerast ávirkað av rúsdrekka og síggja síður av sær sjálvum, sum tey ikki hildu seg hava, spyr Eyðun Joensen. Hetta sigur hann fyri at vísa á, at undir røttum ella kanska skeivum umstøðum kunnu vit øll uppliva nýggjar tankar, kenslur og reaktiónir. – Felags fyri so at siga allar per­ sónar eg havi havt við at gjørt, sum hava gjørt seg inn á børn ella hava havt hug á børnum er, at teir hava somu vánaligu umbering. »Eg kundi ikki halda mær, hon dreiv meg til van­ vid og lokkaði so illa«, greiður Eyðun Joensen frá. Og tað er eitt hann hevur lært í sínum starvið sum sálarfrøðingur. At hesi fólkini, sum gera seg inn á børn so ella so – kvinnur og menn – kenna tað mangan sum, at barnið argaði og lokk­aði so nógv, at tað var trupult at standa ímóti. – Tað er kanska ein serstøk argan, tá ið talan er um eitt barn ella ungt fólk. Til dømis ein genta, sum er 10- 12 ár, og hormonirnar byrja at bobla inn­aní. Hon fær eina lokkandi, arg­ andi atferð, onkuntíð leitandi eftir upp­merk­semi og so framvegis, vísur Eyðun Joensen á. Vil tað so siga, at tú heldur vit øll kundu enda í tí støðu, at vit fáa seksuellan hug at einum barni/ung­ um fólki? – Eg haldi ikki nakar okkara skal gera okkum so heilagan, at vit halda eingin støða kann íkoma, sum setur okkum eina slíka støðu. Tann stóri mun­urin er tó, at tey allar flestu drepa sínar tankar í føðingini, sigur Eyðun Joensen. Tá Eyðun Joensen plagdi at undir­ vísa í sálarfrøði, plagdi hann at lýsa sálina eins og eitt ísfjall. – Tað vit síggja av einum ísfjallið er kanska 10 prosent av øllum fjallinum. Restin er undir yvirflatuni, vísur Eyðun á. Hann sigur hetta ikki sum eina umbering fyri tey, sum gera seg inn á børn ella hava hug at børnum, men fyri at vísa á, at vit menniskju vita ikki, hvørjum vit eru før fyri, fyrr enn um­støðurnar seta okkum í eina tronga støðu. – Hygg at filminum Lolita við Jeremy Irons. Har sært tú ein mann, sum stríðist ímóti sínum seksuella huga mótvegis einum »mindreårig«, sum man sigur. Og slík dømi havi eg upplivað mangan í mínum starvi, sigur Eyðun Joensen og staðfestir, at hevði hann fingið orðið á Jeremy Irons tá, so hevði hann rátt honum til at sleppa sær burtur frá gentuni – ongan­tíð ov skjótt. – Kennir tú á tær, at trongdin er har, so skalt tú fyri alt í verðini sleppa tær burtur frá barninum beinan vegin, sigur Eyðun Joensen og minn­ ist aftur á eitt dømi fyri nøkrum árum síðani. Hava tey allar flestu ikki upp­ livað, at gerast ávirkað av rús­ drekka og síggja síður av sær sjálvum, sum tey ikki hildu seg hava« Eyðun Joensen – Vit kenna øll til trongdina at bróta mørk, at ganga á eggini, at smakka tað forbodna. Í mongum førum er tað júst tað eggjandi við at bróta mørk, sum fær annars vanlig fólk at leita sær barnaporno fram, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Framhald á næstu síðu – Tú kennir konsekvensirnar av tínum handlingum. Og fert tú útum mark, so fært tú ringa samvitsku, og tað er gott, sigur Eyðun Joensen MYND: ÁLVUR HARALDSEN Eyðun Joensen, sálarfrøðingur Barnaporno