hósdagur 28. januar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
10
TEMA
Eldrarøkt
Tað eru eisini mangur maður,
sum hevur nevnt hetta í
royndini at vísa á, hví størri
broytingar ikki eru gjørdar á
økinum. Og tað er sjálvandi
rætt. Hesar søgurnar um ringa
standin innan eldraøkið, sum
Vikuskiftis Sosialurin hevur
sagt frá seinastu vikurnar,
kundu akkurát tað sama verið
sagdar fyri tveimum, fimm ella
sjey árum síðani. Vit hava eisini
sagt søgurnar mangan áður.
Tað broytir tó ikki uppá tað
faktum, at mong av okkara
elstu borgarum liva í einsemi,
og summi teirra við óvirðiligum
korum í dag.
Seinastu vikurnar hevur
Sosialurin varpað ljós á, hvussu
avvarðandi at eldri uppliva
umstøðurnar. Hvussu lívið á
ellisheimið er. Hvussu lívið sum
heimahjálp er, og ikki minst,
hvussu brúkarar av eldra
røktini uppliva støðuna.
Í dag seta vit sjóneykuna
á møguligar loysnir og øðrvísi
boð uppá, hvussu eldraøkið
skal innrættast.
Borgarstjórar umboðandi
tey sjey eldraøkini í landinum
koma til orðanna í temasíð
unum í dag, og har greiða teir
frá, hvørjar framtíðar ætlanir
eru fyri teirra øki.
Tað er eingin ivi um, at
størsti trupulleikin við verandi
eldraskipan er, at starvsfólkini
eru ov fá í tali. Sum Sosialurin
hevur upplivað tað, so stríðast
fólkini innan eldrarøkta fyri
at geva teimum eldri so góðan
aldurdóm sum gjørligt. Men
tey eru snøgt sagt ov fá. Ov
fáar hendur til tey ógvuliga
ymiskt krevjandi gomlu.
Vit spyrja tí borgarstjórar
nar, um teir hava í hyggju at
fáa fleiri starvsfólk pr. brúk
ara av eldratænastum, so at
heimahjálpir, røktarar, sjúkra
systrar og onnur innan økið
fáa betri stundir til at gera sítt
arbeiði nøktandi.
Hægri normering er tað,
sum er bráðfeingis, fyri at fáa
eldrarøktina á eitt virðiligt
støði.
Hinvegin er spurningurin,
um nú eldraøkið í Føroyum
er optimalt innrættað. Dennis
Holm er borgarstjóri í Vágs
Kommunu og hevur hann
í starvinum sum stjóri á
Granskingardeplinum fyri
Samfelagsmenning kannað
eldraøkið í Føroyum saman
borið við onnur lond. Tað er
hansara fatan, at vit mugu
endurhugsa eldraøkið, og skapa
fleiri tilboð til tey elstu. Men
hetta er ikki bara lætt, so sum
eldraøkið er samansett í dag.
Tað kanst tú lesa meira um í
Vikuskiftis Sosialinum hesa
ferð.
Vit leggja fyri her á síðuni
við at siga frá fundi í Kelduni
mikukvøldið. Tey í Skálafjarð
arsamstarvinum hava tikið
atfinningarnar í álvara, og tí
varð kallað inn til fundar við
borgararnar, um hvussu tey
vilja hava, at eldraøkið skal
síggja út framyvir. Hvørjar
loysnir tey komu fram til, kanst
tú lesa meira um á hesum síð
unum.
Hetta er somuleiðis seinasta
tema um eldraøkið á hesum
sinni, hóast vit framyvir fara at
fylgja við í teimum eventuellu
broytingunum, sum tær ymsu
kommunurnar fara at fremja.
Góðan lesihug!
Tað er nú gott eitt ár síðani, at kommunurnar
fingu ábyrgdina av eldraøkinum
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
ÁRNI GREGERSEN
T
að kann gott vera, at tað
virkar, sum vit koma at
sneyta í viðurskiftunum
hjá tykkum, men soleiðis
er tað ikki. Hetta er ein tænasta, sumv
it vilja veita og sum vit eftir nýggju
lógini skulu veita tykkum.
Leiðarin fyri Skálafjarðarsam
starvinum, sum tekur sær av eldra-
og heimarøktini í Nes-, Runavíkar
og Stranda kommunum, Tordur
Niclasen, hevði saman við starvs
fólki í eldratænastuni, boðið øllum
borgarum ít eimum trimum komm
ununum til fund í Kelduni í Skála
firði.
Høvuðsevnið á fundinum var
ásetingin í lógini um, at øll sum eru
meira enn 75 ára gomul hvørt ár skulu
havas eina vitjan frá eldrarøktini.
Hetta er ein fyribyrgjandi vitjan,
sum skal fáa eldrarøktini upplýsingar
um støðuna hjá teimum einstøku
gomglu.
Stórur fundur
Undirtøkan var stór. 250 gomul og
eldri savnaðust í Kelduni í hetta
kvøldið í vikuni, tá ið kavin aftur
legðist um landið og hált var á veg
unum.
Fundurin var skipaður nú komm
unurnar hava havt ábyrgdina av
eldraøkinum í eitt gott ár. Eftirmet
ingar verða gjørdar í løtuni, hóast
fleiri halda, at ov stutt tíð er gingin
enn.
Í Skálafjarðarsamstarvinum er tað
soleiðis, at tey higartil hava roynt at
reka eldrarøktina á sama hátt, sum
landið gjørdi tað, áðrenn kommunur
nar yvirtóku økið.
Hetta er gjørt fyri nágreinilogia
at finna fram til, hvat hendan røktin
kostar og fyri at gera metingar av,
hvat kann gerast betur.
Nú verður so farið eitt sindur
víðari og ásetingin í lógini um, at øll
sum eru 75 ár ella eldri skulu hava
eina árlgia vitjan verður fylgd.
Á fundinum luttók eisini bispur:
– Nei, tey koma ikki at sneyta. Tað
250 GLAÐIR
PENSJONISTAR
Á FUNDI
Skálafjarðarsamstarvið fer nú at vitja allar
pensjonistar, sum eru fyltir 75 ár
Fundur í Kelduni
GOMUL
GLOYMD
GOYMD
Eldraøkið
– nú og
framyvir
Sjálvt um eg fái
nógva vitjan av
familju og øðrum,
so kundi eg hugsa
mær, at onkur
kanska koyrdi ein
biltúr við mær,
mitt á degi«
Pensjónistur