hósdagur 28. januar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
11
Seinastu vikurnar hevur Sosialurin varpað ljós á eldraøkið í Føroyum, nú eitt
ár er farið síðani kommunurnar yvirtóku økið. Hesaferð seta vit sjóneykuna á
møguligar loysnir og øðrvísi boð uppá, hvussu eldraøkið skal setast saman.
vita vit, men tit skulu heldur ikki
halda at vit ikki tosa um tykkum, tí tað
gera vit. Vit tosa øll um hvønnannan,
segði Jógvan Fríðrikson.
Hann røddi á fundinum um lívs
virðir. Tað er ikki neyðugt bert at blíva
gamal. Tað snýr seg um at leggja lív
til árini.
– Vit mugu liva lívið meðan vit
hava tað. Vit eiga at vera aktiv og
royna at skapa okkum eitt gott lív.
Tað ertað sum gera tað spennandi
at blíva gamal, segði bispur millum
annað.
Afturlatið á Skála
og við Toftavatn
Tær tríggjar kommunurnar, sum eru
saman í Skálafjarðarsamstarvinum,
fingu eina heldur buldrasliga byrjan.
Avgjørt var at steingja sambýlið á
Skála og húsini fyri minnisveik, sum
standa við Toftavatn.
Serliga á Skála var ónøgd við, at
sambýlið har lat aftur og at nýggja
heimið á Strondum í staðin fyri alt
upp.
Eftir at undirskrivtir vóru savn
aðar á Skála er málið nú aftur til við
gerðar í býráðnum í Runavík.
Væl nøgdir pensjonistar
Pensjonistarnir, sum talsterk komu
á fund í kelduni, vóru sum heild væl
fyri og vælnøgdir.
Hóast tað ikki var lagt upp til tað,
so royndi onkur at koma við viðmerk
ingum um røktina, sumheild.
Flestu lótu væl at, men sum grein
arnar í Sosialinum seianstu vikurnar
hava víst, so er størsti saknurnin, at
heimahjálpir og starvsfólk á sam
býlum og ellisheimum, hava ov stutta
tíð at vera um tey gomlu.
– Sjálvt um eg fái nógva vitjan av
familju og øðrum, so kundi eg hugsa
mær, at onkur kanska koyrdi ein
biltúr við mær, mitt á degi. Tað hevði
eg hildið vera ógvuliga stuttligt, segði
ein eldri kvinna.
Fundurin í kelduni var eisini
gjørdur sum ein fundur, har fólk
kundu hittast og aftaná fáa sær ein
drekkamunn saman.
Tilkomnu mennirnir úr Undirhús
inum á Toftum undirhildu við sangi,
umframt at bispur var í skemtingar
sama lagnum.
– Tit eru Føroya gull. Vit hoyra
ofta at tað er ungdómurin, men
hann hevur møguleikan at gerast
Føroya gull. Tit eru tað, segði Jógvan
Fríðrikson við fundarfólkini, sum
flest øll vóru 75 ár og eldri.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
– Tit eru Føroya gull. Vit hoyra
ofta at tað er ungdómurin,
men hann hevur møguleikan
at gerast Føroya gull. Tit eru
tað, segði Jógvan Fríðrikson
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN