hósdagur 28. januar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
12
TEMA Eldrarøkt
Hvat gera borgarstjórarnir?
LOYSNIRNAR Á
ELDRAØKINUM
SPENNA VÍÐA
Fleiri eldraíbúðir, dagtilhald og endurvenjing eru millum hugskotini, ið borgarstjórar
vísa á, tá teir verða spurdir, hvussu teir ynskja at lyfta eldraøkið. Torførari er at fáa
nakað ítøkiligt lyfti um hækkaða normering. Eftir at Miðlahúsið hevur varpað ljós
á eldraøkið í tvær vikur, fáa borgarstjórarnir nú møguleikan at koma til orðanna
GOMUL
GLOYMD
GOYMD
■ Heðin Mortensen, borgarstjóri
í Tórshavnar kommunu. Tórs
havnar kommuna er ikki við í
nøkrum samstarvi um eldraøkið.
■ Heðin Zachariassen, borgar
stjóri í Sunda Kommunu. Sunda
Kommuna er í kommunalum
samstarvi við Vestmanna komm
unu, Kvívíkar kommunu og Eiðis
kommunu um eldraøkið og heima
røktina. Samstarvið ber heitið
VEKS.
■ Rósa Samuelsen, borgarstjóri í
Vága kommunu. Vága kommuna
samstarvar við Sørvágs kommunu
um eldraøkið og heimarøktina.
■ Jógvan Skorheim, borgarstjóri í
Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar
kommuna er partur av einum
kommunalum samstarvi við allar
kommunurnar í Norðoyggjum
um eldraøkið og heimarøktina.
Samstarvið ber heitið Norðoya
Bú- og Heimatænasta.
■ Jóhan Christiansen, borgar
stjóri í Eysturkommunu. Eystur
kommuna og Fuglfjarðar komm
una samstarva um eldraøkið og
heimahjálpina. Samstarvið ber
heitið Nánd.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
HALLUR AV RANA
O
v fá starvsfólk til búfólkini
og væntandi tilboð til tey,
ið eru ov frísk til ellisheim,
men ov sjúk til einans at
fáa heimarøkt, er millum afturvend
andi ákoyringarnar, ið avvarðandi,
starvsfólk og onnur, hava gjørt vart
við seinastu vikurnar, nú Miðlahúsið
hevur sett eldraøkið á breddan.
Á fakfelagsmálið verður mangl
andi starvsfólk í mun til búfólk
nevnt normering, og er hon í løtuni
soleiðis í flestu støðum kring landið,
at hvørt starvsfólk skal taka sær av
fýra búfólkum.
Millum teirra, ið eftirlýsa eitt
betri lutfall millum starvsfólk og
búfólk, eru forkvinnurnar í Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Heilsurøktarafelagið, ávikavist Óluva
í Gong og Majbritt Mohr, hvørs limir
stríðast at veita bestu røktina møgu
ligt, men mugu ásanna, at arbeiðið
mangan er ov tungt.
Harumframt hava fleiri eftirlýst
eitt tilboð til eldri, ið liggur millum
heimahjálpina og ellisheimini. Til
teirra, ið hava tørv á meira røkt enn
tað, ið heimahjálpin kann bjóða, men
eru ov frísk til at enda á ellisheimi.
Vikuskiftis-Sosialurin hevur vent
sær til fimm borgarstjórar kring
landið, og spurt teir ítøkiliga um hesi
viðurskiftir og hvørjar ætlanir komm
unurnar hava á økinum.
Spurningarnir
1
Hevur kommunan nakrar ætlanir
um at hækka talið á starvs-
fólkum fyri hvørt búfólk ?
2
Er nøkur ætlan at veita eitt tilboð
til teirra, ið hava ein tørv, ið ikki
verður nøktaður til fulnar av ellis-
heimi og heimahjálp ?