hósdagur 28. januar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
13
»Vit í Tórshavnar kommunu eru í holt við at gera eina
eftirmeting av eldraøkinum, nú eitt ár er liðið síðani vit
yvirtóku økið frá landinum. Tað hevur við sær, at vit
endurskoða alt økið, eisini tað, ið hevur verið frammi
í fjølmiðlunum seinastu vikurnar«
Heðin Mortensen
Eitt ódnartak
at fara í
gongd við
Heðin Mortensen
Hevur kommunan nakrar
ætlanir um at hækka
talið av starvsfólkum
fyri hvørt búfólk?
– Tað er trupult at svara hasum
spurninginum konkret, tí vit í
kommununi eru í holt við at gera
eina eftirmeting av eldraøkinum,
nú eitt ár er liðið síðani vit yvirtóku
økið frá landinum. Tað hevur við
sær, at vit endurskoða alt økið,
eisini tað, ið hevur verið frammi
í fjølmiðlunum seinastu vikurnar.
Ein partur av tí er at meta um, um
tørvur er á fleiri starvsfólkum
ella um okkurt annað skal gerast,
svarar Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu lovar tó, at um
eftirmetingin staðfestir, at støðan
ikki er nøktandi, so verður okkurt
gjørt við trupulleikan.
– Sostatt er eingin støða tikin
til, um normeringin skal hækkast.
Men um tænastan, ið vit bjóða í
løtuni, ikki er nøktandi, so skal tað
gerast betri.
Er nøkur ætlan at veita
eitt tilboð til teirra, ið
hava ein tørv, ið ikki
verður nøktaður til
fulnar av ellisheimi
og heimahjálp?
– Hetta er ein spurningur, ið vit
hava arbeitt við í longri tíð. Vit eiga
at veita so mikið góða heimarøkt,
at fólk kunnu vera heima hjá sær
sjálvum so leingi tey kunnu. Tað
vilja øll eldri fólk. Tí skulu vit satsa
nógv meira upp á heimarøktina
og dagføra tænastuna, so at hon
verður betri.
Harumframt eftirlýsir borgar
stjórin í høvuðsstaðarkommununi
eitt samstarv millum kommun
una, Bústaðir og fakfeløgini um
at byggja eldraíbúðir.
– Vit vita, at tað eru støður, har
tað ikki er nøktandi bara at vera
heima. Nógv hava síni egnu hús,
ið ikki er hóskandi fyri eldri, tí tey
hava trappur og annað, ið kann
veita trupulleikar á eldri árum.
Tá eiga vit, bæði sum kommuna
og land, at fara í gongd og byggja
egnaðar íbúðir til eldri.
– Vit hava sett pengar av at
fyrireika hetta, men tað er eitt
ódnartak at fara í gongd við.
Um tað er upp til mín, so er
tað Bústaðir, ið skal vera við til
hetta. Gera vit tað í felag, land,
kommunur og fakfeløg, so ivist
eg onga løtu í, at vit høvdu kunnu
nøkta tørvin innan nøkur heilt fá
ár. Tað er bara ein spurningur um
vilja.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Framhald á næstu síðu