hósdagur 28. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
14
TEMA Eldrarøkt
Vilja vita
ikki bara gita
Normeringin
hevur ikki verið
ein trupulleiki
Jógvan Skorheim
Heðin Zachariasen
Hevur kommunan nakrar
ætlanir um at hækka
talið av starvsfólkum
fyri hvørt búfólk?
– Vit eru í holt við eitt arbeiði, har
vit klárleggja alt økið. Hetta er eitt
arbeiði, ið byrjaði í fjør, har vit hava
havt bólkafundir við avvarðandi,
starvsfólk, serkøn fólk og brúkarar.
Næsta stigið er, at vit fyrst í februar
gera eina kanning millum fólkini á
økinum, so tey fáa møguleikan at siga
sína hugsan um hvussu tænastan
skal skipast, sigur Jógvan Skorheim
og leggur afturat.
– Vit hava tó ikki snakkað um
hvat er rætta normeringin, tí vit vilja
fyrst hava uppgjørt tann mátan
eldratænastan verður rikin uppá, so
hon kann gerast enn betri framyvir.
Væntandi endar tað tó við, at meira
peningur verður játtaður. Men tað
er týdningarmikið, at vit gera tað
rætta, heldur enn bara gera okkurt,
ið vit halda vera rætt. Vit vilja vita,
ikki bara gita.
Er nøkur ætlan at veita
eitt tilboð til teirra, ið
hava ein tørv, ið ikki verð
ur nøktaður til fulnar av
ellisheimi og heimahjálp?
– Tað er eingin ivi um, at ein av loys
unum, ið framtíðar eldraøkið verður
bygt uppá, er fleiri búpláss til eldri, ið
ikki ordiliga kunnu vera heima, men
heldur ikki hava tørv á at sita á einum
sambýli ella røktarheimi. Búpláss, har
tey eldri føla tryggleika av at vera nær
einum sjúkrahúsi ella røktarheimi, og
kunnu fáa eina tilkalling á onkran
hátta. Eitt búpláss, ið tey kunna kalla
fyri sítt egna heim, har tey kunnu
bjóða fólki innum.
Borgarstjórin í Klaksvíkar komm
unu ger tó vart við, at neyðugt er við
stórum íløgum í eldraøkinum. Íløgur,
ið sambært honum, ikki vórðu tiknar
hædd fyri, tá eldraøkið varð yvirtikið
av kommununum.
– Eldraøkið varð givið út til komm
unurnar við tí fortreyt, at tað bara
bleiv tosað um rakstur. Einki varð
nevnt um íløgur, og vit fingu bara
pening til rakstur. Nú tá vit hava
yvirtikið eldraøkið, síggja vit, at
tørvur er á stórum íløgum. Íløgur, ið
kunnu gera raksturin betri og bíligari,
sigur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim vísir á, at hóast
tað er ein vilja millum kommunurnar
í Norðoya Bú- og Heimatænastu at
gera neyðugu íløgurnar, so verða tær
avmarkaðar av, at kommunur ikki
hava loyvið at lána meira enn eina
álíkning.
– Tá landið koyrdi eldraøkið
út til kommunurnar, so áttu teir
at havt hækkað álíkningina, so at
kommunurnar kundu farið inn og
gjørt neyðugu íløgurnar. Men av tí
at nakrar av kommununum í sam
starvinum eru yvir eina álíkning,
so er ikki møguligt at lána neyð
ugu peningin í løtuni, sigur Jógvan
Skorheim at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
SAVNSMYND
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Hevur kommunan nakrar
ætlanir um at hækka
talið av starvsfólkum
fyri hvørt búfólk?
– Eldraøkið hevur í fleiri
ár ligið hjá landinum, har
normeringarnar av fyrstan tíð
vórðu skipaðar og lagdar í fastar
karmar. Kommunurnar hava ikki
gjørt nakrar broytingar hesum
viðvíkjandi. Eg gangi út frá, at
tað sum hevur verið áðrenn
kommunurnar yvirtóku økið
hevur verið forsvarligt. Tað vóru
jú fakfólk hjá landinum, ið ásettu
normeringarnar, sigur Heðin
Zachariasen.
Eins og fleiri av hinum borgar
stjórunum, so vísir borgarstjórin
í Sunda kommunu á, at man í
løtuni er í holt við at endurskoða
økið, aftaná at tað varð yvirtikið
frá landinum.
– Vit ynskja at byggja víðari
upp á tað, ið virkar, meðan tað
sum virkar minni væl, verður hugt
eftir og gjørt betri. Endamálið er
at kunna bjóða tað besta á øllum
økjum.
– 2015 var árið, har vit endur
skoðaðu eldraøkið og settu okkum
inn í tingini, men fyri at siga
tað, sum tað er, so hava vit ikki
fokusera so nógv á normeringina.
Tað er tí, at tað ikki hevur verið ein
trupulleiki hjá okkum. Hvørt fall
ikki ein so stórur trupulleiki, at tað
er tað, ið vit hava arbeitt mest við.
So vit hava heldur brúkt orkuna
upp á at betra um onnur tilboð í
eldrarøktini.
Er nøkur ætlan at veita
eitt tilboð til teirra, ið
hava ein tørv, ið ikki
verður nøktaður til
fulnar av ellisheimi
og heimahjálp?
– Tað er eingin ivi fyri okkara við
komandi, at tað, ið vit vilja arbeiða
fyri, er at borgarin verður settur í
fokus, at borgarin fær tað tilboðið,
ið hann vil hava, og at fólk fáa
møguleikan at vera í sínum egna
heimi so leingi tey ynskja tað, og
so leingi tað ber til. Tann dagin tað
ikki ber til longur, skulu vit eisini
hava eitt tilboð, har borgarin kann
koma á eitt heim og fáa neyð
uga røktina, svarar borgarstjórin
avgjørdur á málið til seinna spurn
ingin.
Møguleikarnir fyri nýggjum
tilboðum verða eisini kannaðir
í VEKS-samstarvinum, og vísir
Heðin Zachariasen serliga á dag-
og kvøldtilboð sum nakað, ið
borgarin kann fáa gleði av.
– Vit arbeiða við at skapa
nøkur nýggj tilboð til teir eldru
borgararnar, har vit serliga kanna
møguleikan fyri dagtilboðum og
kvøldtilboðum. Vit ynskja at vita
hvat tað er, ið borgarin hevur
tørv á og skipa økið soleiðis, at
borgarin í mest møguliga mun
kann vera heima hjá sær sjálvum,
sigur Heðin Zachariasen og leggur
afturat.
– Her hugsa vit um eitt tilboð til
fólk, ið hava brúk fyri eitt sindur
av hjálp í gerandisdegnum. Eitt
tilboð til teirra, ið eru einsamøll,
og hava tørv á at koma saman við
øðrum, ella kanska bara at fáa
tann rætta kostin. Tað skal vera
møguligt hjá teimum at fáa hetta
á einum dagtilhaldi ella onkrum
líknandi.
Tá landið koyrdi
eldraøkið út til
kommunurnar,
so áttu teir at
havt hækkað
álíkningina, so
at kommunurnar
kundu farið inn
og gjørt neyðugu
íløgurnar«
Jógvan Skorheim