Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 15 Endavenda eldraøkinum Hava sett tvey ársverk aftrat Rósa Samuelsen Jóhan Christiansen Hevur kommunan nakrar ætlanir um at hækka talið av starvsfólkum fyri hvørt búfólk? – Tað er torført at svara uppá, tí í løt­uni eru vit í eini tilgongd, har vit endavenda eldraøkinum. Ætlanin er at fara frá tí gamla prin­sipp­inum um bara at røkta fólk, til heldur at skipa fyri fyri­ byrgj­andi venjing fyri fólki. Tað eru tó sjálvsagt nøkur fólk, ið fram­haldandi hava brúk fyri røkt, sigur Rósa Samuelsen. Borgarstjórin í Vága kommunu greiðir frá, at man er farin undir eina størri broyting av eldra­øk­ inum, har hugsa verður nýtt. – Eitt av tí, ið vit arbeiða fram ímóti, er at styrkja um tann sosial- fakliga partin, so at fólk fáa ein góðan og minniskveikjandi ger­ andis­dag. Her verður serliga hugs­ an um fólk við demens. – Harumframt arbeiða vit eisini fram móti at gera profildeildir, tað vil siga, at man blandar ikki øll sløg av fólki saman, men heldur koyrir tey í økir við somu málbólkum. Mill­um annað hava vit gjørt eina endurvenjingardeild, ið er saman­ sett av røktarstarvsfólki, fysiotera­ peuti, ergoterapeuti og sjúkra­ røktar­frøðingi. So í øllum hesum broytingunum er tað tor­ført at siga, hvussu verður við nor­mering­ unum, sigur Rósa Samuelsen. Er nøkur ætlan at veita eitt tilboð til teirra, ið hava ein tørv, ið ikki verður nøktaður til fulnar av ellisheimi og heimahjálp? – Vit ásanna, at tað er eitt langt glopp frá at búgva heima til at fara á ellisheim, so vit arbeiða við ymisk­um. Vit fara at leggja størri dent á fyribyrgjandi venjingar, dag­tilhøld, har eldri kunnu fara út millum onnur fólk, umframt at vit eru í holt við at menna eitt ser­tilboð til menn við demens. Eins og í Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu, verður eisini arbeitt við tankanum um at byggja eldraíbúðir í samstarv við Bústaðir. – Eg kann ikki svara fyri Sørvágs kommunu hesum við­ víkj­andi, men í Vága kommunu arbeiða vit við eini bygdaplan, har vit hava sett økir av til eldra­ íbúðir. Vit hava eitt samskifti við Bústaðir, men tað hevur tíverri enn ikki givið nakað úrslit, sigur Rósa Samuelsen. HALLUR@SOSIALURIN.FO Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu MYND: ÁLVUR HARALDSEN Hevur kommunan nakrar ætlanir um at hækka talið av starvsfólkum fyri hvørt búfólk? – Vit hava longu sett fleiri fólk í starv. Tað er greiða svarið frá borgar­ stjóra­num í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, tá hann verður spurdur um normeringar. Svarið skilur seg í stóran mun frá frá hinum svarunum frá borgar­ stjórum, ið flest allir vísa til, at tey í løtuni eru í holt við at kanna tørvin. Men sambært Jóhan Christian­sen, so valdi man ikki at drála í Eystur­ komm­unu, men setti ymisk átøk í verk longu fyrsta árið, ið kommunan rak eldraøkið. – Vit hava uppraðfest leiðslurnar í heimunum hjá okkum. Tað var ikki lokalleiðsla áðrenn yvirtøkuna, men nú er lokalleiðsla á øllum heiminum, um­framt at ein demensdeild er sett á stovn. So vit hava longu tvey ársverk meira í skipanini, enn vit høvdu, tá økið varð yvirtikið. Tað er einar fýrs tím­ar meira um vikuna. Er nøkur ætlan at veita eitt til­boð til teirra, ið hava ein tørv, ið ikki verður nøktaður til fulnar av ellisheimi og heimahjálp? – Vit hava longu dagtilhald til eldri borgarar í kommununi. Bæði til tey, ið eru rímiliga frísk og tey, ið byrja at verða dement. So sum støðan er, so hava vit tvey ymisk dagtilhald í komm­un­uni. Um borgarstjórin í Eystur­komm­ unu skal nevna eitt, ið manglar í komm­ununi, so er tað eldraíbúðir. – Tað sum manglar í størri mun eru alternativir bústaðir, har brúk­ arar kunnu flyta seg frá sínum van­ liga heimi til eitt ellisheim. Tað skal vera eitt millumting millum ein stovn og eini vanlig sethús. Jóhan Christiansen tekur eis­ini undir við borgarstjóranum í Tórs­ havn, Heðin Mortensen, at Bústaðir áttu at hjálpt kommunum at lyft upp­gáv­una. – Eg veit, at Bústaðir vil øgiliga fegin vera við í slíkum verkætlanum, men tey eru eisini avmarkaði í bæði fíggjar­orku og arbeiðsorku. Tey klára ikki alt samstundis. Men tað liggur líka til høgrabeinið, at Bústaðir og komm­unurnar gera okkurt í felag. Tað var ikki lokalleiðsla áðrenn yvir­ tøkuna, men nú er lokal­leiðsla á øllum heiminum, umframt at ein demens­deild er sett á stovn« Jóhan Christiansen MYND: ÁLVUR HARALDSEN GOMUL GLOYMD GOYMD