Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 16 TEMA Eldrarøkt EIRIKUR LINDENSKOV V eruleikin er, at komm­ unur­nar hava fingið eitt ófullfíggjað eldraøkið, sum fer at taka rúma tíð at broyta, sigur Dennis Holm, borgar­ stjóri í Vági, nú hann skal seta orð á eldra­økið og tess avbjóðingar. Mong tilkomin fólk kenna seg kanska ótrygg í egnum heimi, ella at orkan ikki røkkur til gerandisdagin. Og tá eru møguleikarnir ikki nógvir. Antin kanst tú fáa heimahjálp nakrar tímar um dagin, meðan tú býrt heima ella kanst tú flyta inn á eitt heim av onkrum slag. – Á ellis- og røktarheimunum verður at kalla alt frælsið tikið frá okk­ara elstu borgarum. Tey vakna, tá stovn­urin fer upp og fara í song tá stovnurin fer í song. Tey skulu í bað, tá ið stovnurin vil tað. Tey skulu eta tann mat og tað tíðspunkt, stovnurin ger av. Tey fara túr, tá ið stovnurin sigur tað og so framvegis, vísir Dennis Holm á. Alt lívið byggja vit umstøðurnar soleiðis, at vit hava so nógv frælsi sum møguligt. – Vit ynskja sjálvi at gera av, hvar vit búgva, hvussu húsið skal síggja út, um vit hava ein urtagarð, um vit ferð­ast og so framvegis, vísir Dennis Holm á. Men á ellisárunum er bert tilboð um skipan, har alt frælsið skal lat­ast upp í hendurnar á almennum stovn­ um. – Púra vanligt vit og skil sigur okk­ um, at tað sjálvandi ikki er nøkt­andi. Hví skulu tey elstu, ið hava stríðst fyri at innrætta sítt lív júst sum tey vilja, verða frátikin allar vanar og rutin­ ur og valmøguleikar, tá ið ellis­ár­ini koma, spyr Dennis Holm. Óvirðiligt fyri tey elstu Dennis Holm er samfelagsfrøðingur, og áður hevur hann gjørt kanningar fyri eitt nú kommunurnar í Vág­ um, har kannað varð, hvat teir elstu borgararnir har vildu hava á sínum ellisárum. Tað er í hesum sambandi og í starvinum á Granskingar­depl­ inum fyri Samfelagsmenning, at Dennis Holm hevur hugt nærri at eldra­økinum í Føroyum og í lond­ unum kring okkum. Og standurin er ikki góður, spyrt tú Dennis Holm. Størsti trupulleikin er, at landið nakað inn í 21. øld valdi at seta nakrar hu n d ra ð milliónir krónur av til at byggja ellisheim fyri saman við komm­ un­unum, og tá varð ikki hugs­að nógv uttan ­fyri ramm­ur­nar. – Tá varð lagt upp til at byggja klass­isk ellisheim, sum tað vit til døm­is hava í Vági, vísir Dennis Holm á. Í tí umfarinum vórðu fleiri ellis­ heim bygd kring landið. Hamragarður í Vági, Boðanesheimið í Havn, Heimið á Grønanesi í Vestmanna og Heimið við Vágna í Klaksvík. Alt í alt nærum 150 búpláss. – Mong siga tað, at bráðfeingis tørvur tá var á at bygga ellisheim, og tað er ivaleyst rætt. Men hesi eru so dýr at dríva, at tað er trupult at finna fíggjar­ligt rásarúm til at veita borgar­um aðrar tænastur, sigur Dennis Holm. Hann vísur á, at í Danmark gjørd­ ist tað ólógligt í 1988 at byggja tey ellis­heimini, sum vit í Føroyum hava bygt seinastu 5-6 árini. Orsøkin var, at eitt kamar á 18-20 fermetrar og til­ hoyr­andi ves, ikki er virðiligt at bjóða okk­ara elstu borgarum. – Eg eri púra samd­ ur í, at tað er óvirð­iligt. At vælfungerandi eldri borg­ar­ ar, sum av onkrari orsøk ikki vilja búgva heima, skulu flyta inn í eitt lítið kamar, og annars tillaga seg til van­ ar og rutinur hjá einum stovni, tað er ikki nøktandi, sigur Dennis Holm. Á kamarinum skulu tey hava alla vanligu gongd, bæði uppihalda sær, eitt nú lesa og surfa á internetinum, og tá avvarðandi ella vinfólk koma á vitjan, so verða tey boðin inn í sovi­ kam­arið á vitjan. – Mær vitandi er tað ikki vanligt, at vit bjóða vinfólkum og avvarðandi inn í sovikamarið til ein kaffimunn og eitt prát, tá tey koma á vitjan heima hjá fólki, sigur hann. Dømini eru óteljandi Kring landið eru óteljandi dømi um, at okkara elstu borgarar gerast verri fyri og minni sjálvbjargin og í ringasta føri dement eftir, at tey flyta inn á ellis­heim. – Vit vita øll, at tá ið ábyrgd og Vit ynskja sjálvi at avgera hvar vit búgva, hvussu húsið skal síggja út, um vit hava ein urtagarð, um vit ferðast og so framvegis« Dennis Holm VIT TAKA ALT FRÆLSIÐ FRÁ OKKARA GOMLU – Tey eldru verða stovnsgjørd og frælsið tikið frá teimum, sum tey hava bygt upp ígjøgnum eitt langt lív, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu Dennis Holm Borgarstjóri GOMUL GLOYMD GOYMD