Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 17 – Hví skulu tey elstu, sum hava stríðst fyri at innrætta sítt lív júst sum tey vilja, verða frátikin allar vanar og rutinur og valmøguleikar, tá ið ellisárini koma, spyr Dennis Holm uppgávur verða tiknar frá fólki, so ávirk­ar tað eisini orku og áræði, sigur Dennis Holm. Hann vísur á, at ivaleyst kenna vit øll dømi um fólk, sum hava verið væl fyri og klárað seg sjálvi, men tá upp­ gávan at klára seg sjálvan í gerandis­ deg­num verður tikin frá fólki, eftir at tey flyta inn á ellisheim, gongur skjótt skeiva vegin. Hann vísir tó eisini á dømi, sum venda øvugta vegin. Ein eldri per­són­ ur í Suðuroy fekk ikki pláss á ellis­ heimi, og tí mátti viðkomandi liggja so at siga óhjálpin í songini í rúma tíð og fekk tá bert heimahjálp. – Øll hildu, at tá viðkomandi um­síðir endaði á ellisheiminum til um­lætting, so kom hann ikki út­ aftur. Men á ellisheiminum fekk viðkomandi hjálp frá fysio­tera­ peutum til at venja kroppin uppaftur, og stutta tíð eftir gekk viðkomandi út aftur av ellisheiminum og flutti heim­ aftur, greiðir Dennis Holm frá. Tað snýr seg ikki um góðskuna av ellisheiminum ella heimahjálpunum, tað snýr seg um, hvørt samfelagið megn­ar at geva okkara elstu borg­ar­ um tað tilboð, teimum tørvar. Neyðuga loysnin Í Íslandi, Danmark og øðrum grannalondum eru tey fyri árum síðani farin frá teimum ellis­heim­ unum, sum vit hava bygt seinastu árini, og ístaðin farin at gera til­ gongdina hjá teimum elstu borgar­ unum meira líðandi. Tað heldur Dennis Holm, at føroyska samfelagið eigur at umhugsa. Yvirskipað eiga fimm stig at mynda tilgongdina frá heiminum og til endan. Búgva heima: Geva fólki møguleika at búgva heima sum longst, har tey eisini kunnu fáa tilboð um heimahjálp. Eldrabýlingar: Tá eldri fólk ikki longur vilja búgva heima við hús, so áttu tey at havt møgu­leika fyri at flutt til ein eldra­ býl­ing. Hetta er í høvuðs­heit­inum eitt van­ligt øki við smáum sethúsum ella íbúð­um, sum hava eitt høvuðssæti knýtt at sær. – So skuldi tað verið so, at tey eldru í økinum kundu valt sær ta hjálp, tey mettu seg hava tørv á, og síðani rind­ að fyri tað. Til dømis reingerð, vaska klæðir, mat og so framvegis, sigur Dennis Holm. Hetta skuldi verið eitt øki bert fyri tey eldru, sum eru væl fyri, har tey kundu kent seg trygg, og sam­stund­is havt beinleiðis samband við til­knýtt starvsfólk, um okkurt skuldi hent. Eldrasambýli: Síðani skuldi verið møguligt at farið á eldrasambýli. Hetta er fyri tey, sum eru blivin eitt vet verri fyri, og tísk­il hava tørv á tættari tilknýti til starvs­ fólk innan eldrarøktina. Hesi skulu kort­ini vera so mikið væl fyri, at tey eru før fyri at átaka sær uppgávur í ger­andis­degnum. Ellisheim: Tá tú síðani gerst verri fyri, og hevur tørv á meira hjálp, so er møguleiki at fara frá eldrasambýli til ellisheim. Á ellisheiminum eru betri møguleikar fyri at veita tí einstaka hjálp í ger­ andis­degnum, bæði í samband við mál­tíðir, at fara á ves, í bað og líkn­ andi. Dementheim: Gerst tú demetur, so áttu tú at sloppið á heim ella deildir á ellisheimum fyri tey dementu. Hetta tí, at tað hvørki gagnar starvsfólkum ella bú­ fólkunum, at tey dementu og tey mentalt kláru skulu búgva undir sama taki. – Í Føroyum hava vit ikki býtt tey eldru í bólkar, har hvør bólkur fær júst tað, sum kann geva teimum góðsku og virðing á ellisárunum. Tí er tað ein stór avbjóðing at broyta alt eldra­økið til at vera meira líðandi og virð­iligt fyri allar partar, sigur Dennis Holm. Hann vísur á, at síðani kommun­ urnar yvirtóku eldraøkið 1. Januar í 2015, hava tey í Suðuroynni gjørt nakrar broytingar. Millum annað er heima­hjálpin uppraðfest, fleiri fáa heima­hjálp, og brúkararnir fáa fleiri tímar. – Veruleikin er, at tann skipanin, vit hava brúkt hundraðtals milliónir uppá í Føroyum, hvørki hev­ur nøktandi tilboð til tey gomlu, ella er fíggjarliga skilagóð, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at kommunurnar í Suðuroynni fingu at vita, at eldraøkið í oynni kostaði landinum 43 milliónir kr. at umsita í 2013. Veruleikin vísti seg tó at vera, at kostnaðurin í 2015, sum var 1. árið, kommunurnar um­ sótu økið, var nakað oman fyri 50 milliónir kr. – Tað merkir, at tað er avbjóðandi hjá kommunum at reka økið og ikki minst at gera neyðugar nýggjar íløgur, sigur Dennis Holm. – Tey allar flestu vilja búgva heima sum longst. Tí hava vit valt at upp­rað­ festa heimatænastuna, sum eis­ini er munandi bíligari at reka, og sum er betri fyri teir borgarar, sum enn eru førir fyri at klára ymiskt í ger­andis­ degnum sjálvir, sigur Dennis Holm at enda. EIRIKUR@SOSIALURIN.FO Dennis Holm SAVNSMYND MODELLMYND