hósdagur 28. januar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
19
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
•
1 dl av tahini (syrg fyri at keypa
eitt lekkurt slag!)
•
1 dl av hasselnøtusmør (tú kanst
sagtans brúka tahini ístaðin,
hassel-nøtusmør er dýrt, men
gevur ein lekkran nougat-
kendan smakk)
•
3 dl av kakopulvuri
•
2 dl av smeltaðari kokusolju (tað
er hendan ið ger at køkan heldur
formin)
•
2 dl av hunangi
•
5 medjool dadlur (ella einar 8 av
teimum frá anglemark)
•
1 dl av vatni
•
1 nips av salti
•
1 nips av kakaopulvuri
Koyr alt tilfarið í ein sterkan
blendara, og blenda saman. Um tú
brúkar hvirlu, so er best at koyra alt
tað turra tilfarið í fyrst. Hvirla, og
síðani koyra restina av tilfarinum í og
hvirla aftur. Smyr útyvir botnin. Lat
kólna í kuldaskápi. Køkan goymist
væl í kuldaskápinum og enn betur í
frystiskápinum. Tak hana fram væl
áðrenn tú serverar hana… Og ger so
væl og pynt hana.
At gera áðrenn
eg verði 30 ár
Nú nógvar av mínum vinkonum fylla 30 ár í ár, og práta (næstan)
meira enn hvat gott er um hetta, havi eg sjálvsagt hugsa nógv um, at
mín tíð eisini fer at nærkast. Eg havi tó enn 3 ár eftir til mín 30 árs
dag, og havi avgjørt at seta mær nøkur mál. Hesi trý árini ið eftir eru
ætli eg mær millum annað at:
• Læra meg at dáma beikst. Um mær ikki dámar grape áðrenn
eg verið 30 ár, so gevi eg upp!
• Royna eggjablommu minst einaferð um árið. Tí tað er ov
pínlig at lata hatta reyða verða liggjandi á tallerkinum, og so er
tað eisini spill.
• Eta fleiri epli
• Finna fram til hvør MÍN føðingardagskøka skal vera. Mamma
er best í verðini til alt møguligt, millum annað at hava eina
køku til hvørt høvið – harav eina jólakøku, eina ólavsøkukøku
og eina føðingardagskøku. Jólakøkuna, ólavsøkukøkuna
og hinar hátíðarkøkurnar kann eg arva frá henni, men
føðingardagskøkuna, ja, hana má eg finna mær sjálv. Eg
eri jú eg, og ikki hon. Møguliga verður tað hendan Tahini-
sjokolátakøkan. Vit fáa at síggja, tá ið eg verið 30 ár.
Eg eri ikki beinleiðis tilhangari av hesum ella
hasum mátanum at eta. Men mær dámar to
væl at lesa kókibøkur (ja, eg lesi kókibøkur.
Besti lestnaður sum er!) um Raw Food, tí
at stóru avmarkingarnar sum eru (tey hita
ongan mat upp yvir 42 hitastig), gera at
tey mugu hugsa so kreativt - t.d. at brúka
tahini í sjokolátakøku, og tað er genialt!
Smakkirnir eru sum gjørdir fyri hvør annan.
Mín køka stendur í køliskápinum
og ger seg klára til eg komi
heim aftur úr skúla
Ýr pilkar av køkuni, men tað ger ikki so nógv, tí hon kann formast
upp aftur – og JA, eg koyrdi nakrar valnøtir útyvir, bara so at
hon skuldi síggja eitt sindur penari út fyri tykkum. Til sjálvan
føðingardagin fari eg at koyra róma og fryst ber útyvir