hósdagur 28. januar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
21
KLUMMAN
Eirikur í Jákupsstovu
Fløgg, byrsur og Glasir
Tey stóru symbolini hava verið frammi hesa
vikuna. Tað fyrsta stóra symbolið er, at danir
hava talt flaggstengur, so teir kunnu flagga fyri
føroyingum (og grønlendingum). Í Føroyum
fer Grønland altíð í parantes, men aðrastaðni
eru tað Føroyar í parantesini. Tað næsta er, at
skúlin í Marknagili hevur fingið navn og logo.
Og so hevur mister »tough on crime«, Aksel V.
Johannesen, eisini lagt eina teljing til rættis:
Hvør einasta byrsa í landinum skal teljast.
Lat meg byrja við at siga, at hetta hevur
onki uppá seg. Onki av hesum tingunum
hevur ávirkan á okkara dagligdag, men kort
ini... Hetta er nakað, sum vit halda vera áhuga
verdari at kjakast um enn veðurlagsbroytingar,
oljuprísirnar og so framvegis. Undantakin eru
sjálvandi tey samkyndu. Tey tíma vit altíð at
kjakast um. Serliga um onkur doktari úr USA
kemur til Føroya. Ongin fortelur tó, at hann
hevur lisið mál og ikki gudfrøði.
Men aftur til symbolini.
Um vit byrja við fløggunum, so er tað
sjálvandi super, at danir ætla sær at keypa
534 eintøk av Merkinum – ikki minst hjá
teimum, sum selja fløgg. Onkur heldur hesa
flaggteljingina vera eitt slag av imperialismu,
men kanska eru danskararnir bara fittir. Ella
hevur kona Løkke verið eitt sindur grumm ein
dag, og so hevur statministarin sett embætis
menninar í sving. Orsøkirnar kunnu vera
so mangar. Men hvat er so at flagga fyri við
Merkinum?
Tað er í hvussu so er ikki hatta byrsumálið.
Eg eri uppvaksin á bygd í Føroyum og haldi, at
eg burdi átt eina byrsu ella fleiri. Tað ber ikki
til at vera føroyingur og ikki eiga eina byrsu til
at skjóta harur og fugl við. Hetta hevur tó ikki
verið nakað problem. Eg havi búð í Danmark
og havi í tí stilla glett meg til dagin, tá eg kann
fara inn til Svend Krosstein og siga við tey:
»Hey sølumaður. Eg kundi hugsað mær nakrar
byrsur. Hevur tú eina dublett og tvær pump-
guns?«, og so sigur sølumaðurin við meg: »Ja,
tað havi eg beint her. Tú fert bara avstað við
teimum.«
Men nú havi eg fingið eitt lítið problem.
Allir byrsueigarar skulu skrásetast, og so fer
onkur at sita hjá tí almenna við einum lista
av »ordiligum« føroyingum. Men eg veri ikki á
listanum. Og tá mann veit, hvussu føroyingar
slatra, so verður tað er ekstremt pínligt, tá tey
fara at loypa út í orð, at eg onga byrsu eigi. Eg
ringdi tí til ein vinmann, og bað hann fara til
Havnar at keypa mær nakrar byrsur, so tað
ikki verður alt for pínligt.
Kanska er tað bara blivið neyðugt at vera
strangari við hesum byrsunum, nú mann
hevur fingið eitt »College« í Føroyum. »Tórs
havn College school shootings« er í hvussu so
er nakað, sum vit vóna at sleppa undan. Ja,
hetta er nokk skít býtt sagt, men Marknágils
depilin hevur fingið eitt navn. Akkurát sum
hann ikki hevði eitt navn áðrenn... Men nú er
altso tað ordiliga navnið komið til flottu og
dýru byggigøluna í Marknagili.
Hvussu er og ikki, so fann mann onkustaðni
peningin til eina navna- og logokapping.
Logo’ið er runt og gull. Nógv logo eru rund ella
tað, sum líkist. Til dømis Manchester United
og Københavns Universitet. So tað er onki
kontroversielt í tí. Inni í stendur onki, men tað
eru fleiri rundingar. Tað minnir onkursvegna
mest um eitt niðurhøgt træ. Vónandi er tað
ikki tað, sum verður gjørt uppi í Marknagili.
Vónandi er meiningin hinvegin, at tey ungu
skulu vaksa og mennast.
Og so er tað hatta navnið. Glasir – Tórshavn
College. College halda nógv vera beinleiðis
skeivt at kalla ein miðnámsskúla í okkara
amerikaniseraða samfelagi, men í Onglandi
er heitið rætt. Fyri sjálvútnevndu verjarnar av
móðirmálinum er tað skeivt undir øllum um
støðum, tí tað er ikki føroyskt.
So er tað Glasir. Rættiliga glæsiligt heldur
onkur. Ikki minst áðurnevndu málverjarnir.
Tað er nógv eg ikki skilji, og hatta er eitt av
teimum tingunum. Hinvegin kann tað eisini
vera, at skúlin verður ein líka stór suksé sum
tá Handilsháskúlin í Keypmannahavn skifti
navn til Copenhagen Business School. Altjóða
viðurkenda Tórshavn College! Tað verður
nakað at flagga fyri!
Hvat ger mann so í Glasi? Jú, soleiðis
bendist tað eftir øllum at døma, hóast eg ikki
vænti, at næmingarnir har úti í Marknagili
fara at gera tað. Ja, í Glasi kann mann alt
møguligt. Mann kann taka miðnám, læra til
frisør, bilmekanikara. You name it, so er tað í
Glasi.
Nú fara øll at ganga »í« ella »á« Glasi. Tað
velst sjálvandi, um mann hevur rætta ella
meira vanliga orðið frammanfyri Glasir.
Og tað er nú mann brádliga skilir, at danir
fóru út at telja flaggstengur fyri at kunna
flagga fyri okkum! Tað er altso rímiliga impo
nerandi, at okkara ungu fara at ganga á glasi í
fleiri ár.
Men veruleikin er, at hetta loysir seg alt
sjálvt. Fløggini ger neyvan nakran skaða, vin
maðurin keypir mær byrsu og skúlin verður
sikkurt super. Hetta er ikki meira enn stormur
í Glasi.
Vetrarjazzur
í høvuðs
staðnum
Um vikuskiftið verður ein
ørgrynna av jazzi at hoyra í
høvuðsstaðnum.
Norðurlandahúsið saman við
Reinsarínum, Kaffihúsinum,
Sirkus og Hvonn, er aftur í ár
karmur um Vetrarjazz.
Skráin í ár er forkunnug við
m.a. Eivør, DR Bigband og
DR VokalEnsemble, Anniku
Hoydal umframt tað besta í
føroyskum jazzi. Har verða
konsertir, barnakonsertir,
Jam sessions, verkstova,
skrúðgonga, poetry slam og
mangt annað at uppliva.
Art night og
Party night
Fríggjakvøldið og leygar
kvøldið er Reinsaríið karmur
um fleiri jazzkonsertir. Fyrra
kvøldið verður kallað Art
Night, meðan seinna hevur
fingið heitið Party Night.
Sí meira á reinsariid.fo
Van Der Graaff í Reinsarínum fyri tey ungu Nú fer Reinsaríið undir konsertir í dagtímunum, og bjóðar tí dagstovnum og
frítíðarskúlum til interaktivan opera sjónleik við Van der Graff, fyrsta sýning er 25. januar. Van der Graaff er ein operaleik-
bólkur við teimum fýra: Jensinu Olsen, Herfinni Árnafjall, Kim Hansen og Jákupi Veyhe. Í ár bjóða tey til sýning á Reinsarínum
– framførslan er ein blandingur av sangum, tónleiki, komikki og improvisatión, har operasangur leiðir okkum ígjøgnum søgu
gongdina. Leikurin verður sýndur kl. 10 fyri dagstovnum og kl. 14 fyri frítíðarskúlum, dagarnar 25.-29. januar og 1.-5. februar