Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 22 SÝRAR Í ÚTLEGD EISINI TIL FÓLKAATKVØÐU JOHAN JACOBSEN S T-Friðarætlanin er ambi- tiøs av fleiri grundum. Millum annað tí hon fevnir eisini um sýrar í útlegd. Um ætlanin eydnast til fulnar kann ein hóma møguleikarnar fyri at fleiri av hesum sýrum kunnu venda heimaftur. ST-samtyktin sigur soleiðis, at eisini teir sýrar við valrætti, ið júst eru komnir til Íslands fáa møguleikan at velja, hvussu forsetin í heimlandinum skal eita. Tilsamans koma 55 sýrar til Íslands í hesum umfarinum. Hesi eru kvotuflóttafólk, ið koma úr ST- legum í Libanon. Og somuleiðis skulu teir av teimum 4 milliónum sýrum uttanfyri Sýria, við val- rætti, fáa ávirkan á gongdina í heimlandinum. Fleiri av hesum eru í Turkalandi, Jordan og Libanon, og so umleið ein millión eru komnir til Evropa og eisini fleiri til Norðurlond. Hetta verður uttan iva trupult at samskipa og ein risastór uppgáva hjá ST at samskipa. Eitt nú er staðfesting av tjóðskapi í samband við málsviðgerð hjá útlendingamyndugleikunum ikki altíð líka lætt at staðfesta og kann verða tíðarkrevjandi, tá ið sam- leikaprógv mangla. Men ST-samtyktin frá desember 2015 tekur støðið í rættinum hjá sýriska fólkinum til fólkaræðisliga ávirkan og eisini í líðingini hjá sýriska fólkinum gjøgnum 5 ára langa borgarakríggið. Ban Ki- Moon heitti á leiðarar um at vísa leiðaraevni og vísa veg fram til frið, nú eitt høvi er til tess. Óvist er um áheitanin hjá ST-forsetanum er tikin í álvara og nógv skal uppá pláss áðrenn fólkaatkvøða verður hildin í Sýria. Men hóast sannlíkt er, at tíðarætlanin verður broytt og stígur kemur í, so stendur tað eftir í samtyktini, at ein fólkaatkvøða skal haldast, har sýrar í útlegd eisini hava atkvøðurætt. Ymiskar støður Tað eru uttanríkismálaráðharrarnir John Kerry og Sergei Lavrov, ið føra stríðandi partarnar saman til tingingarborðið. At samskiftið millum Russland og USA, og eitt nú Stórabretland, kundi verið betri er eingin loyna og hetta skundar heldur ikki undir hesa týdningarmiklu tilgongd fyri friði. Herfyri skýrdi amerikanski fíggjarmálaráðharrin Putin at vera korruptan og bretskur dómari ákærir russiska forsetan at hava góðkent morðið á fyrrverandi russiska njósnaran, Aleksander Litvinenko. Soleiðis kundi sam- skiftið verið betri. Smálutir í amerikonsku upp- leggunum til friðartingingarnar er likið út til almenningin - neyvan av misgáum. Friðarætlanin inniheldur krøv, ið partarnir báðu megin hava sett fram, og ikki minst krøv, ið stórveldini Russland og USA nikka til, og sum ST-útnevndi friðartingingarleiðarin Staffan de Mistura evnar til. Tað sigst, at russar játtaðu seg til avtaluna um at fólkaatkvøða skal fara fram undir ST-eftirliti, afturfyri at amerikanarar gingu við til at Assad forseti situr til endan á skiftistíðini, ið endar við eini fólkaatkvøðu. At Russland er gingið við til hesar treytir er ikki júst soleiðis sum stjórnin í Damaskus hevði ímyndað sær tað. Serliga hetta við at sýrar í útlegd skulu hava atkvøðurætt, sigst vera ein trupulleiki, umframt at ST skal hava eftirlit við eini møguliga komandi atkvøðu. Stjórn- in í Damaskus ynskir at forsetavalið verður í 2021, og neyðugt er ikki 18. desember 2015 bleiv resolutión nummar 2254 einmælt samtykt í Trygdarráðnum hjá ST. Samtyktin staðfestir, at sýriska fólkið, eina og aleina, skal avgera hvør skal stýra teirra landi. Eisini sýrar í útlegd skulu hava atkvøðurætt til eitt komandi tjóðartings- og forsetaval. Hetta valið skal vera hildið undir eftirliti av ST-valeygleiðarum innan 18 mánaðir Friðarætlan fyri Sýria: Okkara serfrøðingur, Johan Jacobsen, cand.Mag í arabiskum, við servitan um Sýria og arabiska heimin