hósdagur 28. januar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
23
Staffan de Mistura greiddi
frá á tíðindafundi í vikuni um
avbjóðingarnar av at fáa partarnar
at semjast um, hvør skal umboða
sýrisku andstøðuna í tingingunum
við tíðarfreistum, tí í summar er
tjóðartingsval í Sýria og nýggja
tjóðartingið skal síðan evna til
eina grundlóg. Nýggja grundlógin
kann broyta tað soleiðis, at for-
setin verður beinleiðis útvaldur
av tjóðartinginum og ikki eini
fólkaatkvøðu, og tí er heldur
ikki neyðugt við ST-eftirliti til
forsetavalið.
Royndi arabiski tíðindamaðurin
Ibrahim Hamidi, ið skrivar fyri Al-
Hayat, vísur á at russiska luttøkan í
friðartilgongdini lættliga kann føra
til eitt læmið tjóðarting í Damaskus,
við sama forseta sum nú, og úrslitið
verður ikki ein nýggj sýrisk stjórn,
men heldur ein endurreisn av
sitandi, gomlu stjórnini.
Fátæk orð og nýtt
av hermótinum
Fleiri ivast nevniliga í, hvussu
reiðiligir russar eru í sínum
samráðingum, tí orð teirra sýnast
ofta at vera sera fátæk. Soleiðis
verður hol sett á eina politiska
tilgongd; drúgvar friðartingingar
við ymiskum útvaldum umboðum,
eini lagdari ætlan, fundarskráum
og líknandi. Ímeðan fara veruligu
tingingarnar harðliga fram á
vígvøllunum í Sýria við russiskar
hermegi og stjórnardeildum
hjá sýriska forsetanum. Síðan
desembur hava hesar herdeildir
alsamt vunnið seg fram í um-
stríddum økjum, t.d. í økinum
upp til turkiska markið og út til
Miðalhavið. Eingin steðgur er
í hernaðarligu tiltøkunum frá
russum, nú friðartingingar eru
komnar á skrá. Soleiðis stendur
sýriski stjórnarherurin saman við
russisk, iransku hermegini nógv
betur fyri nú samanborið við
septembur 2015, tá ið russar løgdu
uppí stríðið.
Og friðartingarnar hava eisini
fingið eina tunga byrjan við eini
ósemju um hvørji umboðini fyri
andstøðuna skulu verða. Ting-
ingarnar skuldu byrja mánadag í
hesi vikuni, men síðan var hetta
útskotið til fríggjadag 29. januar.
Russiski uttanríkismálaráðharrin
Lavrov legði í farnu viku fram
ein lista av andstøðuumboðum,
sum russar vildu hava við til
friðartingingarnar – umboð, sum
standa stjórnini í Damaskus nakað
nærri. Soleiðis, beint uppundir
friðartingingarnar, eru tveir listar
av umboðum fyri andstøðuna; ein
russiskur listi og ein annar, ið er
grundaður á ráðstevnuna, sum var
í Saudiarabiska høvðusstaðnum,
Riyadh, fyri jól, har ið umboð fyri
andstøðuna blivu vald.
Hinvegin er tað turkar, ið nokta
nøkrum bólki við samstarvi til
kurdiska arbeiðaraflokkin, PKK,
atgongd til tingingarnar. Turkar
meta PKK vera ein yvirgangsbólk.
Vandi er sostatt enn fyri,
at tingingarnar ikki koma av
bakkastokki fríggjadag.
ST-samtyktin staðfestur at
atkvøða um tjóðarting og nýggjan
forseta skal verða umleið august
2017. Og longu nú í mai skal
sitandi tjóðarting frá valdinum
og eitt fyribils lóggávuráð setast.
Herafturat leggur ST-samtyktin
upp til, at mann í Íslandi og øðrum
londum har sýrar hava fingið frið-
skjól, eisini skulu fyrireika val av
sýriskum forseta, vónandi einaferð
í nærmastu framtíð.
ST-samtykt nr. 2254:
Ein stromm tíðarætlan við greiðum stigum ímóti friði:
Innan 6 mánaðir skal eitt fyribils tjóðarting setast og grundlóg orðast
Innan 18 mánaðir er forsetaval, har sitandi forsetin ikki stillar upp
Yvirgangsfelagsskapir sum al-Nusra og IS/Da´esh sleppa ikki framat
Leysir endar undan
tingingunum:
• Ósemja um hvør skal
umboða andstøðuna, hóast
komið er til 11. tíma og
innbjóðingarnar eru skrivaðar
• Tingingarnar verða óbeinleiðis,
at byrja við vera umboðini fyri
stríðandi partarnar ikki í sama rúmi