Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 24 ÁRNI GREGERSEN Í kvøld verða borgararnir í Grinda­vík bodnir til norður­ lendskt mentannar­kvøld. Útnoðurráðið skipar um vikuskiftið fyri temaráðstevnu um Arktis, men longu í kvøld er ætlanin at gera vart við, at hetta gongur fyri seg í Gridnavík. Tað er føroyski limurin í for­mans­ skapinum í Útnorður­raðnum, Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, sum hevur mælt til at eitt slíkt mentakvøld verður hildið aftur. – Tá ið vit høvdu fund í Grønlandi í Taslilaq, skipaðu vit fyri einum mentunnarkvøldi. Hetta kom so at siga úr ongum, men eg fari ongantíð at gloyma, hvussu væl hetta eydnaðist, sigur Kári P. Højgaard. Síðani er hetta gjørt fleiri ferðir – seinast í skúlkanum við Løkin sein­ asta heyst. Mentannarkvøldið verður hild­ ið í ítróttarhøllini í Grindavík. Tveir grønlendskir sangarar fara at syngja, umframt at harmonika og felags­ sangur eisini verður á skránni. Matmentanin úr teimum ymsu londunum verður eisini víst fram og fólk sleppa at smakka matin. Teir báðir limirnir í ráðnum, Kári P. Højgaard og Jørgen Niclasen, hava eisini syrgt fyri, at luttakararnir sleppa at smakka turra grind og spik og so eisini skerpikjøt. Løgtingið og uttanríkispolitikkurin Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, skal halda fyrilestur um Løgtingið og uttanríkispolitikkin. Á temaráðstevnuni í Grindavík í Íslandi, er formaðurin í Fólka­flokk­ inum, Jørgen Niclasen, ein av fyri­ lestrar­haldarunum. Føroyski politikkarin skal tosa um, hvussu nógv tjóðartingið í Føroyum, Løgtingið, í veruleikanum leggur seg útí rikna uttanríkispolitikkin. Jørgen Niclasen fer í fyrilestri sínum at greiða frá sjálvari lóggávuni í Føroyum, men hannf er eisini at lýsa viðurskiftini á uttanríkisøkinu, sum tey eru sundurbýtt millum Føroyar og Danmark. Taann menning, sumn hevur verið á hesum øki tey mongu seianstu ár­ ini, fer løgtingsmaðurin eisini at lýsa í fyrilestri sínum í Grindavík. Jørgen Niclasen hevur í sínari tíð millum annað verið landsstýrismaður við uttanríkismálum. Tí verður hann eisini mettur at hava førleikan at veita innlit í viðurskiftini millum Løg­tingið og landsstýrið seinastu mong árini. Seks tingfólk á ráðstevnu í Grindavík Arbeiðið í Útnorðurráðnum fær høga raðfesting í Løgtinginum. Saman við Grønlandi og Íslandi eru Føroyar út­ norður og eru limalondini í Út­norður­ ráð­num. Felagsskapurin hevur javnan fundir og ráðstevnur og fyri 20.ferð hevur felagsskapurin temaráðstevnu í Grindavík í Íslandi. Seks føroysk ting luttaka á ráð­ stevn­uni. Tey eru Kári P. Højgaard, Nýtt Sjalvstýri. Kári P. Højgaard situr í formansskapinum og er annar næst­formaður. Hini fimm, sum eru farin á ráðstevnuna eru: Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Magni Laksá­foss, Sambandsflokkurin, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Jenis av Rana, Mið­flokk­urin og Annika Olsen, uttan­ flokka. Høgni Joensen er við sum skrivari hjá nevndini. Jørgen Niclasen fer í fyrilestri sínum at greiða frá sjálvari lóggávuni í Føroyum, men hannf er eisini at lýsa viðurskiftini á uttan­ríkis­ økinum, sum tey eru sundurbýtt millum Føroyar og Danmark« SERVERA SKERPIKJØT OG TURRA GRIND Mentunanr kvøld verður í Grindavík, nú Útnorðurráðið hevur lagt temaráðstenuna úti á Reykjanesi POLITIKKUR Jørgen og Kári Jørgen Niclasen skal halda fyrilestur í Grindavík MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN