Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 25 ÁRNI GREGERSEN H esaferð heldur ráðið eina temaráðstevnu – ta 20.av sínum slag – har Arktisk og góðan stjórnarsið. Ráðstevnan verður um viku­ skiftið í Grindavík í Íslandi. Yvirskrivtin fyri ráðstevnuni er »Fólkaræði í útnorði – leikluturin hjá tjóðartingunum í rikna politikk­inum í Arktis.« Endamálið er at varpa ljós á møguleikarnar hjá parla­mentarik­ arum í Føroyum, Grønlandi og Íslandi at ávirka tær avgerðir, sum stjórnirnar taka um viðurskiftini í Arktis. Temaráðste vnan hevur eisini til endamáls at lata vitan og inn­lit til tjóðartingsumboðini úr Grøn­ landi, Føroyum og Íslandi, so hesi kunnu vera betur ílatin at viðgera spurningar sum hava við Arktis at gera og at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin er góður og sið­ iligur. Tjóðartingslimirnir skulu, eisini læra at síggja, hvørja ávirkan poltiiskar avgerðir hava á lívð í Arktis og serliga hvussu hesar av­ gerðir ávirka gerandisdagin hjá upp­runafólkinum í Arktis. Nógvir fyrilestrar verða hildnir av granskarum og øðrum, sum hava serligan førleika og serliga vitan um hesi viðurskifti. Altjóða fyri­ lestrarhaldarar Tað eru ikki bert norðurlendingar, sum skulu halda fyrilestur á ráð­ stevnuni í Grindavík um viku­ skiftið Dalee Sambo Dorough, doktari, kemur úr Alaska. Hon er serkøn í viðurskiftum hjá upprunafólki og hon er ráðgevi hjá ST í málum hesum viðvíkjandi. Á ráðstevnuni fer hon at tosda um hvussu stjórnir eiga at reka politikk, so hesin politikkur sam­ svarar við yvirlýsingarnar hjá ST Zlatko Sabic er professari við lærda háskúlan í Ljubljana. Hann fer at tosa um møguleikarnar hjá tjóðar­tingslimum at fáa størri ávirk­an á uttanríkispolitiska ar­ beiði hjá stjórnunum. Hetta er eitt nýtt kjak, sum hev­ ur tikið seg upp á altjóða­pall­inum og sum er ein avleiðing av tí mill­ um – og altjóða samstarvi, sum sæst nógvastaðni í dag. Aðrir fyrilkestrarhaldarar eru norðurlendingar, sum í mong ár hava arbeitt við spurningum, sum nema við Arktis og samstarvið kring Arktis. Ein teirra er Anna Sofia Lava, sum skal halda fyrilestur um ávirkanina hjá Føroyum á arktiska politikkin. Gjøgnum stovns­sam­ starv. Hon fer eisini at tosa um før­oyskan uttanríkispolitikk við ser­ligum atliti at útnorði. Anna Sofia Lava er útbúgvin á lærda háskúlanum í Roskilde og er verkætlanarsamskipari fyri Tjóð­ veldi á Christiansborg. ARNIG@SOSIALURIN.FO Arktis ovast á breddanum Enn einaferð er Arktis ovast á breddanum hjá Útnorðurráðnum Dalee Sambo Dorough Kári P. Højgaard, er 2. næstformaður í Útnoðurráðnum Zlatko Sabic Útnorðurráðið Anna Sofia Lava