Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 26 MENTAN TJÓÐHILD PATURSSON O nnur so sveimandi og marka­leys. Hon er frí og ger tað henni lystir, mest fyri sína egnu gleði og sín egna stuttleika, men eis­ini fyri, at kannandi eygleiða tey aftur­ svar, hon møtir í fólki. Hin eis­ini sveimandi, men inni í sínum egna høvdi, við smáum avbrotum í tanka­ streym­inum, við varligum men av­ gjørdum íkastum til okkara veru­ leika. Avgjørdum, men avgjørt eisini skemt­iligum; sum hon av og á vaknar frá tankamjørkanum og minnist, at lívið er bara ein stuttlig tekniseria – tekni­serian, sum hin fyrra livir sín ger­andis­dag so livandi í, og sum vit onn­ur onkuntíð gloyma er ein skemti­røð. Tær báðar eru tær tvær síðurnar av nýggja parlagnum »Sóley og Katrin«. Nei, hetta er ikki eitt sovorðið parlag, sum vil skrásetast, men eitt óskrásett listarligt parlag – ein lista- DUO, sum tey kulu kalla tað. Ein leik­ bólkur siga onnur. Hitt vit mangla eitt føroyskt orð fyri Av og á hendir tað, at vinfólk, sum tú hevur kent so at siga alt lívið, finna saman – hetta er møguliga ser­før­ oyskt, og vit áttu heilt víst at funnið eitt serføroyskt orð fyri hetta. Tað er eitt mál fyri málnevndina – ja, eg royndi at finna uppá okkurt, men tank­ar­nir vildu ikki hugsa (takk fyri vøkru og greiðu vendingina Kaj Leo, eg skyldi tær eina!). Fyrstu ferð tú hittir hesi bæði vinfólkini aftur, saman og forelskaði, so hendir eitt av tveim­um: Tú hugsar: Sjálvandi! Orsaka, góðu vinfólk, at eg ikki kom í tankar um hetta og førdi tykkum saman fyrr. Tað hevði spart tykkum so nógv stríð, so nógva sminku, so nógvar øl, so nógvar bio­ graf­túrar, so nógvar biltúrar, so nógv­ ar bókasavnsvitjanir, ella hvat enn tit gera, tá ið tit eru úti og leita eftir ein­ um potentiellum maka. Tú hugsar: Ha? Hatta hevði eg ikki sæð koma, og eg síggi tað enn ikki. Hatta fer ongantíð at ganga. Hon er alt ov ‘soleiðis’ og hann fer ikki at orka fyri ‘hinum tú veitst’. Ella hann er alt ov ‘so’ í mun til hansara ‘so’. Nei, hatta fer ongantíð at ganga! Ómaka parið Eftir míni egnu (ósignifikantu) stat­ istisku uppgerð, so eru tað tey í bólki tvey, sum eydnast. Møguliga tí, at tey hava funnið okkurt í hvør øðrum, sum vit onnur ikki síggja. »Sóley og Katrin« eru eitt slíkt par. Tað var óvæntað og onkusvegna óveruligt, men at síggja tær báðar hinumegin skypeskermin, tosandi um alt tað tær leggja ætlanir um, fekk meg at gleðast og at gleða meg, til alt tað tær báðar hava at bjóða okkum øðrum, sum alt ov ofta goyma at lívið (eisini) er ein skemtirøð. Absurdir sannleikar – Vit vilja vísa á tað absurda í summ­ um av teimum sannleikunum sum finnast í okkara samfelag, siga tær báðar so samdar. Tær báðar fáast við tað man kallar Performing Art, eitt savnandi hugtak, sum í teirra føri fevnir um alt frá sosialrealismu, polit­ iskum absurdum teatri, kabarett og møgu­liga onkrum sangi. Tær fram­ føra til Vetrarljós 2016 og tað tilfarið er skrivað sum sketjir; tær vilja tó ikki binda seg fastar í nakran ávísan form. – Møguliga vit einaferð fara at skriva eitt sovorðið teaturmanuskript við einum klassiskum dramatiskum vendi­punkti, møguliga ikki, siga tær. Orsøkin til, at tær arbeiða í so leys­um formi, er sambært teimum sjálv­um serliga fyri at leysríva seg frá teirru fíggjarligu mylluni, sum oftast kann vera púra drenandi fyri tað kreativa arbeiðið. Vit vilja vísa á tað absurda í summum av teimum sann­ leikunum sum finnast í okkara sam­felag« VILJA VÍSA Á TAÐ ABSURDA Í OKKARA SANNLEIKUM Tá ið tú ert 27 ár, so eigur tú at hava eini tvey børn, helst eina út­ búgv­ing, eitt hús og eina kettu sum elskar findus-mat. Tað er sum, at tað verður sett spurnartekin við tín eksistens, siga Sóley & Katrin, nýggja føroyska listaparið við sansi fyri tí stuttliga og absurda Vín, reyðsokkar og tað absurda á Skype Framhald á næstu síðu