Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 28 Feminisma er eitt savnandi heiti fyri rørslur og ideologiir sum hava tað til felags, at tær vilja geva kvinnum somu búskaparligu, politisku og sosialu møguleikar sum menn. Tað finnast nógvar ymiskar greinar av feminismu, millum annað liberalfeminisma, radikalfeminisma, serartsfeminisma og queerfeminisma; sum allar hava ógvuliga ymiskar áskoðanir á hvussu vit fáa javnstøðu, hvat tað er at vera ein maður og hvat tað er at vera ein kvinna. Áðrenn tú byrjar at kjakast við ein feminist í býnum ella í Keyp­ samtøkuni, hugsa so um: ■ At ein feministur er eisini alt møguligt annað enn feministur. So eins og eitthvørt annað menniskja við einum fjølbroyttum tankalívið, so er ikki vist at tey ALTÍÐ hava hug at kjakast um javnstøðu og kvinnu­ spurningar – heldur ikki hóast tey onkuntíð gera tað alment. Onkuntíð tey møguliga heldur vilja tosa um okkurt av hinum nógva sum eisini ger tey til menniskju. ■ At feministar ikki hava annað til­ felags enn at tey ynskja javnstøðu mill­um kynini – so ert tú vís/ur ið at tit hava nakað at kjakast um? Ella kundi tað hent seg at tú eisini ert feminist? Um so er, kanst tú kanska held­ur spyrja um nakrar góðar bøkur at lesa um evnið – vænta tó ikki at allir feministar vita alt møguligt um femi­nismu. Nøkur okkara hava bara kon­sta­tera at vit eru fyri at geva kvinn­um somu búskaparligu, politisku og sosialu møguleikar sum menn. POST@SOSIALURIN.FO – Vit royna at skera tann faktorin út, og prika, viðmerkja og hava tað stutt­ligt, uttan at vera bundnar at fígg­ing uttanífrá. Vit vilja ikki seta okk­um í tað støðu, at pengar halda okk­um aftur, siga tær. Hetta merkir eisini, at upp­set­ ingar­nar hjá Sóley & Katrini, fyrst og fremst verða framførslur uttan búnar, uttan rekvisittir, uttan ljós og pall. – Vit leggja dent á tekstirnar vit skriva, og dyrka tað simpla, siga tær báðar. Sum dømi um tað absurda nevna tær alt kjakið, sum einaferð var um at fáa kvinnur í burðardyggum aldri aftur til Føroya. Tí hvat er ein burðar­dygg kvinna? Kann ein kvinna ikki vera burðardygg uttan at vera burðarfør? Og hvussu við monn­ unum, tað skulu jú tvey fólk til at gera eitt barn – so hví tosar man ikki um menn í burðardyggum aldri? Hvussu ber tað til at vit í almenna kjakinum seta orð á júst hvat fyri kvinnu vit ynskja heim aftur til Føroya, ímeðan menn­irnir eru ódefineraðir, spyrja tær. Farliga feminisman og hinir skitnu reyðu sokkarnir Katrin og Sóley nevna eisini stóra trýstið, sum er á føroyskar kvinnur til at fáa børn. Tær eru báðar síðstu í 20’unum, og merkja ógvuliga væl sosiala trýstið: – Tá ið tú ert 27 ár, so eigur tú at hava eini tvey børn, helst eina út­ búgv­ing, eitt hús og eina kettu sum elskar findus-mat, sigur onnur. Og hin leggur afturat. – Ja, tað er sum, at tað verður sett spurnartekin við tín eksistens uttan alt hatta – uttan børn. Hvør er mín leiklutur í samfelagnum sum kvinna uttan børn, spyrja Katrin og Sóley. Hóast feministiska kjakið fyllir nógv, eru eisini aðrir spurningar ið upp­takað tær báðar ungu lista­dam­ ur­nar. Tær ynskja at varpa ljós á hvønn føroyska samfelagið er bygt til, og hvønn tað ikki er bygt til. Tær vilja seta fokus á tey, ið onkusvegna eru útihýst. – Tað er sum, at rætti átrúnaðurin, rætta útbúgvingin, at vera ítrottafólk, ella okkurt annað av tí ‘rætta’, gevur fólki í Føroyum rætt til at døma og við­merkja, hvussu onnur fólk liva, halda Katrin og Sóley. Hóast skype førir fólk saman, kann frástøðan millum partarnar ikki sleppast undan – serliga, tá ið tosað verður tvørtur um mentanir. Fyri undir­ritaðu, sum sat Svøríkismegin skype­sam­bandið, var kjakið og prátið Sóley & Katrin førdu, tíðiliga feminist­iskt; men Sóley & Katrin vilja ikki bólkast sum feministiskur sjón­ leika­bólkur – hetta høvdu tær nokk ikki sloppið undan í Svøríki. Sóley & Katrin vilja heldur enn at bólka seg sjálvar sum eitt ella annað, lata tað upp til áskoðaran at seta orð á. Sketjirnar, hugleiðingarnar og tekstirnir snúgva seg ikki um javn­ støðu burturav, og hvørki inni­haldið ella formurin er fastur. Innihald og formur fer at broytast so hvørt tær báðar finna stevið, og so hvørt sum sam­felagskjakið skiftur. Tær báðar halda, at orðið femi­ nist­ur er vorðið sum eitt banni­orð í Føroyum. – At siga man er feminist er sum at siga, at man er nazist, sigur onnur. – Summi gloyma, at tað finnast ekstremir í øllum ‘ismum’, men at hetta ikki merkir at øll ‘isman’ er ekstrem’ sigur hin. – Man kann siga, at teir reyðu sokk­arnir eru vorðnir í so skitnir av øll­um runubløkunum, ið tveittir hava verið eftir teimum’ sigi eg at enda. ‘Skál’ siga við allar, og lyfta gløs­ ini upp ímóti myndatólunum á teld­ unum. – Ja, tað ber saktans til at hava langar meir ella minni meiningsfullar vínsamrøður á skype. Tað góða er, at eingin luktar tað um tú prumpar. Tað ringa er, at um títt vín verður uppi, so kanst tú ikki fáa burturav frá hinum – men tá ber altíð til at leggja á og seinni siga at internetsambandið fór. Tað er ein lættur máti at enda sam­ røð­ur, um tú eisini ert ein so­vorðin, ið ikki ordiliga veit, nær tú skalt steðga. Hesin mátin riggar tó ikki so væl longur, tí internetið er vorið so støð­ugt. Fyrimunir og vansar eru við øllum. Men tað ber so altíð til at siga at battaríið bleiv uppi – tað virk­ar ikki sum, at battarí góðskan klárar at fylgja menningini á øðrum tekn­isk­ um økjum. Fyrimunir og vansar eru við øllum. Nú er battaríið á míni teldu eisini við at vera uppi, og greinin má tí enda her. Vilja tit forvitnast meira um ‘Sóley og Katrin’, so kunnu tit ‘Lúra í pappírini’ (sí boks her á síðuni), og har­eftir fara til teirra fyrstu fram­ førslu sum verður til Vetrarljós 6. február. POST@SOSIALURIN.FO Tit, sum ikki klára at bíða til fyrstu framførðsluna hjá teimum báðum til Vetrarljós 6. február, ella vit onnur, sum tíverri ikki fáa verið til framførsluna, kunnu troysta okkum við at lúra niður í onkur av nógvu pappírunum og hugskotunum á borðinum (tað er ikki skammiligt at lúra um tú hevur fingið loyvi, og tað hava vit, so lúr nú bara!): Á borðinum liggur ein fiktionell skeiðslýsing: Ert tú í vanda fyri neyðtøku? So er hetta skeiði júst til tín! Nógvar kvinnur eru væl­skilj­ andi í sjokkið av frágreiðingunum um neyð­tøku, sum eru komnar inn til Kvinnu blaðið í seinastuni. At tílíkt hendir í Føroyum er heilt óveru­ligt og tí hava tær báðar vin­ konur Teresa Vingsjø og Maria Kristina Hansen úr Kvívík valt at deila sína søgu, og geva ráð um hvussu tær hava borið sær undan at verða neyð­tiknar! Sum inngangstekstur til eina aðra sketch stendur soleiðis: Hví eitur tað ikki vaski maður? Tað er fríggjakvøld. Betty og Kinna – tvær stakar einsamallar mammur eru til arbeiðis sum vaski konur á einum stovni. Tær báðar vaska aftaná vanliga arbeiðstíð fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tær hava lítla tíð til vinfólk, ikki ráð at fara út, men hugna sær altíð óført við at drekka sær eina góða kenning ímeðan tær vaska barnagarðin! Kann nakar okkara IKKI for­ vitn­ast hvat síðani hendir í hasi sketch’ini? Og kann nakar okkara IKKI øvunda teimum báðum bara eitt lítið sindur fyri, at duga at finna hugna í tí, sum kundi verið teirra strævni gerandisdagur? Og kann nakar tykkara lata vera við at hugsa um, hvat man kallar ein mann sum arbeiður við at vaska? – Tað er so ikki vaski­maður! POST@SOSIALURIN.FO Vetrarljós 2016 Leygardagin 6. februar verður tiltakið Vetrarljós 2016. Í stuttum er tað dagurin vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars. Tónleikur verður í býnum frá kl. 15.30 til kl. 22.00. Sum nakað nýtt verður eisini sjónleikur, filmsbrot og list annars, sum skal prýða býin hendan dagin. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri tiltakinum, Vetrarljós. Tiltakið er almennt og ókeypis. Endaliga skráin verður kunngjørd í næstum á facebook.com/vetrarljos KELDA: AV HEIMASÍÐUNI HJÁ VISIT TÓRSHAVN Feminisma – og hvussu tú tosar við ein feminist Vit lúra í pappírini MENTAN »Tað er sum, at tað verður sett spurnartekin við tín eksistens uttan alt hatta – uttan børn. Hvør er mín leiklutur í samfelagnum sum kvinna uttan børn«