Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 29 »Perfume Variations« er triðja útgávan hjá Benjamin Petersen. Hóast, at útgávan bæði var goymd og næstan eisini gloymd í einari skuffu í nøkur ár, so verður heildarmyndin av henni bara betri við tíðini SIGURJÓN EINARSON V anliga eru »nótar« nakað, ið vit seta í samband við tónleik. Men visti tú, at orðið eisini verður nýtt til at lýsa eitt luktilsi? Nótar hjá einum luktilsi eru grundin til, at eitt luktilsi fær tey ymsu angarnar yvir eitt ávíst tíðarskeið. Tá tú angar til eitt luktilsi í handlinum og sprænir eitt sindur á handliðið, er angin heilt øðrvísi í mun til luktin, tú kanst anga bert ein hálvan tíma seinni. Undarligt nokk er talan enn um sama luktilsi. Seinni á degnum kann luktilsi aftur hava fingið eitt øðrvísi »skap« (ein øðrvísi anga). Vegna ymisku nótarnar í luktilsinum, so hevur luktilsi fingið tríggjar ymiskar angar í síni »livitíð«. Nótar kunnu deilast upp í tríggjar ymiskar bólkar: Ovastu nótarnar, mittastu nótarnar og grundnótarnar. Teir ovastu nótarnir, ið eisini liggur til navnið, eru eisini teir nótar, sum liggja ovast. Tað vil siga, at tað er tann angin, tú angar, tá tú angar til eitt luktilsi í handlinum. Ovasti nótin fer tó burtur rættiliga skjótt. Longu eftir 10-15 minuttir. Hetta er grundin til, at fleiri seljarar av luktilsum mæla til, at tú sprænir luktilsi á títt handlið, sum tú letur turka yvir stutta tíð. Hetta er tilmælið, ið tú fært, soleiðis at tú kanst fáa eina kenslu av, hvussu luktilsi í veruleikanum angar. Tað eru júst tær mittastu nótirnar, sum er tann týdningarmiklasti parturin av luktilsinum, ið heldur í longst tíð. Hesin nótin heldur áleið 30-45 minuttir. Síðst, men ikki minst, so inni- heldur eitt luktilsi teir sokallaðu grundnótarnar. Grundnótarnir eru ofta ógvuliga týðiligir í einum luktilsi, tá tað eru hesi luktevni, sum syrgja fyri, at virknaðurin av luktilsinum ikki dampar alt ov tíðliga. Vegna hesar tríggjar nótarnar, kanst tú tí fáa tríggjar ymiskar angar í einum luktilsi. Ein skal tí ikki lata seg lumpa av tí fyrsta anganum, ein møtir. Tú kanst jú gerast ovfarin av samlaða úrslitinum, tá alt kemur til alt. Útgávan, ið næstan ikki kom út Nú, tá ið tú hevur fingið innilit í, hvussu eitt luktilsi uppførir seg, so kunnu vit fara víðari við útgávuni hjá Benjamin Petersen, »Perfume Variations«, ið er ein sera fjølbroytt útgáva við átta løgum, sum er samansett av fleiri ymiskum tónleikastílum. Men týdningar- miklasta av øllum er, at tað heldur. Tað riggar! »Perfume Variations« er triðja útgávan hjá Benjamini, men til hesa útgávuna er ein søga aftanfyri, hví tað hevur tikið so leingi at fáa hana út. Vegna ósemju millum Benjamin og týska plátufelagið, kom hendan útgávan at liggja í einari skuffu, eftir hon varð tikin upp í 2012, har hon næstan fór í gloymibókina og ikki kom út – inntil í 2015. Og tak og lov fyri tað! Tí her er talan um eina frálíka útgávu, ið hevur eitt altjóða ljóð og rák yvir sær. Heildarupplivilsið er gott Tá tú sprænir luktilsi fyrstu ferð á handliðið – og hoyrir útgávuna fyrstu ferð, so er fyrsti tankin, at her er talan um rættiliga áhugaverda útgávu, tó uttan, at tað er nakað heilt serligt, ið skilir seg út. Tá tað kemur til mittastu tónarnar – sum er tann týdningarmiklasti parturin av luktilsinum – so byrjar útgávan so við og við at opna upp fyri mær, og eg byrji at leggja til merkis ymiskt á útgávuni, ið tiltalar meg. Her er eitt sindur av post-rokki, eitt sindur av 80-90-ara popp-rokki og so eisini eitt sindur av elektro-poppi. Alt hetta verður kryddað við flottum og góðum gittarriffum, ið sníkja seg framat í teimum ymisku sangunum og veksur um útgávuna í vavi. Síðst, men ikki minst, so inni- heldur eitt luktilsi teir sokallaðu grundnótarnar. Grundnótarnir eru ofta ógvuliga týðiligir í einum luktilsi, tá tað eru hesi luktevni, sum syrgja fyri, at virknaðurin av luktilsinum ikki dampar alt ov tíðliga. Grundnótarnir á »Perfume Variations« halda! Hetta er ikki ein útgáva, ið »dampar alt ov tíðliga«, nei, hon heldur í longdini. Góða fjølbroytni á útgávuni, saman við myrka huglagnum, hevur við sær, at talan er um útgávu, sum hevur sítt egna livandi orðalag og ljóð, ið er alt ov gott til at liggja í einari skuffu. »Perfume Variations« fær fýra væl angandi stjørnur út av fimm! TÓNLEIKUR VÆL ANGANDI TÓNAR FRÁ BENJAMINI ★★★★★ Ummæli @CHRISTA REYNHEIM @TUTL