Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 33 Komandi partur Í komandi parti byrjar ein røð um tey 12 Mortensen systkini á Argjum ikki so stórur vandi fyri at møta einum bili. Men hendi tað, kundi tað gerast eitt sindur trupult, so smalir vegirnir vóru. Hetta kundi vera hjá Jóan Jakku skómakaranum oman móti Vágsbotni. Men har er nú einsrættað. (Um onkur veit um líka gamlan kvinnuligan sjafør, vilja vit fegin frætta!) Áðrenn sonurin fekk koyrikort, plagdi hann at spæla til dans. Tá koyrdi eg hann runt við trummusettinum, hinir musikararnir sluppu sjálvsagt eisini við. Vit vóru nógvastaðni, eisini á bygd. Eg var ein sokallað »rodie« hjá teimum. Tað var ein stuttlig tíð. Í heiminum við Dalavegin eru altíð komin nógv fólk, eisini nógvur ungdómur. Onkur av børnunum hjá Elnu og Jógvan hava búð hjá okkum nøkur tíðarskeið. Mær hevur altíð dámt væl at hugna mær heima. Í uppvøkstrinum hjá børnunum plagdi eg leygarkvøld at baka rosinukøku, so fingu vit heita rosinukøku og fóru so ein biltúr. Sunnumorgun fingu vit ein bita av køkuni til morgundrekka. Tað dámdi teimum so væl, tað var so hugnaligt. At rosinkøkan hjá Mathilda er leskilig fekk tann, sum skrivar hetta, vátta nú um dagarnar Mathilda bjóðaði ein drekkamunn við rosinukøku, hon sjálv hevði bakað! Peter doyði 21. september 2006. Vit fingu tvey deilig børn, Marjun og Hermund. Ommu- børnini eru fimm og langommubørni eru seks. Hermund býr her á trøðni, Marjun býr stutt hiðani. Eg havi samband við tey hvønn dag. Tey hjálpa mær, tá eg havi tørv á tí. Pápi giftist aftur við Valborg f. Simonsen, ættað av Velbastað. Hon var lærari á Eiði í 40 ár, eisini hjá mær. Valborg doyði í 1967 og pápi í 1969. Hann búði seinastu árini hjá okkum. Tøkk til Mathildu Hetta var søgan hjá Mathildu, og skal hon hava tøkk fyri hennara íkast til søguna og lagnusøguna hjá føroyingum í 20. øld. Vit vita, at fólk hava lisið hesa frásøgn við áhuga. Mathilda fekk eina harða lagnu, tá ið hon eftir fýra árum misti systir, tveir beiggjar og mammuna. Men hennara jaliga lyndi hevur merkt hennara lív, og tað man hava gjørt sítt til, at hon er so væl fyri. Rætting frá seinasta parti: Britt og Hans Andreas hjá Theodor fingu fýra børn. Mamma Peter var Jacobine Christine Sofie Simonsen f. 1892, úr Norðradali. Hon giftist við Jákup Hans Jacobsen, sum búði við Dalavegin. Tey fingu fimm børn. Jákup Hans var eitt rættiligur ævintýrari. Í 1912 fór hann saman við Christian í Dali, loðsinum, við motorbátinum Louise til København, har stór fiskivinnustevna var hildin. Ferðin var annars av teimum ringu, lugar og motorrúm vóru tilskalkað og róðursmaðurin íbundin. Stýrhús var einki tá á døgum, og ikki mundi vera hugnaligt niðri undir heldur enn á dekkinum. Jacob Hans fekk í 1913 brúk fyri ummæli, og hetta fekk hann frá Christiani, sum m.a. skrivaði: »Herved bevidner jeg undertegnede, at Hr. Jaob Hans Jacobsen af Thorshavn har sejlet med min Motorbaad Louise i ca. 10 Maaneder som Motorpasser og har i den henseende vist sig at være sin Stilling fuldt ud voksen og kan jeg paa bedste Maade anbefale ham som Motorpasser. Det bemærkes, at omtalte Motorbaad Louise af Thorshavn er den første Motorbaad, som tilbagelagde Vejen over Atlantshavet fra Thorshavn til København. Tillige bemærkes, at omtalte Hr. Jacobsen har vist sig som en udmærket Sømand. Thorshavn, den 14de April 1913 Chr. Christiansen, Lods Í 1940 var Danmark hertikið, og í Føroyum vóru nakrir fáir danir, ið vildu sleppa heim. Skipað var fyri at fara við Róki hjá Skipafelagnum og var Jákup Hans ein av manningini. Teir noyddust at leggja at á Eysturlandinum fyri at væla um motorin, og so víðari ta longu leið runt Kirkenæs, har ferðafólkið fór í land. Og so ikki um at tala ferðina í 1952 við áttamannafarinum Tusk við Carl Johan Bech og Anders Hansen heilt til Helsinki, har olympiskir leikir vóru um hetta mundið. Føroyska merkið varð enntá vundið á stong fyri teimum. Minningarorð Tá ið Jacob Hans doyði i 1977 skrivaði Kjartan Mohr m.a í Dimmalætting: Jacob Hans náddi til tey 85 árini. Hann var borin í heim úti í Bø, har foreldrini høvdu heim sítt, sum nú er burtur, og stórt sementhús er komið í staðin. Úti í Bø var ein býlingur fyri seg sjálvan, ið tá í tíðini var niðri við sjóvarmálan, tí Havnin hevði bert sjógvin at líta á. Her vaks Jacob Hans upp saman við brøðrum sínum, ið vóru fýra. Allir uttan tann yngsti, Holberg, vóru sjómenn. Jacob Hans minnast vit eina mest frá tí tíðini, tá ið Vágsbotns handil var í blóma. Hann sum so mangur annar arbeiðsmaður og sjómaður hevði bert hendurnar at líta á og tók tí alt fyrifallandi arbeiði bæði á sjógvi og landi. Tá í tíðini var útróður ein týðandi táttur í Havn, og eg kann minnast, at Jacob Hans fiskaði við motorbátinum hjá Vágsbotnhandli, kallaður Svarti. Tann manningin avreiddi í Vágsbotni og hinumegin Havnará róðu bátarnir hjá Evensen, Eivind og lítla Anna, út og avreiddu hjá Evensen á Evensens brúgv. Tað var ein kapping millum bátarnar, ið komu fullfermdir av toski, veitt mest úr Vesturhavinum. Eisini sum traðarmaður hevur hann lagt ein minnisvarða eftir seg, eins og pápin ið legði ta trøðna inn, har Jacob Hans hevði sítt heim upp við Dalavegin, eitt satt prýði fyri tann, ið vil gera nakað fyri at dyrka jørðina. Jacob Hans var giftur við bóndadóttir úr Norðradali, og eru børn teirra sermerkt við at hava foreldur, ið hava knýtt tey til heimið og samanhald. Eitt, ið eyðkendi Jákup Hans var, at hann var ein trúgvur kirkjugangari í okkara gomlu Havnar kirkju, har hann hevði sín fasta sess, eins og enn nógv av teimum gomlu hava frá ungum árum av. Tað verður saknur at koma aftur á Dalavegin, og eingin Jacob Hans er at síggja í túninum«. Carl Johan Bech hevði eisini minningarorð, har hann lýsti Jacob Hans sum ein brand. Hann skrivaði m.a.: »Innanoyggja gjørdi tú óteljandi ferðir við posti og farmi og var væl umtóktur hvar á leið tú komst. Øll kendu og virdu Jacob Hans«. PANSARIN VAR EIN KNASSI Jacob Hans til róðurs millum lond saman við Carl Johan Bech Synirnir hjá Marjun, Peter og Lars Børnini hjá Hermund, v.f. Elin, Hildur og Kim Bogi Børnini Marjun og Hermund Jógvan, beiggi Mathildu, mundi eins og beiggjarnir fingið eina váta grøv