hósdagur 28. januar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016
SOSIALURIN 12
32
Óli Jacobsen
MATHILDA AV EIÐI:
FORLOVAÐ OG GIFT
Mathilda verður forlovað 25 ára gomul. Men tað var einki sum æt
at giftast fyrr enn húsini vóru klár fimm ár seinni
4. PARTUR
N
ú koma vit til seinasta part av
áhugaverdu frásøgnini hjá 95 ára
gomlu Mathildu, sum hevur dugað
so væl at greiða frá sínum langa
og fjølbroytta lívi.
Búði saman við brennivargi
Eftir at hava búð í húsum í Havn, har Køku-
búðin varð bygd, fekk eg eina deiliga stovu til
leigu hjá Ellendersen, húsið stóð í garðinum,
har sum gamli Bank Nordik og Skyn vóru.
Hetta er yvir av bakarínum hjá Frants Restorff.
Har búði eg so til til eg giftist og flutti niðan
á Dalavegin.
Maðurin, ein dani, sum setti eld á Hotel Føroyar
á Kongabrúnni og Tinganes, búði í sama húsi
sum eg, hann búði á loftinum. Hann plagdi at
vaska sær í kjallaranum, man hoyrdi hvussu
hann floytaði, ein ordans sjeikur!
Jógvan kundi eins og
beiggjarnir fingið váta grøv
Jógvan, bróður, kundi eins væl og beiggjarnir,
sum gingu burtur við Nólsoynni í 1934, fingið
eina váta grøv. Hann var við Havfrúnni í 1949,
tá ið teir sigldu á land á Norðurlandinum í
Íslandi. Skipari var Wolfang Andreassen, ein
av kendu brøðrunum á Oyrarbakka.
Her stóð nógv á, men tað eydnaðist kortini
at bjarga allari manningini. Hann kom at sigla
meginpartin av lívinum.
Jógvan giftist við Jonny, tey fingu børnini
John, Odny, Magnus og Katrin.
Forlovað og gift
So kom tíðin, at eg bleiv forlovað og gift. Eg
kom saman við Peter, sum var ættaður úr
Havn. Tá var eg 25 ár. Hann var eitt ár yngri
enn eg. Men tá var einki sum æt at giftast,
áðrenn húsini vóru klár, so tað gingu eini fimm
ár til vit giftust. Tá høvdu vit bygt á trøðni hjá
verfaðirinum Jákup Hans Jacobsen, vanliga
kallaður Pansarin. Kona hansara Jacobina
var ættað úr Norðradali. Pápi Pansaran var
Kaldbaks Peter, sum átti Peturstrøð við Dala-
vegin, har vit bygdu, og har eg og fleiri í ættini
búgva. Kaldbaks Peter var millum teir fyrstu
føroyingar, sum fóru upp á Rockall, tá ið hann
var á hesum leiðum í 1888 við Delfinini, har
Poul Niklái Danielsen var skipari.
Systkini hjá Peter vóru Sylvia, Hanna,
Aksel og Edmund. Sylvia og Aksel liva enn,
bæði farin væl um tey 90 árini.
Droymdi um at blíva gartnari
Tá Peter gavst í skúlanum, bleiv hann hús-
kallur hjá Zakaris á Skipafelagnum. Zakaris
hevði keypt eina stóra trøð úti á Frælsinum,
Müllers trøð, har teir ætlaðu at fara undir
jarðarbrúk. Ein norðmaður, kallaður Helland.
kom til Føroya at leggja teimum lag á. Hann
var nógv kendur innan fyri plantur og slíkt.
Men tað kom einki burtur úr hesi ætlan, og
norðmaðurin fór undir at gera havar fyri fólk.
Peter var so heppin at koma í gartnaralæru
hjá Helland. Tað var dreymurin hjá honum at
blíva gartnari og fáast við garðsrøkt, serliga at
fáa grønmeti og blómur at vaksa og at gera ein
vakran hava ella snøgga rundan um eini hús.
Helland helt, at Peter hevði egnað seg væl sum
gartnari, hann kendi navnið á hvørjari plantu.
Hetta var í 1938, sama árið, sum Zakaris keypti
revar og minkar. Teir komu at ansa djórunum,
samstundis sum teir gjørdu havar fyri fólk.
Norðmaðurin búði niðri á Vertshúsinum, nú
Áarstova, har hann helt skúla og undirvísti í
garðsrøkt.
Á heysti í 1939 keypti Rasmus í Sjóvinnu-
bankanum minkar fyri beiggja sín í Svínoy.
Tá fór Peter 17 ára gamal til Svínoyar í tríggjar
mánaðir at hjálpa teimum, og aftur um várið
var hann har í tveir mánaðir. Tað dámdi honum
ógvuliga væl. Minka- og revahald var um hesa
tíðina ein stórur ídnaður í Føroyum. Í Svínoy
vóru fleiri sum aldu mink og rev. Hetta lá væl
fyri. Vanliga fekst nóg mikið av fiski at geva
djórunum. Knípti tað við fiski, kundi altíð
fleygast havhestur, sum ikki var verri.
Óttin fyri kríggi var tá so stórur, at Helland
helt tað vera ráðiligt at sleppa sær heim til
Noregs. Soleiðis misti Peter sítt lærupláss og
dreymin um at læra til gartnara í Noregi. Men
hann hevði drívhús við rósum og øðrum og
vakran hava sum frítíðarítriv.
Arbeiddi hjá kommununi hálva øld
Peter mátti so royna at finna sær okkurt
arbeiðið. Tað eydnaðist at fáa arbeiði hjá
kommununi, har varð hann verandi, til hann
legði frá sær.
Peter kom so at arbeiða hjá kommununi
í meira enn 50 ár. Hann dugdi væl at fara við
fólki. Til stuttleika kann nevnast, at einaferð
var ein verkfrøðingur hjá kommuni komin
i neyð av eini konu, sum hevði ringt heim á
skrivstovuna. Hon var so ill, tí teir høvdu gjørt
okkurt arbeiðið, sum hon ikki var nøgd við.
Peter var biðin um at fara út at tosa við hana.
Hann fór og kom aftur við favninum fullum
av blómum!
Tá ið byrjað var við asfaltering av gøtunum
í Havn gjørdist Peter ein av formonnunum fyri
hesum arbeiði saman við millum øðrum John
Justinussen og Sigmund Norðfoss, sum seinni
doyði av eini vanlukku.
Teir fóru til Hetlands at kanna, hvussu
teir asfalteraðu vegirnar har. Her var Sofus
Poulsen í Aberdeen til hjálpar.
Heimafturkomin kom gongd á asfalter-
ingina av vegunum í Havnini, teir bygdu eisini
asfaltverk. »Bakur« hjá Skipafelagnum plagdi
at fara til Dundee, har stórt asfaltverk var, eftir
asfalttunnum.
Kom at seyma fyri handlar
Eftir at hava arbeitt hjá skraddara kom eg so
nógv á lag við at seyma, at eg fekk seymiarbeiði
fyri forrætningar. Hetta var at seyma buksur,
at forandra kjólar, og at seyma gardinur og
slíkt. Tá blivu betri tíðir, og man kundi keypa
liðug pløgg, tey kundi man so broyta. Men
vildu fólk hava ein góðan klædning, lótu tey
skraddaran seyma hann.
Síðan tá havi eg eisini seymað uppá børnini
og ommubørnini. Tað hevur dámað mær
ógvuliga væl. Annars hevði eg ætlað mær at
verða frisørdama, men tí kom einki burturúr.
Tað vóru ikki so góðir møguleikar tá. Eg havi
kortini klipt gentum í familjuni.
Koyrikort í nærum 55 ár
Eg fekk koyrikort í 1961. Tað er beint endur-
nýggjað eitt ár afturat. Onkur spyr meg, um
eg veruligi koyri í býnum. »Hvar aðra staðni
skuldi eg koyrt!«, kann eg svara aftur. Sjálvsagt
er nógv broytt, síðan eg byrjaði at koyra. Tá var
Siðsøga
Mathilda og Peter giftust í Havnar kirkju
og høvdu »vælkomst« í klubbanum
Hugni heima við hús