Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. januar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. JANUAR 2016 SOSIALURIN 12 31 Eldraøkið januar 2016-01-24: Sjálvsavgerðarrætturin hjá tí einstaka má virðast Ása Holm forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya hevur flestu starvsfólkini sum arbeiða á eldraøkinum. Heimahjálpin kom til Føroyar fyrst í 70unum. Tað var ein stór broyting, tá eldri borgarar kundu fáa tilboð um hjálp í egnum heimi. Í 2001 kom heilsuhjálpara- útbúgvingin til Føroya og seinni eisini røktarútbúgvingin. Hetta hevur viðført, at nú vóru starvsfólkini ílatin til tær uppgávur, sum krevjast av at veita umsorgan, stuðul og røkt til borgarar sum ikki klára seg uttan hjálp. Heilsuhjálparar arbeiða á røktarheimun, á eldrasambýlum, sum stuðlar og í heimatænastuni. Men tíðin, ið er sett av til hjálp, er so lítil, og so nógvar uppgávur eru í tænastuni, at trupult er at brúka sína vitan, tá tíðin ikki er sett av til at veita eina góða tænastu. Og hvørja ferð, sparingar verða gjørdar, noyðast starvsfólkini at renna skjótari. Heitar hendur Vit hava nógv góð hjálpitól, sum lætta um gerandisdagin, bæði fyri borgaran og starvsfólkið. Men vit mangla heitar hendur. Tí tá tað verður roknað upp í minuttum, hvussu langa tíð tað tekur til tær ymisku uppgávurnar inni hjá borgaranum, er ikki sett tíð av til, um ein borgari hevur ójavnar dagar vegna sjúku o.a. Vit hava sera dugnalig starvsfólk, sum hava ein góðan hugburð. Hóast lítla tíð megna tey at veita borgarum eina góða hjálp bæði í egnum heimið, á eldrasambýli og á røktarheimi. Vit hava í Føroyum bygt nógv Røktarheim, og tað er sera gott, tí vit hava nógvar borgarar, sum hava tørv at fáa hjálp alt samdøgrið. Tað er at gleðast um, at hesi fáa hjálp, hóast starvsfólkini hava nógv at gera - og grundað á ov lítla tíð, ikki megna at veita tað innihald, sum borgarin hevur uppiborið. Minuttir Samstundis er hjálpin, sum borgarin fær, tá hann býr heima, minkað ógvuliga nógv tey seinastu árini. Í veruleikanum er hjálpin so lítil, at hann fær ofta bara minuttir um dagin. Hetta ger, at tað er torført hjá borgarum, sum hava ein tørv, at verða heima. Tí noyðast fólk ofta ov tíðliga at flyta á eldrasambýli ella á røktarheim. Hetta inniber eisini, at onnur, sum hava átroðkandi tørv á røktar- heimplássi, mugu standa á bíðilista at fáa búpláss. Og helst eru fólk eisini innløgd á sjúkrahúsi, sum kundu sloppið heim, um tey fingu nøktandi hjálp. Nógvir eldri borgarar høvdu kunnað verið heima, um tey fingu nóg mikið av hjálp. »An apple a day, keeps...« Eitt orðatak sigur, at »An apple a day, keeps the doktor away«. Tá hjálp verður givin til borgaran í egnum heimi, so eru nógvar funksjónir í vitjanini, so sum at eygleiða, tosa, veita stuðul og røkt til tað, sum borgarin ikki sjálvur megnar og at viðlíkahalda tað, sum hann megnar. Men tað má verða nóg mikið av tíð sett av. At borgarin er sum longst í egnum heimi er tann besta loysnin og eisini tann bíligasta, tí í egnum heimi varðveitir borgarin identitetin longri. Tískil er hetta besta loysnin, tí tað kostar bara ein lítlan part av einum røktarheimsplássi. Ellisbrek – ikki sjúkur Vit skulu til at arbeiða fyribyrgjandi, verður so ofta sagt. Men um eingin tíð er sett av til tess, so ber ikki til at arbeiða fyribyrgjandi. At arbeiða fyribyrgjandi er eitt vítt hugtak. Tað eru ikki øll, sum hava hug at fara út at ganga, gera fimleik ella at eta heilsugóðan mat. Tað snýr seg mest um, at ein fær liva tað lívið, ein hevur livað, og ynskir framhaldandi at liva. Soleiðis fær ein innfríða síni virðir. Virðir eru ymisk fyri øll menniskju. Tá tað fyri ein er at røra seg og eta heilsugott, eru tað onnur virðir fyri onkran annan. At lesa eina bók ella bløðini er tað, sum onnur ynskja. Tað ræður um at møta borgaranum har, hann hevur síni virðir Sambart ST. sáttmálanum skal sjálvsavgerðarrætturin hjá borg- aranum virðast. Missa heimahjálpina Tey avvarðandi eru ein resursa og tað er gott hjá borgarum at hava avvarðandi. Men tá ein fer á vitjan, og viðkomandi borgari býr heima, kann tað gerast ein trupulleiki. Tí fær viðkomandi heimahjálp, verður hon steðgað beinanvegin, um ein avvarðandi kemur á vitjan. Hetta ger, at avvarðandi halda seg burtur, so at foreldrini ikki missa tað lítlu hjálp, tey fáa. Her er oftast talan um eina løtu. Tey avvarðandi eiga at kunna vitja síni eldru, uttan at tann lítla hjálpin ein fær, verður tikin burtur. Tey avvarðandi kunnu gera so nógv annað fyri tey, enn starvsfólk kunnu. Kommunurnar á vøllin Men øll hava ikki avarðandi, og tey eru helst ringast fyri. Tí er ofta ómøguligt hjá teimum at verða heima, tí hjálpin er ov lítil og ongin er, sum hyggur inn til tey - ella ger tað, sum ofta skal til fyri at fáa dagin at hanga saman. Kommunurnar siga, at tær eru nærri borgaranum. Tí mugu tær fara at seta meira tíð av til hvønn einstakan borgara, eisini tey, sum búgva heima, so tey kunnu verða sum longst í egnum heimi. Hóast kommunurnar føra fram, at tær eru nærri borgaranum, so er longri ímillum leiðarar og starvsfólkini. Og síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, eru allir økisleiðararnir farnir úr starvi, altso síðan økið fór frá landinum til kommunurnar. Hetta er eisini nógv at fyrihalda seg til við so markantari broyting. Heilsuhjálparafelag Føroya hevur í onkrum økjum merkt frustrasjónir hjá sínum limum orsakað av hesum. Kanningar hava víst, at flestu borgarar ynskja at verða heima, har tað er møguligt. Tað eru eisini tey, sum ikki ynskja at verða einsamøll, og tá er gott at tey kunnu flyta á eldrasambýli ella á røktarheim. Vit vita øll, at hetta er ein avbjóðing, tí vit vita at pengar skulu til. Men hetta er ein raðfesting, sum vit skylda okkara eldru borgarum, ið hava tørv á hjálp. 85 % av okkara eldru klára hóast alt gerandisdagin uttan nakra hjálp, sostatt eru tað tey 15 %, sum mugu raðfestast í okkara nærumhvørvi. Sjálvsavgerðarrætturin hjá tí einstaka má virðast, og hetta gerst best við at lurta eftir borgarunum, sum hava tørv á hjálp og at veita tað hjálp sum er fyri neyðini. KJAK Tað er ringt at gerast sjúkur í Føroyum Ása Holm forkvinna Um ein er í almennum starvi og gerst sjúkur, so er 120 dagar reglan galdandi. Í Føroyum er lógin um 120 dagar reglu galdandi, t.e. at um ein arbeiðir í almennum starvi og hevur 120 sjúkradagar, so verður tú sagdur úr starvinum við einum mánaða freist til fyrsta í mánaðinum. So hóast ein hevur upp til 6 mánaðar uppsagnartíð, so verður sáttmálin settur til síðis fyri hesa reglu. Sálarfrøðingur Sálarligt umhvørvi verður nú veruleiki og ein sálarfrøðingur verður settur av til tað. Eg eri sera glað fyri, at hetta nú verður raðfest. Fyri fyrstu ferð verður eitt starvsfólk sett í starv at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tá starvsfólk ikki hava góð arbeiðskor, gongur hetta út yvir arbeiðsgleðina, og eftir eina tíð byrja tey at verða strongd og fáa sjúku eyðkenni. Okkara limir ringja javnan inn til felagið og eru ónøgd við, at tey ikki kenna seg hoyrd og vird. Í fleiri ár hava leiðarar spart starvsfólkafundir burtur og ikki virt at kunna starvsfólkini um broytingar í arbeiðsviðurskiftum millum annað. Fleiri fella fyri 120 dagar regluni Fakfeløgini hava stríðst fyri at fáa so góðar sáttmálar fyri sínar limir og hava okkara limir aftaná at hava arbeitt í nøkur ár, vunnið sær rættin til 6 mðr uppsagnartíð. Men gerst ein limur sjúkur ella fær ein arbeiðsskaða og fær 120 sjúkradagar, so missir hann starvið. Heilsuhjálparafelag Føroya hevur á hvørjum ári fleiri limir, ið fella fyri 120 dagar regluni, sum er galdandi fyri starvsfólk í almennum starvi. Heilsuhjálparafelag Føroya hevur eisini á hvørjum ári arbeiðsskaðar, har fólk fáa varandi mein av arbeiðs- støðum, sum eru óhepnar, og so henda skaðar. Arbeiðsskaðar skulu meldast til vanlukkutryggingina, men hetta er ein drúgv og tung leið at fara, tí mál um arbeiðsskaðar taka ofta langa tíð at viðgera og eru fólk uppsøgd, áðrenn nøkur staðfesting er av skaðanum. Tungt mál Heilsuhjálparafelag føroya hevur havt eitt tungt sakarmál um ein arbeiðsskaða, sum hendi í 2012. Ikki fyrrenn í 2015 var skaðin staðfestur, og limurin fekk játtan um, at hann fekk skaðan endurgoldnan. Men í fyrstu syftu var svarið frá vanlukkutryggingini, at talan var um slit, hóast málið var væl lýst av sakførara. Víst var nevniliga á, at limurin fekk ein arbeiðsskaða, har ein spong slitnaði í arminum, eftir at hava loftað einum borgara, sum annars hevði dottið á gólvið. Ikki fyrrenn málið var lýst av nýggjum, saman við sakførara á øðrum sinni, var staðfest, at talan var ikki um slit, men um ein arbeiðsskaða. Tað er ikki nóg gott, at vit hava so tungar skipanir í Føroyum tá tað snýr seg um okkara starvsfólk. Vit hava eisini onkran lim, sum er farin í farloyvi og í annað starv, fyri ikki at verða uppsøgd. Fyri fáum árum síðan segði ein politikari, sum varaði av økinum, at nú fóru tryggingar um arbeiðsskaðar at betrast. Men tað er ikki okkara fatan, tá talan er um arbeiðsskaðar. Eg haldi, at tað er óheppi at fólk missa starvið afturat, at tey hava fingið ein arbeiðsskaða. Í Noregi kann ein verða sjúkur í eitt ár, uttan at missa starvið. Tá fólk verða uppsøgd í Føroyum vegna sjúku, er tað við teirri grundgeving, at tað er tyngjandi fyri stovnin at gjalda løn fyri starvsfólkið og fyri avloysaran. Hetta skilji eg væl, men tað er ringt fyri tann sum tað rakar, fyrst at fáa ein arbeiðsskaða og síðan at verða sagdur úr starvinum.