mánadagur 1. februar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 7
Fast
samband
er lívið hjá
Gerhardi
Tíðindi síða 12
Stórt
fram
stig fyri
ítróttin
Tað er eitt ógvuliga gott og menn
andi tiltak, sum løgtingið bjóðar
til á sætta sinni, har næmingar úr
fólkaskúlanum sleppa at royna seg
sum tingfólk í tveir dagar.
Ungdómstingið varð sett í morg
un, og skulu næmingarnir í dag og í
morgin royna seg í tingsalinum og
í tingnevndum, har tey viðgera 12
mál, sum skúlarnir frammanundan
hava sent inn.
Og tað eru ikki hissini mál, sum
skúlanæmingarnir hava valt at við
gera:
Har er uppskot frá næmingum
á NámX í Havn um at lækka valald
urin úr 18 niður í 16 ár. Uppskots
tillararnir vísa á, at valaldurin í
gamlari tíð hevur verið 30 ár, 25 ár,
20 og nú 18 ár. Tey ungu halda, at
tíðin nú er búgvin til at lækka ald
urin niður í 16 ár.
Eitt áhugavert sjónarmið – og
um vit gloyma vanliga uttanum
tosið, tá hetta málið er frammi, so
kunnu vit spyrja:
– Ja, hví ikki tað?
Eru tey 16 ára gomlu ikki eins
væl før fyri at gera av, hvør skal
stýra landinum, sum tey, ið eru 18
ella 30 ella 60 ár?
Treyðugt so.
Annað umstrítt mál er uppskot
frá næmingum í Eysturskúlanum
um at broyta rúsdrekkalógina, so
rúsdrekka kann keypast í handlum
– og Rúsdrekkasølan soleiðis skal
niðurleggjast.
Næmingar í Hoyvíkar skúla
hava lagt fram uppskot um fría
fosturtøku – eitt mál, sum mangan
hevur verið viðgerðar. Vit hava
strangari fosturtøkulóg enn grann
alond okkara, sum loyva fríari fost
urtøku. Tað gera vit ikki í Føroyum,
og tað er hetta, sum í øllum førum
nøkur av teimum ungu vilja broyta.
Eitt meira framtíðarkent upp
skot er frá næmingum í Vágs
skúla, sum vilja hava landsstýrið at
fyrireika uppskot um undirsjóvar
tunnil til Suðuroyar. Tey halda, at
farast skal at bora Suðuroyartunn
ilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
Óivað kemur undirstjóvartunnil
til Suðuroyar – og uttan iva
fer
tað
kjakið
at
nørast,
tá
Sandoyartunnilin er liðgur.
Tað verður javnan funnist at, at
tey ungu vita ov lítið um politikk.
Spurningurin er kortini, um tey
ungu eru meira blonk um politikk,
enn tey vaksnu. Funnist verður at
skúlanum í hesum sambandi. Men
skúlin loysir ikki alt. Tí tað er væl
loyvt hjá foreldrum at tosa við síni
børn um politikk – um tey nú vita
betur um politikk, enn børnini...
Í øllum førum er Ungdómstingið
eitt gott og áhugavert tiltak, sum
uttan iva mennir áhugan hjá ung
um fyri politikki.
Tey ungu vil hava valrætt
Áki Bertholdsen
Nú skal tað verða lættari hjá
fólki at fáa fatur á føroyskum
neyta- og seyðakjøti.
Tað ætlar Poul Michelsen,
landsstýrismaður í vinnu
málum.
Tí fer hann nú at broyta
matvørulógina við tí enda
máli, at gera tað lættari at
fáa fatur á føroyskum kjøti
av neyti ella seyði.
Sum støðan er nú, kann
kjøt frá neyti og seyði, sum
ikki eru slaktað
á góðkendum
s l á t u r
virki,
bara seljast í durasølu. Tað
vil siga beinleiðis frá bónda
til fólk. Tað ber eisini til at
selja í handlum, men tað er
ein
undantaksregla,
sum
fer úr gildi um eitt ár, tann
1. januar, so tá verður tað
bannað at selja tað í handl
um.
Nú skal tað sostatt strik
ast úr lógini, at talan er um
eitt undantak, sum fer úr
gildi tann 1. januar.
Í
hesum
sambandi
skal tað sostatt bera til at
selja seyða- og neytakjøt
í
heilsølum,
í
matvøru
handlum, uttan at neytini,
ella seyðurin eru slaktað á
góðkendum slátur
virki.
Tað skal eisini
bera til at selja
kjøt á torginum
niðri í Vágs
botni og á
øðrum torg
um.
Men tað
v e r ð u r
framveg
is bóndin,
sum lever
ar kjøtið, sum
hevur ábyrgd
ina av dygdini,
og kjøtið skal altíð
merkjast, so at fólk
vita, hvaðani tað stavar.
Poul Michelsen sigur, at
hann ger hesar broytingar
nar, tí sum lógin er nú, er hon
ein forðing fyri, at føroyskt
kjøt verður skynsamiliga
gagnnýtt til matna.
– Føroyska samfelagið
er í størri mun vorðið eitt
brúkarasamfelag, har borg
arin ikki longur hevur møg
uleika at ogna sær siðbund
ar føroyskar matvørur frá
familju, vinum og kenn
ingum, og tí noyðist stórur
partur av føroyingum nú í
handlarnar at keypa matvør
ur til dagligt brúk, ásannar
Poul Michelsen.
– Føroyska matarment
anin er stórur partur av
føroyska samleikanum og
ansast má eftir, at føroyska
lóggávan
hevur
neyðuga
fyriliti fyri hesum.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tí má føroysk lóggáva
hóska til føroysk viðurskifti,
og tryggjast má, at føroyska
matarmentanin ikki fer fyri
skeytið, tí lóggávan leggur
seg upp at útlendskum lóg
gávusiði, ið ikki hóskar til
føroysk viðurskifti, heldur
enn at gera lóggávu, sum
hóskar til føroyska samfel
agið.
Er aldurin avgerandi fyri
at vita nakað um politikk?
Lættari at keypa føroyskan mat
Samkynd í kirkjuni
órógva Jógvan
Jógvan á Lakjuni, løgtings
maður, vil hava løgmann at
veita trygd fyri, at samkynd
hjún ikki verða signað í
fólkakirkjuni.
– Kann løgmaður veita
trygd fyri – hóast kirkju
lógin verður broytt – at
eitt borgarliga vígt par av
sama kyni ikki við tilvísing
til hjúnabandslógina hevur
rættarkrav upp á kirkjuligt
vælsignilsi, spyr løgtigs
maðurin í Fuglafirði, sum
sjálvur ikki er limur í fólk
akirkjuni, men sum tó sum
mentamálaráðharri hevur
havt ábyrgdina av fólka
kirkjuni.
Jógvan á Lakjuni vísir
á, at í løtuni verða lógar
uppskot um broytingar í
hjúnabandslógini viðgjørd í
tinginum. Í galdandi hjúna
bandslóg §14, stk. 2 er ásett,
at “ægtefæller kan få et
ægteskab, som er indgået
ved borgerlig vielse, kirke
ligt velsignet af en præst
i folkekirken”. T.v.s., at tey,
sum eru borgarliga vígd,
hava krav upp á vælsignilsi
í kirkjuni.
– Um hjúnabandslógin
verður broytt til eisini at
umfata tveir persónar av
sama kyni, so fara sambært
hjúnabandslógini
eisini
borgarliga gift pør av sama
kyni at hava rættarkrav
upp á vælsignilsi frá kirkj
uni.
Løgtingsmaðurin vísir
á, at fyri at hetta ikki skal
bera til, hava uppskots
setararnir skotið upp at
broyta løgtingslóg nr. 42 frá
26. mai 2008 um at brúka
kirkju og um limaskap í
fólkakirkjuni soleiðis, at í §
14, stk. 1 verður sett aftrat:
“Kirkjulig tænasta, ið snýr
seg um vígslu ella signing
kirkjunnar av hjúnabandi,
fevnir um par av ymiskum
kyni.“
Her sær út til, um hetta
verður samtykt, at tvær lóg
ir, sum báðar eru galdandi í
Føroyum, verða í ósamsvari
við hvørja aðra, og at Løg
tingið tilvitað samtykkir
eina lógarkonflikt.
– Spurningurin er so,
um løgtingsmaður ynskir
greiðari lógarsmíð, ella um
hann við spurninginum vil
grugga lógaruppskotið um,
at samkynd skulu sleppa
at giftast borgarliga, so
tað ikki fær tær 17 atkvøð
urnar, sum skulu til fyri at
samtykkja tað í løgtingi
num?