mánadagur 1. februar 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
Broyting av býarskipan og byggisamtyktini fyri Vágs kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum
boðað frá, at Vágs býráð á fundi 25. januar 2015 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu.
Broytingarnar í býarskipanini og byggisamtyktini
umfata nevndu økið niðanfyri:
Broytingar í økið B, bústaðarøki
• Úti í Neslíð eru tvey økir á tilsamans umleið
5.900 m2 broytt frá frílendi (økið F) til at fevna um
bústaðarøkið B.
• Uppi í Geilini, millum Geilina og sokallaða Nerva
vegin, eru økir á tilsamans umleið 39.400 m2 broyttir
frá at fevna um bústaðarøkið B til at verða frílendi
(økið F).
• Millum Traðarveg og vegin niðan í Dalin (Dalaveg)
eru økir á tilsamans umleið 36.800 m2 broytt frá at
fevna um bústaðarøkið B til at verða frílendi (økið F).
• Millum Traðarveg og Bøgøtu eru økir á tilsamans
umleið 39.600 m2 broytt frá at fevna um bústaðar
økið B til at verða frílendi (økið F).
• Uppi í Fjallinum, omanfyri Traðarveg, er eitt økið á
umleið 16.550 m2 broytt frá at verða landbúnaðar
økið til at fevna um bústaðarøkið B.
• Við Vágsveg, millum Gjógvará og Tríkantin á
Sandinum, er eitt økið á umleið 3.300 m2 broytt frá
at verða friðað økið (økið H) til at verða partur av
bústaðarøkið B.
• Eystanfyri Kráarveg, við Ósan, er eitt økið á umleið
4.350 m2 broytt frá at verða friðað økið (økið H) til at
verða partur av bústaðarøkið B.
Broytingar í økið C, øki til almenn endamál
• Inni í Líðini er eitt økið á umleið 4650 m2 tikið uppí
økið C, við tí fyri eyga at víðka um kirkjugarðin inni í
Líðini.
• Við Vágsveg er økið, har FASTstøðin er, tikin uppí
økið C, soleiðis at økið fevnir um bygging til almenn
endamál (økið C).
Broytingar í økið D, øki havna- og vinnumál
• Kortið í byggisamtyktini er dagført soleiðis at øki
við Vágs Havn, á norðaru síðu á vánni, er í tráð við
hvussu havna og keiøkið er útbygt.
• Kortið í byggisamtyktini er dagført soleiðis at øki
við Vágs Havn, á sunnaru síðu á vánni, er í tráð við
hvussu havna og keiøkið er útbygt.
Broytingar í økið F, øki til frílendi
• Eins og víst á undir „Broytingar í økið B, bústaðar
øki“ eru gjørdar fleiri broytingar frá bústaðarøki
B til økið F, frílendi. Sí eisini „Broytingar í økið B,
bústaðarøki“ omanfyri.
Nýtt økið I, øki til frítíðarhús
• Byggisamtyktin er víðkað við einum nýggjum øki, øki
I, sum er øki til frítíðarhús.
• Trý økir løgd av til øki I, frítíðarhús, sum tilsamans
geva eitt øki á umleið 51.800 m2. Talan er um hesi
økið:
• Økið í Kráarbø, sunnanfyri Laksá
• Økið vestanfyri Hamragarð, við Vatnið
• Økið vesturi á Eiðinum, við gamla grótbrotið
Umframt broytingar í hvussu økini í kommununi
ætlandi skulu nýtast í smb. við útbyggingar í
kommunu ni, so eru eisini gjørdar nakrar tillagingar og
nøkur ískoytið í tekstinum í byggisamtyktini. Har um
framt eru eisini dagføringar gjørdar í tilvísingunum til
lógir og kunngerðir, sum byggisamtyktin er grundað á.
Broytingar í tekstinum í byggisamtyktini:
• Ásetingar fyri økið B 11, øki til bústaðarendamál, har
hesin tekstur er skoyttur uppí grein 1: (…) „hús til
frítíðar og ferðavinnuendamál“ (…)
• Ásetingar fyri økið C7, øki til almenn endamál, har
grein 1 er dagførd við hesum teksti: „Økið er avlagt
til ellis og røktarheim, heim fyri sinnisveik, eldra
bústaðir. og sosialar bústaðir e.l.“
• Ásetingar fyri havna og vinnuøki D1, har skoytt
er uppí tekstin í grein 1: „Økið framvið Vágsvegi
kunnu tó við loyvi frá býráðnum brúkast til bústaðar
endamál“.
• Nýggjur tekstur er skrivaður í byggisamtyktina við
ásetingum fyri økið I, øki til frítíðarhús.
Broytingarnar í byggisamtyktini eru til skjals á býráðs
skrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum
frá 1. februar 2016 til og við 21. februar 2016 og eru
somuleiðis at síggja á heimasíðuni www.vagur.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða
Býráðnum í hendi í seinasta lagi
14. mars 2016.
Vágur, 28. januar 2016
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo