Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 TÍÐINDI 00.000 VART MISSUR Kleyvarskapur at bingjan varð send til Danmarkar Stjórin á Skipafelagnum harmast um, at bingjan við innbúgvi og øðrum yvirhøvur varð send av landinum Árni Gregersen – Tað var kleyvarskapur frá okkara síðu, at bingjan varð send av landinum. Tað átti ikki at hent. Bogi P. Nielsen, stjóri á Skipafelagnum, er ógvuliga harmur um hendingina við bingjuni, sum bleiv burtur. – Vit gera eitt mistak í fyrsta liðinum, og so koma bara uppaftur fleiri mis­tøk. Krúnan á verkin­um hendir hjá einum neyð­hjálpar­fe­ lagsskapi, har tey siga, at alt innihaldið í bingjuni er brent, sigur hann. Í løtuni hevur tryggingin hjá Skpafelagnum málið til viðgerðar, og stjórin á Skipa- felagnum sigur, at sjálvandi verður ein loysn funnin, sum viðskiftafólkini hjá fyri­ tøkuni fáa endurgjald fyri tað, sumvar í bingjuni. – Sannheitin er tann, at vit vanliga ikki arbeiða við slíkum sum hesum. Mis­ takið hendi, tá ið okkara við­ skiftafólk fáa eina bingju niðan, sum vanliga verð­ur brúkt til at flyta hjálp og annað fyri ein neyð­hjálpar­ felagsskap. Bingjan kemur út á byrggjuna, og so heldur onkur hjá okkum, at hetta er ein bingja, sum skal til felagsskapin í Danmark. Sera óheppið og kleyvarskapur frá okkara síðu, sigur ein eyðmjúkur stjóri. Hann sigur, at Skpafelagið gjøgnum áratíggir hevur flutt bingjur og hjálpt neyðhjálparfelagsskapinum við at flyta slíkt, sum er savn­ að inn í Føroyum, til Dan­ markar. – Tað harmar meg sjálv­ andi eyka, at hetta eru tæn­ astur, sum liggja uttan fyri tað, sum vit annars taka okkum av. Men hent er hent, og nú má ein loysn finnast, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri. Bogi P. Nielsen, stjóri á Skipafelagnum fram, so var greitt, at hetta fór at taka longri tíð enn upprunaliga væntað. Tí setti Sámal Trondur Finnson seg í samband við Skipafelagið og boðaði teimum frá, at bingjan kom at standa eitt sindur longri. Hetta var í lagi, og bingj­ an varð standandi. Bingjan burtur Tá ið jólini og nýggjárið vóru farin afturum, var komið so væl áleiðis við um­byggingini við Hoy­dals­ vegin, at ætlanin var at fara eftir bingjuni og fáa tað, sum í henni var til høldar aftur á rætta stað. Men so skuldi ikki verða. Tá ið teir fóru eftir bingj­ uni á Eystaru Bryggju, var ongin bingja at finna. Bæði tey, sum leigaðu bingj­una, og menn á pláss­ in­um stóð sum Kánus, tí ongin skilti, hvat var hent. Kanningar vóru beinan­ vegin settar í verk, og tað kom undan kavi, at bingjan var send til Danmarkar. Reyði Krossur í Danmark hevði fingið bingjuna, men har høvdu tey ikki gjørt vand­ari enn at alt, sum var í, var brent. Tað vil siga, at alt inn­ búgvið hjá famljuni í Havn, myndir og annað var farið upp í bláan royk. – Hetta er ómetaliga harmiligt. Fyri tað fyrsta er talan um virðir fyri nógvar pengar, og fyri tað næsta, so fór nógv av øðrum, sum hevur affektiónsvirði« eis­ ini fyri bakka, sigur Sámal Trónd­ur Finnson Johansen. Málið er ikki endaliga av­greitt enn, men privata trygg­ingin hjá familjuni í Havn hevur sagt, at trygg­ ingin ikki dekkar missin, sum tey hasva havt, nú so at siga alt teirra innbúgv er burtur. Húsini við Hoydalsvegin