Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TUNNIL Í SANDOYNNA TAÐ ER NÚ VIT S Vilmund Jacobsen Seinasta mikukvøld skipaði Sandoyar Sambandsfelag fyri almennum fundi í Sam­ ljóði í Skopun, har Teitur Sam­uelsen, stjóri fyri P/F Eyst­uroyartunnilin og Sand- oyartunnilin greiddi frá, hvussu gongur við hesum báðum tunnilsverkætlanum. Eini 50-60 fólk vóru á fund­inum, og hýrurin á sand­oyingum var góður, nú alt talar fyri, at rættilig gongd er í hesi Føroya størstu verkætlan, sum báðir tunl­ar­nir eru. Umframt fundarluttak­ arar kring um úr Sandoynni, vóru eisini borgarstjórar í Sandoynni við, og her vóru umboð fyri politisku flokk­ arnar á tingi. Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Logn- berg, var við, og tað var borg­ arstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, eisini. Av floksumboðum, sum hava sæti á tingi í dag, vóru Páll á Reynatúgvu fyri Tjóð­ veldi, Báður Nielsen fyri Sam­bandsflokkin, og her var eisini Jónleif Johannesen, sum hevur ættarbond í Dali, fyri Javnaðarflokkin. Á kunningarfundinum var tað bara Teitur Samuel­ sen, sum hevði orðið fyri partafelagið aftan fyri tunn­ilsverkætlanina, og tá spurn­ingar vórðu settir úr salinum, var tað eisini hann sum svaraði. Rætta løtan Teitur Samuelsen greiddi frá, at felagið aftan fyri stóru verkætlanina er ógvu­liga fokuserað upp á at fylgja lógini um tunn­ils­verk­ætl­ anina - og at fremja verk­ætl­ anina sambært henni. – Tað er ógvuliga týdn­ing­ armikið fyri okkum at halda fast um tað, sum er avgjørt í lógini, ið allir flokkar á tingi standa saman um. Vit síggja hesar báðar verkætlaninar, sum eina verkætlan - ella sum eina samlaða uppgávu at loysa - og sambært lógini liggja tilsamans 400 al­menn­ ar miljónir í verk­ætl­anini. Hann segði, at í heyst verður farið undir at bora Eyst­uroyartunnilin. Hetta fer at taka tvey til hálvt triðja ár, og tá Eysturoyartunnilin er boraður, stendur Sand­ oyar­tunnilin fyri tørni. – Sambært lógini verð­ur farið undir at bora Sand­oyar­ tunnilin í seinasta lagi í 2018. Teitur segði, at tað er ein stór avbjóðing at fíggja tunnilsverkætlaninar, og her hevur nevndin gjørt nógv burtur úr at vísa á Vága­ tunnilin og Norðoya­tunn­ ilin sum fyrimyndir. Roynt hevur verið at gera myndina so positiva sum gjørligt, og tað er ikki so trupult, tí hinir báðir undirsjóvartunlarnir eru veruligar sólskinssøgur. – Vit vita nógv meira um boringar av undir­ sjóvartunlum í dag, enn tá vit bygdu okkara fyrsta undir- sjóvartunnil undir Vest­ mannasundi og seinni undir Leirvíksfirði. Teir, sum fara at bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hava ongan áhuga í at draga hesi arbeiði út, tí tess skjótari verkætlaninar verða fingnar frá hondini, jú skjótari fáa teir pengarnar. Hann vísti á, at tað eisini hevur áhuga fyri fígg­ingar- stovnarnar, at verkætlaninar verða framdar yvir lut­fals­ liga stutta tíð, tí jú fyrr koyr­ andi er, tess skjótari gevur íløgurnar inntøkur. – Við teimum tølum, sum verkætlanin byggir á, tá ræður um íløguna og inn­ tøkur av bilaferðslu, er líkt til, at samanhangur verður í rakstrinum. Teitur segði, at eitt, sum er ógvuliga positivt fyri hesa verkætlan í løt­uni, er, at rentan úti á mark­ naðinum er rættiliga lág, og tí heldur hann, at ”timingin” at fara undir hesar tunnils­ byggingar júst er hin rætta beint nú. Spurdur, um tað kanska fer at bera til at læsa rentuna, har hon er í dag, segði hann, tað er ikki óhugsandi, men tað vita teir ikki við vissu enn. – Lága rentan hevur stóran týdning fyri aftur­ gjald­ingartíðina og møgu­ leikan yvirhøvur at gera hesa velduga stóru íløgu. Tað er greitt, at neyðugt verð­ ur eisini at tillaga seg eftir treytunum hjá teimum sum fíggja. Hann legði aftrat, at sjálv­ andi er fíggingin ein stór av­bjóðing, tá hetta er ein ógvuliga stór verkætlan í mun til støddina á føroyska sam­felagnum. – Nú rentan er so lág, eiga vit ikki at liggja sjóvarfallið av okkum. Fíggjarkreppur kunnu, sum tíðin gongur, stinga seg upp aftur, og slíkt kann gera, at íleggjarar trekkja seg. Tað er tí so ógvu­liga týdningarmikið, at vit koyra á nú, legði Teitur Samuelsen dent á. Tøknin er góð Arbeitt hevur verið við nógv­ um ymiskum ting­um, nú borurin skjótt verður settur í til Eysturoyartunnilin - og Sandoyartunnilin liggur beint hinu megin hornið. – Avbjóðingarnar hava verið og eru framvegis nógv­ ar, og nógvar jarðfrøðisligar kanningar eru gjørdar. Tað er streymhart í Skopunarfirði, men tað hevur kortini eydn­ast væl at gera neyð­ ugu kanningarnar. Í løt­ uni eru kjarnuboringar í gongd, eitt nú við Kald­ baks­nes í samband við Eystur­oyar­tunnilin og í Kirkj­ubø í samband við Sandoyartunnilin. Tað var eitt norskt felag, sum skeyt ymisk sløg av seismikki og greinaði úrslit­ ini. Teitur Samuelsen segði, at tøknin er so mikið góð – Fíggingin er ein stór avbjóðing, tá hetta er ein ógvuliga stór verkætlan í mun til støddina á føroyska samfelagnum. Nú rentan er so lág, eiga vit ikki at liggja sjóvarfallið av okkum. Fíggjarkreppur kunnu stinga seg upp aftur, og slíkt kann gera, at íleggjarar trekkja seg. Tað er tí so ógvuliga týdningarmikið, at vit koyra á nú, segði Teitur Samuelsen, stjóri, á kunningarfundi í Skopun Eini 50-60 fólk vóru á kunningarfundi í Samljóði í Skopun seinasta mikukvøld, har Teitur Samuelsen greiddi frá Bárður Nielsen, Jónleif Johannesen, Páll á Reynatúgvu, Brandur Sandoy, Gerhard Lognberg og Teitur Samuelsen