mánadagur 1. februar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
TUNNIL Í SANDOYNNA
KULU KOYRA Á
í dag, at tað sum so ikki er
nøkur forðing, um tilfarið
í støðum kann vera heldur
vánaligt. Vánaligt tilfar ger,
at tað tekur longri tíð at
bora, tí neyðugt er tá at gera
meira burtur úr við at bolta
og festa.
Kortini ásannaði tunnils
stjórin,
at
jarðfrøðisligi
parturin er ein avbjóðing,
tí tað ber ikki til at siga við
100 prosent vissu, hvussu
grótið verður at fáast við,
tá tunlarnir verða so langir.
Men, roynt hevur verið at
gera forarbeiðið so væl sum
gjørligt.
– Vit síggja báðar tunlar
nar meira sum eina og somu
verkætlan, bæði tá ræð
ur um fyrireiking, vegir,
projektering og fígging, og
soleiðis verða eisini báðir
tunlarnir bodnir út í senn.
Vit eru komnir nakað longri
við
Eysturoyartunlinum,
men eru lítið aftan fyri við
Sandoyartunlinum.
Hann segði, at vegafør
ingar eru bodnar út, og
fundir hava verið við komm
unurnar um veldugu nøgd-
irnar av gróti, sum fara at
koma frá tunnilsbygging
unum.
– Vit hava longu nú brúkt
nógva føroyska arbeiðsmegi
í samband við verkætlanina,
bæði føroyskar ráðgevar,
arkitektar og Landsbyggi
felagið, og tá arbeiðsvegir
verða gjørdir og grivið verð
ur oman av fyri tunnilsinn
tøkunum, verður tað føroysk
arbeiðsmegi, sum fer til ar
beiðis.
Teitur Samuelsen segði, at
tunnilsverkætlaninar verða
klárar at bjóða út í summar,
og ætlanin er at fara í holt við
at bora Eysturoyartunnilin
sum skjótast, eftir at støða
er tikin til tilboðini.
– Um alt gongur væl,
verður longu í februar farið
undir at byggja atkomuvegir
og annað, soleiðis at alt hetta
verður klárt, tá boringin
kann byrja til heystar.
Stjórin í P/F Eysturoyar
tunlinum og Sandoyartunli
num ásannar, at seinkingar
kunnu koma, men stórur
dentur verður lagdur á, at
tíðarætlaninar fara at halda.
– »Timingin« at fara undir
hesar tunnilsbyggingar er
júst hin rætta beint nú, sigur
Teitur Samuelsen, stjóri
Fasta sambandið við
meginøkið er mítt lív
– Tað er ikki sørt, at bjartskygni byrjar at merkjast í Sandoynni,
nú fasta sambandið nærkast. Eg haldi, at fólk so smátt eru
farin at síggja øðrvísi upp á møguleikarnar í oynni. Herfyri
seldu vit eitt grundstykki til eina familju, sum ætlar sær at
byggja beinanvegin, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri
Vilmund Jacobsen
Tá
Gerhard
Lognberg
sum óskrivað blað í lands
politikki kom á Føroya
løgting í 2002, byrjaði hann
beinanvegin at tosa fyri
einum Sandoyartunli.
– Longu, tá vit í 2001
tóku ímóti Teistanum í
Skopun, og eg sum borgar
stjóri helt røðu við mót
tøkuna, vísti eg á, at eitt er
týdningarmiklari enn tá
nýggja
strandfaraskipið,
Teistin. Eg legði dent á, at
tað týdningarmesta fyri
okkum í Sandoynni er, at
oyggin fær fast samband
við meginøkið. Síðan havi
eg øll míni ár á Føroya løg
tingi tosað fyri, at oyggin
verður knýtt upp í megin
økið við einum undir
sjóvartunli.
Góðir tunnilsfundir
Gerhard Lognberg heldur,
at tað var ein góður fundur,
sum hildin varð í Samljóði
í Skopun seinasta miku
kvøld.
– Jú, hetta var ein góður
og positivur fundur, ið
var ein staðfesting av, at
arbeiðið við føstum sam
bandi við meginøkið er í
einari góðari og tryggari
legu, og at tunnilin nú ikki
er langt burtur. Vit skriva
nú 2016, og í lógini um
Eysturoyar- og Sandoyar
tunnilin, sum alt Føroya
løgting stendur aftan fyri,
stendur, at boringin upp á
Sandoyartunnilin byrjar í
seinasta lagi í 2018.
Gerhard
vísir
á,
at
herfyri høvdu umboð fyri
partafelagið
aftan
fyri
tunlarnar fund við komm
unurnar í Sandoynni, og
tað var eftir hansara tykki
eisini ein góður og gevandi
fundur. Fundurin snúði
seg eisini um grótið, sum
fer at koma upp í Sand
oynni í samband við tunn
ilsbyggingina.
– Tað eru ikki smávegis
nøgdir av gróti, og minnist
eg rætt, verður talan um
einar 600.000 rúmmetrar
av gróti, sum fara at koma
upp í Sandoynni.
Tunnilin er mitt lív
Gerhard Lognberg vísir
á, at tey fyrstu tvey árini,
hann sat á Føroya løgtingi,
var
Javnaðarflokkurin,
sum hann tá var partur av,
í andstøðu.
– Eg viðurkenni, at fast
samband við meginøkið og
etisk mál hava fylt nógv
í mínum politiska lívi, og
nú eg ikki eri tingmaður
meira, ásanni eg, at Sand
oyartunnilin hevur verið
mítt politiska lív.
Gerhard ásannar eisini,
at tað vóru hesi málini,
fasta sambandið og etisku
málini, sum kostaðu hon
um limaskapin í Javnaðar
flokkinum.
– Tá eg varð koyrdur
úr
Javnaðarflokkinum
á heysti í 2013, noyddust
onnur í flokkinum at tala
málið um undirsjóvartunn
ilin upp. Tey noyddust at
ásanna, at tey eisini vóru
heit fyri hesi verkætlan. Tá
eg seinni gjørdist partur av
Sambandsflokkinum, fekk
eg eisini mína ávirkan har.
Eg føldi tað soleiðis, at sum
tíðin leið vóru vit fleiri á
Føroya løgtingi, sum stóðu
saman um hesa verkætlan,
og at enda stóð alt løgtingið
saman.
Lív kemur í
Gerhard Lognberg heldur,
at tað er ikki sørt, at bjart
skygni byrjar at merkjast í
Sandoynni, nú fasta sam
bandið nærkast.
– Eg haldi eisini, at fólk
byrja at síggja øðrvísi upp
á møguleikarnar í oynni, og
herfyri seldu vit eitt grund
stykki til eina familju, sum
ætlar sær at byggja beinan
vegin.
Borgarstjórin
sigur,
at kommunan eigur nøk
ur grundstykki tøk, sum
vórðu útstykkjað og pla
nerað, tá fólk væntaðu
tunnilin.
– Í sínari tíð gjørdu vit
fleiri stórar íløgur, sum
hesi árini hava verið tungar
at bera, men í dag, nú fasta
sambandið liggur so nær,
kunnu vit siga, at vit longu
hava gjørt fleiri íløgur, sum
nú høvdu ligið á láni, um
tær ikki longu vóru gjørdar.
Gerhard Lognberg sigur,
at
fasta
sambandi
við
meginøkið fer at gera alt
nógv lættari og betri hjá
fólki og vinnu í Sandoynni.
– Tað verður nógv høg
ligari at búgva her, og tað
verður nógv lættari at
reka vinnu. Sandoyggin
kann snøgt sagt ikki eksi
stera uttan fast samband,
soleiðis sum tíðirnar eru
vorðnar,
sigur
borgar
stjórin í Skopunar komm
unu.
– Tað verður nógv høgligari at búgva her, og tað
verður nógv lættari at reka vinnu í Sandoynni, tá
vit fáa fast samband við meginøkið, sigur Gerhard
Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu