Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands komm­ unu eftir almenna tunn­ils­ fundin í Samljóði í Skop­un seinasta mikukvøld. – Vit fara at síggja, at fólkatalið í oynni fer at veksa. Eg vænti, at tað ikki minst vera nýútbúgvin fólk, sum fara at seta búgv í Sand­oynni og fara at arbeiða norð­an fyri tunnils­ munnan. Brandur heldur, at Sand­ oyggin fer at minna um Sanda­vág, har fólkavøkstur hevur verið. Munurin verð­ ur tó, at tað verður nógv stytri at koyra hjá sand­ oyggja­fólki enn hjá vága­ fólki. Borgarstjórin heldur, at fasta sambandið eisini kemur at hava avbjóðingar við sær fyri tær tænastur, sum í dag verða veittar í oynni. – Flytiføri úr og í oynna verður nógv betri, og tí fara fólk at gera meira við at ferðast gjøgnum tunn­ilin, eitt nú til innkeyp í mið­ staðar­økinum. Hetta kemur at leggja eitt ávíst trýst á lokalu handlarnar. Við tað, at fólkatalið kemur at veksa, er eisini væntandi, at keypiorkan fer at veksa. Brandur Sandoy vænt­ar eisini, at talið av ferða­fólki, sum fara at vitja í Sand­ oynni, verður nógv størri enn í dag, og tí væntar hann, at oyggin fær fleiri tænastur sum servisera ferðafólk. Nógvir fyrimunir Sandoyggin hevur millum lítið og einki av vinnuligum aktiviteti, og ein av orsøk­ unum er, at tað er dýrt og trupult at flyta vørur í og úr oynni. – Tá tunnilin verður veruleiki, verður einki til hindurs fyri, at eitt nú aliv­ innan kann brúka oynna meiri til sínar aktivitetir við eitt nú kryvjing, smolti og øðrum. Borgarstjórin heldur, at umstøðurnar annars at hava vinnu í Sandoynni eru framúr. – Vit hava nógv vinnuøki til sølu fyri heilt bíligan penga, men atkoman er tað sum forðar menningini í dag. Vit hava nú fimm ár at gera okkum klár til, at koyrandi verður undir Skopunarfirði, sigur Brandur Sandoy. – Fyri Sandoynna kemur undirsjóvartunnilin at merkja, at oyggin fær lut í samfelagsmenningini á jøvnum føti við restina av landinum Koyrandi um fimm ár Mánanáttina legðist so mikið av kava kring landið, at hetta tarnaði almennu samferðsluni í morgun. Bygdaleiðir avlýsti tríggjar leiðir, leið 100, 300 og 400. Tað var vátakavi, sum kom niður, og koyrilíkindini vóru tískil vánalig tíðliga í morgun – Tað er ógvuliga um­ráð­ andi, at tað eru fiskimenn, sum mynda felagið hjá fiskimonnum, sigur Sniálvur Røvilsberg Felagsformansvalið í Før­ oya Fiskimannafelag er av, og Jan Højgaard hevur trygt endurvunnið for­ mans­sess­in. Hóast Jan Højgaard varð valdur við stórum meiriluta, hevur avbjóðarin, Sniálvur Røvilsberg, tó ikki mist hug­ in at umboða fiskimenn í felagnum. Umframt felagsformann, hevur Føroya Fiskimanna­ fe­lag eisini sýsluformenn, sum saman við felags­for­ mann­inum mynda stjórn felag­sins. Stillar uppaftur Sniálvur Røvilsberg, sum áður hevur sitið í stjórn fe­ lagsins, umboðandi Sand­ oyar sýslu, ætlar sær at stilla uppaftur á næsta sýslu­formansvali. – Jú, eg ætli mær at stilla uppaftur, og eg fari at ar­ beiða hart fyri at verða vald­ ur aftur í stjórn felag­sins. Sniálvur Røvilsberg held­ ur tað vera ógvuliga um­ráð­ andi, at tað eru fiskimenn, sum mynda felagið hjá fiski­ monnum. vilmund@sosialurin.fo Í síðstu viku skipaði foreldrabólkurin í Nólsoyar skúla saman við Nólsoyar Bjargingarfelag fyri venjing, har 36 fólk við lummalykt fóru at leita eftir manni sum var horvin – Vit hava nú fimm ár at gera okkum klár til, at koyrandi verður undir Skopunarfirði, sigur Brandur Sandoy Skiftandi fiskaprísir Prísirnir á hýsu hava lyft seg nakað upp aftur eftir eitt ávíst prísfall síðan ársbyrjan. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya seldi umleið 14 tons av hýsu, vóru prísirnir aftur á góðari leið. Henda dagin fóru hýsa 1, 2 og 3 fyri miðalprísin 18,39, 15,65 og 17,03 krónur fyri kilo. Í mun til hýsu, hevur toskur hildið hampiligan prís tað, ið farið er av hesum árinum, tó at prísurin er lækkaður nakað. Tey stívliga 43 tonsini, sum vórðu seld á uppboði fríggjadagin, fóru fyri tilsamans góðar 692.944 krónur, sum gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 16,08 krónur fyri kilo. vilmund@sosialurin.fo Sniálvur fer at royna aftur –Eg fari at arbeiða hart fyri at gerast sýsluformaður í Sandoyar sýslu aftur, sigur Sniálvur Røvilsberg