mánadagur 1. februar 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
Vilmund Jacobsen
Jan Højgaard, ið er aftur
valdur sum formaður í Før
oya Fiskimannafelag í trý ár,
heldur, at at avbjóðingarnar
hesa ferð eru ógvuliga stórar.
–
Sáttmálasamráðingar
verða sjálvandi, men øll
fiskivinnan stendur eisini
framman fyri einari koll
velting, nú øll loyvini ganga
út um sløk tvey ár, og arbeitt
verður við at gera eina heilt
nýggja skipan.
Jan vísir á, at felagið hjá
honum ikki er boðið við
í arbeiðsbólkin, sum skal
gera tilmæli til nýggja fiski
vinnuskipan, men felagið er
umboðað í einum atknýttum
hoyringsbólki.
– Haraftrat hevur fiski
málaráðharrin sjálvur givið
okkum lyfti um, at hann
er garantur fyri, at okkara
áhugamál verða tikin við
í arbeiðið. Eg og nevndin
í felagnum fara sjálvandi
at fylgja væl við og eisini
blanda okkum í kjakið, sigur
hann.
Jan Højgaard leggur ser
liga dent á, at nýskipanin
eisini skal staðfesta, at til
feingisgjøld - sama hvussu
tey verða skrúvað saman
- eru gjøld til reiðaríini fyri
teirra framíhjárættindi at
fiska.
– Vit skulu ikki vera við
til at rinda hesi gjøld. Tað
lá í kortunum, at vit skuldu
sleppa undan teimum nú,
men fiskimálaráðharrin dróg
í land aftur vegna trýst frá
reiðarunum.
Felagsformaðurin sigur,
at felagið vil sleppa undan
tilfeingisgjaldinum í stund
ini.
– Men, 1. januar 2018 er
í øllum førum slætt borð,
og tá er so avgjørt eingin
politisk undanførsla fyri at
loyva reiðarunum at senda
okkum rokningar, sum teir
av røttum eiga. Tað er eitt
avgjørt krav frá okkum, sigur
hann.
Í hesum formansskeið
num ætlar Jan Højgaard
at brúka orku upp á at fáa
minstulønina upp og eitt
annað arbeiði, sum hann
væntar fer at fylla rættiliga
nógv næstu tíðina, er ein
endurskoðan av øllum sátt
málabygnaðinum.
Í 2010 fekk Hvalbiar komm
una eitt uppskot gjørt til
eina alternativa linjuføring
til nýggjan hvalbiartunnil.
Uppskotið, sum J&K Peter
sen gjørdi, kann síggjast á
heimasíðuni hjá Hvalbiar
kommunu, www.hvalba.fo
Mett varð, at hetta upp
skot fer at kosta umleið 150
miljónir krónur at fremja í
verki.
Sambært hesum upp
skoti kemur tunnilin at
liggja væl lægri í fjallinum.
Hetta hevur við sær nógv
minni kavarudding, eins
og
CO2-útlátið
verður
munandi minni.
Nú spurningurin hevur
verið frammi, hvussu ein
nýggjur
hvalbiartunnil
skal liggja, heldur Hvalbiar
kommuna, at hugsað eigur
at verða longri enn um dag
sins tørv.
– Hugsað eigur eisini at
verða um, at hesin tunnil
í framtíðini skal verða ein
partur av farleiðini millum
Suðuroynna og meginøki,
sigur Hvalbiar kommuna.
vilmund@sosialurin.fo
- Hugsað eigur at verða
longri enn um dagsins tørv,
sigur Hvalbiar kommuna
Rúsdrekkasøla
Landsins skal
steingjast, og í
staðin skulu vanligir
matvøruhandlar selja
rúsdrekka. Tað halda
næmingar í 9. A í
Eysturskúlanum, sum
manna ungdómstingið
í dag og í morgin
Nú skal tað verða lættari
hjá fólki at fáa fatur
á føroyskum neyta-
og seyðakjøti. Tað
ætlar Poul Michelsen,
landsstýrismaður í
vinnumálum, sum
ætlar sær at broyta
matvørulógina
Skip við
línu-og
trolfiski
- Fleiri línuskip eru
til fiskiskap, men
roknað verður ikki við,
at nakað skip kemur
inn at landa fyrr enn
miðskeiðis í vikuni.
Tað siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
- Línuskipini fáa mest
av toski og hýsu, og
onkur hevur fingið nakað
av longu og brosmu.
Nøkur línuskip liggja
inni, men fara væntandi
út aftur í næstum, og
fýra frystilínuskip eru
framvegis á Flemish Kap.
- Streymurin verður
góður, og veðrið
verður eisini brúkiligt
onkran av døgunum. Tí
verður roknað við, at
onkrir útróðrardagar
verða hesa vikuna.
Útróðrarbátarnir fáa so
at siga bara tosk og hýsu.
Væntandi koma
tvey partrolarapør
inn at landa í dag, og
nøkur koma seinni í
vikuni. Fiskiskapurin
hjá partrolarunum er
framvegis smáligur.
Lagt verður aftrat,
at umframt upsa,
hava partrolararnir
eisini fingið nakað av
svartkalva og kongafiski.
Fríggjadagin, tá
Fiskamarknaður Føroya
gjørdi sínar metingar fyri
hesa vikuna, lógu flestu
djúpvatnstrolarar. Bert
ein var til fiskiskap.
Hesin fiskar svartkalva
og frystir veiðina umborð.
Væntandi fara fleiri
djúpvatnstrolarar út
aftur í næstum.
- Tríggir trolbátar eru
til fiskiskap, og í løtuni
fiska allir havtasku.
Trolbátarnir koma
væntandi inn at landa
fyrst í hesi vikuni, vita
tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
vilmund@sosialurin.fo
Ein framtíðar
farleið
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson
– Ein nýskipanin í fiskivinnuni skal staðfesta,
at tilfeingisgjøld - sama hvussu tey verða
skrúvað saman - eru gjøld til reiðaríini fyri teirra
framíhjárættindi at fiska, sigur Jan Højgaard, sum nú
er afturvaldur til formann í Føroya Fiskimannafelag
Nógvar avbjóðingar fyri
stavn hjá fiskimonnum
– Í hesum formansskeiðnum fara vit eisini at brúka orku upp
á at fáa minstulønina upp, sigur Jan Højgaard