Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FERÐSLUMENTAN Hesar myndirnar eru tiknar leygardagin 14. august 2004 við Marknagilsvegin í Havn. Bilurin er parkeraður á gongubreytini undir skeltinum sum vísir, at ikki er loyvt at parkera. Ein lesari blaðsins hevur sent okkum myndirnar og ger vart við, at fólk ikki hugsa seg um, tá tey seta bilin frá sær. Viðkomandi heldur at bilførarar ofta slepp ov lætt, og at løgreglan átti at gjørt nógv meira við ólógligu parker- ingina í býnum. Sunnudagn 22. august verður Andrea Góðadal 80 ár. Dagurin verður hildin á vallaraheiminum á Gilja- nesi frá kl. 18.00. Øll eru hjartaiga vælkomin Ólóglig parkering á gongubreytini Andrea Góðadal 80 ár Mikudagin 18. august 2004 andaðist Ólafur Guðmundsson í Íslandi, 91 ára gamal. Ólafur var føddur og uppvaksin í Keflavík í Íslandi, sonur Janu, f. Ell- efsen, ættað úr Miðvági, og Guðmund H. Ólafsson úr Keflavík. Hann kom fyrstu ferð til Føroyar á heysti í 1948 til at fáa føroysk skip, ið fiskaðu við Ísland, at tekna seg fyri at keypa agnsild. Í 1949 búsettist hann í Føroyum. Hann avgreiddi íslendsk skip, sum løgdu inn í Føroyum. Ólafur sá skjótt at grundarlag var fyri einum handli í Føroyum við ís- lendskum vørum og stovnaði handilin Impo í Vágsbotni. Hann fór undir at innflyta sjóklæðir og arbeiðsklæðir. Hann seldi t.d. oljufýr, bildekk, íslendskar keks og ikki at gloyma ulpur- nar. Eisini fekst hann nógv við at selja sild. Ólafur virkaði í mong ár sum ein íslendskur um- boðsmaður í Føroyum, hann fekk t.d. íslendsk skip hendan vegin til um- vælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skaff- aði nógvum føroyingum arbeiði í Íslandi bæði við fiskiskipum og arbeiði í fiskivinnuni á landi. Hann gjørdi nógv fyri at menna sambandi millum Ísland og Føroyar. Í oktober 1998 fekk hann íslendska Falka-ord- anin, ið kann sammetast við riddarakrossinum. Ólafur eigur dóttrina Janu, sum býr í Penn- sylvania í USA, har hon er gift og eigur fýra børn. Seinastu tíðina var heilsan hjá Ólafi vánalig, og í mars í ár flutti hann aftur til Íslands. Nú hann andaðist, búði hann á ell- isheiminum Garðvongur í Reykjanes býi. Jarðarferðin verður í føðibýi hansara, Keflavík, fríggjadagin 27. august. Ólafur Guðmundsson deyður Í sambandi við yvirtøkuna av skúlafyrisitingini var samkoma á skrivstovuni hjá Landsskúlafyrisitingini tann 21. august 1979. D a n s k i kenslumálaráðhar rin, Dorthe Bennedsen, sum var á vitjan í Føroyum, var eisini til staðar. Fyri 25 árum síðan: Skúlafyrisitingin yvirtikin í 1979 Danski kenslumálaráðharrin, Dorthe Bennedsen, á samkomuni saman við Dánjal Paula Danielsen, táverandi landsýrismanni Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979 Bilurin er parkeraður á gongubreytini undir skeltinum sum vísir, at ikki er loyvt at parkera á hesum vegastrekki. Hvar skulu fólk við barnavogni ganga? Nr. 158 - 21. august 2004 15 Haslev Husholdningsskole 100 ár: Leita eftir 15 føroyskum kvinnum Haslev Husholdningsskole verður 100 ár í 2004. Í hesum sambandi hava tveir av næmingunum, sum gingu á skúlanum síðst í 50-unum, sent eitt bræv saman við eini mynd til Føroya. Brævið er soljóðandi: "Hej hvor er I ?, skolen har 100 års jubileum i år, samtidig er det 45 år siden, at vi forlod den. Det ville være morsomt, hvis vi kunne ses. Vi vil gerne i kontakt med så mange som muligt. Ring eller skriv til en af os" Grethe Duus Krøngevej 48 DK-4930 Maribo Tel. 54609262 / 40542190 Birte Håkansson Rødbyvej 16 I DK-4900 Nakskov Tel. 54956687 / 30613186 Mercy Ships takkar føroyingum Vegna leiðslu og manning á Anastasis ynskja vit at takka øllum tykkum fittu og vælsignaðu fólkum í Føroyum, sum gjørdu, at ferð okkara í Føroyum varð so væleydnað. Takk fyri at tit vitjaðu okkum umborð, fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, fyri tær mongu gávurnar og tann ótrúliga blíðskapin, tit sýndu okkum. Tykkara gávumildni og stuðul røkka allan vegin til strendurnar í Vesturafrika. Vit síggjast! Daslim Small, aðalstjóri, Anastasis Mercy Ships www.mercyships.org Copyright 2004 Mercy Ships International | Joshua Fletcher Føroysku genturnar á mynd- ini eru: Tove á Gørðum, Verna Parker Durhuus, Birgit Elendersen, Mourentse Petersen, Anna Petersen, Herdis Tórarenni, Jastrid Petersen, Marna Simonsen, Bergljót Kunoy, Marjun Jóannesarson, Elsa Jacobsen, Anna Holm Petersen, Marita Simonsen, Gretha Bertelsen, og Friborg Hansen 15 14 Nr. 158 - 21. august 2004 C M Y K 14