Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 17 Fyrrverandi bretski militerpolitisturin, Jack Charmock, handtók undir krígnum ein mann, sum gekk í Havnar- gøtum leinkjaður til eina song. Tað mundi vera eitt tað stutt- ligasta, honum var fyri í hernaðar- tænastuni, heldur veteranurin, sum vitjar aftur í Føroyum fyri fyrstu ferð í 60 ár VITJAN Edvard Joensen Ein fullur enskur hermaður gekk og gjørdi gang í Havnargøtum. Militerpoli- tiið koyrdi hann tvær ferðir heim. Aðru ferð varð hann heftur í songina við hond- jørnum. Men líka lítið hjápti. Hann fór aftur í býin. Við songini afturút. Hesa søguna veit ein fyrrverandi bretskur mili- terpolitistur at siga frá tíð- ini, hann var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Flogfarið hjá Atlantsflog er júst komið úr Bretlandi. Vit standa og bíða eftir hes- um næstan 90 ára gamla manninum, sum skal koma at vitja oyggjarnar fyri fyrstu ferð í 60 ár. Ivaleyst er hann rímiliga birgur, tá hann hættar sær undir hesa ferðina. Tað koma tveir mans úr flogfarinum. Annar er ein eldri harri, sum líkist akku- rát myndunum av gomlu veteranunum, sum plaga at marchera framman fyri Buchingham Palace í Lon- don, tá stóru paradurnar eru at síggja í BBC. Har man ikki vera nógv at ivast í. Hetta er hann. Tey flestu helst burtur Spelkin og smílandi heilsar hesin gamli maðurin okk- um, sum komnir eru at taka ímóti á flogvøllinum. Pressuna vil hann fegin tosa við. Heldur, at tað er líka gott at gera tað beinan- veg, áðrenn farið verður viðari, so vit setast við eitt borð, og hann byrjar at siga frá. Nevnir nøvn, sum ikki eru okkara millum meira. – Men rímiligt, sigur hann. Tey vóru eldri enn eg, og eg verði 90 í oktober. So ikki kann væntast annað enn, at tey eru burtur. Hann tekur myndir, sum hann hevur í eini skjáttu, og leggur á borðið. Tær flestu eru úr Havn. Vísir eina mynd av grindadrápi á Eystaru Vág. Man nakað vera eftir av hesum? Jú, Fútastova og Nólsoy- arstova standa enn, fær hann at vita og heldur so, at tað verður spennandi at síggja aftur í morgin. Gamli Bókhandil stendur við sama lag longri uppi í býnum, og tað heldur hann vera hugaligt. Men Nicla- sen er farin. Ája. Gamla Ebenezer, sum hann hevur mynd av, er burtur. Tað er so rímiligt, tí býurin má vera nógv broyttur øll hesi árini, staðfestir hann. Men hvussu við Skans- anum? Er hann til? Og kan- ónirnar. Jú, tað er alt har, og hann gleðir seg at koma aftur á Skansan. Tó okkurt er enn, sum ikki er broytt, hevur hann sæð á flogtúrinum. Trøll- konufingur stendur enn, sum hann gjørdi, tá teir plagdu at koma úr Havn til Miðvágs við Poppy undir krígnum. Ein ikki altíð líka spennandi túrur um Kirkju- bønes og Vágafjørð, sum plagdi at taka einar tveir tímar. – Vit høvdu høvuðsstøð í Havn, og plagdu so at fara soleiðis av og á vestur í Vágar. Serliga til Miðvág og Sørvágs, minnist hann. Jack Charmock var í Føroyum í 1943 og 1944. Hann kom higar úr Norður- írlandi, og ætlanin var, at hann síðan skuldi sendast til Fjareystur. Men Japan legðist fyri, eftir at amerik- anarar høvdu brúkt tvær atombumbur, og so var tað kríggið av. Og tað var kríggj fyri hansara viðkom- andi eisini sum heild, sigur Jack Charmock, sum fór at arbeiða hjá bretsku jarn- breytini, haðani hann gjør- dist pensionistur í 1976. Savn Jack gamli tekur úr skjátt- uni bøkur og bløð. Mynda- album, sum hann hevur nevnt »One man's war«. Ymisk tíðarrit, sum bretsku hermenninir í Føroyum góvu út. Hann hevur nakrar medaljur, hann hevur fing- Í býin við songini Jack Charmock hevur goymt ymisk tíðarrit og annað frá tíðini, hann var MP í Føroyum Mynd: Edvard Joensen Millum minnini, Jack Charmock hevur við sær úr Englandi til Føroya, eru umleið tvær krónur í myntum, sum hann ikki hevði brúkt, áðrenn hann fór úr Føroyum fyri 60 árum síðan Mynd Edvard Joensen ið undir krígnum. Tær skulu á savn hjá bretska militerpolitinum, sigur hann. Einaferð, tá tíð verð- ur til tess, leggur hann aftur at, og vit skilja, at hann heldur ikki tað hevur skund, tí hann ætlar sær ikki at doyggja soleiðis beinanveg. »Oh! By the way«, sigur hann og tekur hondina nið- ur í lumman. Her er eisini okkurt, sum liggur eftir frá tíðini í Føroyum. Hann hevur ein plastikk- posa við nøkrum gomlum myntum frá krígstíðini. Nøkur oyru, sum tilsamans munnu vera einar tvær krónur, sigur hann. Hetta var tað, sum eftir var, tá hann fór úr Føroyum. Spurdur um hann hevur goymt hesar lutir við tí fyri eyga at koma aftur til Før- oya, sigur hann, at so er ikki. – Eg blakaði alt í ein kassa, og har hevur tað ligið líka til nú, ein vin- maður byrjaði at tosa um, at eg átti at farið aftur til Føroya ein túr. Eg havi so funnið tað fram aftur, og nú er tað stuttligt at hava. Men eitt er, sum hann kortini ikki eigur eftir. Tað er tann reyða húgvan, teir gingu í. Hana blakaði hann inn á bryggjuna, tá skipið, teir fóru avstað við, legði frá landi í Havn. – So kanska onkur eigur hana í onkrum kassa onk- unstaðni í Føroyum, heldur hann. Og so hevur hann eisini eitt eintak av kendu bókini »Kanska – the land og maybe«, sum ein enskur hermaður skrivaði, og Carl í Bókhandlinum helt vera so áhugaverda, at hann gav hana út. Hon er ivaleyst eisini ein dýrgripur í dag, tí sum skilst er hon ring at fáa hendur á. Góð viðurskifti Bretsku hermenninir høvdu góð viðurskifti við føroy- ingar. Ikki bara kvinnurnar, sum tó vóru fittastar, flenn- ir Jack. Men eisini mennin- ar. Og børnini vóru sera fitt. – Tey plagdu at koma til okkara at biða chokolátu. Og tað fingu tey so. Harða, russiska chokolátu, sum teimum helst mundi dáma kortini, tí tey komu aftur. Eisini soleiðis reint prof- essionelt var samstarvið millum MP' ararnar og løg- regluna í Føroyum gott, minnist hann. Hann flennir eitt sindur, tá hann minnist aftur á tvær hendingar, sum hvødu sam- band við arbeiði hansara. Einaferð var ein stóru militerbilur hjá bretum stolin. Bilurin varð funnin aftur vestanfyri. Onkun- staðni um Kirkjubøarleið- ina. Og maðurin, sum stolið hevði – ein føroyingur – varð eisini funnin. Hann varð so dømdur og skuldi í geglið. Ikki heilt stutt heldur, minnist Jack Charmock. – Einar tveir dagar seinni, tá eg kom gangandi eftir bryggjuni í Havn, síggi eg hendan mannin, sum arbeiddi við einum- hvørjum har úti. Eg fór beint til løgregluna í Havn og spurdi hvat ..... hetta var fyri nakað, tí maðurin skuldi jú sita i brummuni. – Jaaaa, svaraði løgreglu- maðurin. Tað skuldi hann jú gjørt. Men nú er tað hetta, at arbeiði er at fáa beint nú, og vit kunnu ikki revsa mannin dupult við bæði at sita í fongsli og missa arbeiði. So vit taka hann innaftur, tá einki arbeiði er. – Tað helt eg tað vera løgið, men í dag haldi eg, at hasir politistarnir vóru bara heilt skilagóðir kortini, sigur Jack Charmock. Ein onnur hending, hann minnist, er um fulla bretan, sum fór í býin við songini. – Hann var í so lívligur i dansinum í Tórshøll, so eg fekk til uppgávu at faa hann heim í barakkina at sova. Tað gjørdi eg so. Men tað var beinanveg, so ringir telefonin. Løg- reglan í Havn sigur, at har gongur ein breti og ger øgi- ligan gang í Niels Finsens- gøtu. Tá eg komi til hansara vísir tað seg, at hetta er sami maður, eg júst havi verið heima við. Aftur í songina við honum. Tað ganga bara einir tíggju minuttir, so ringir løgreglan aftur við somu boðum. Tá helt eg so, at tað var nokk, og hefti hann við hondjørnum í seingina. So skuldi borið til. Men nei. Tað var rættiliga skjótt, so ringja teir aftur og siga, at hasin maðurin, tit fóru við í áðni, gongur niðri í býnum og dregur eina song eftir sær. – Eg undrist á enn, hvussu hann hevði fingið hana út gjøgnum dyrnar, flennir Jack Charmock, fyrrverandi brestkur MP í Havn. Løgreglan gongur ikki á stevnum og festivalum og tekur smakkiroyndir av tí, fólk drekka. Verður nakað ólógligt selt, sum fólk vita um, er tað teirra skyld at boða løgrelguni frá, sigur fulltrúi á fútaskriv- stovuni ØLSØLA Edvard Joensen Løgreglan er tann seinasta, sum fær at vita, um sterkt øl verður selt á almenn- um tiltøkum, sigur Linda Hesselberg, fulltrúi á fútaskrivstovuni. Tey, sum keypa slíkt, hava ikki áhuga í at siga okkum frá. Men kemur ein beinleiðis fráboðan, steðga vit slíkum beinanveg, sigur hon. Tað er heilt greitt, at tað er ólógligt at selja sterkt øl á almennum tiltøkum i Føroyum, sigur Linda Hesselberg. Tí forðar rúsdrekkalógin fyri. Og tey, sum ætla sær at selja sterkt øl uttan fyri Tórsvøll, tá landsdystur verður har, kunnu sjálvandi vænta, at løgreglan fer at vísa áhuga fyri tí, tey havast at, nú boðað er frá tí frammanundan. Hinvegin er tað ikki soleiðis, at løgreglufólk ganga á festivalum og stevnum og smakka á tað, sum selt verður, fyri at vita, hvussu sterkt tað er. Men fólk, sum siga seg kenna til óreglusemi, hava skyldu at boða løg- regluni frá, og so verða stig beinaveg tikin til at steðga tí, sigur hon. Linda Hesselberg vísir til dømi, har slíkar fráboðanir eru komnar. Eitt nú tá eitt skeinkistað í Havn seldi sterkt uttan skeinkiloyvi. Í slíkum føri steðga vit virkseminum beinanveg, og tann, sum ábyrgdina hevur, skal rokna við eini ikki so lítlari bót, sigur Linda Hesselberg, fulltrúi á fútaskrivstovuni. Løgreglan má fáa fráboðan Jack Charmock var í Tinganesi fríggjamorgunin og heilsaði upp á løgmann Mynd: Álvur Haraldsen VITJAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjamorgunin vitjaði Sauro Cristofani, sum er regionalpolitikari í Perugia í Umbria landslutinum í Italia, í Tinganesi. Hann er her á vitjan sum umboð fyri myndugleikarnar í Perugia, sum fegnir vilja knýta tætt- ari sambond við Føroya. – Beinleiðis orsøkin er nýggja rutan hjá Atlants- flog, sum knýtir okkum saman, segði hann í stuttari viðmerking. Sauro Cristofani hevur verið í Føroyum fyrr í vár, tá Atlantsflog fór undir nýggju rutuna. Hann hevur nú kombinerað hesa ferð- ina við eini familjuferð, og hevur hann tí konuna og børnini við. Hann vitjar Vinnumála- stýri, og tosa tey um tættari samband millum Umbria landslutin og Føroyar. Hann hevur sjálvsagt eisini havt samband við Atlants- flog. Sauro Cristofani er - um- framt at verða regional- politikari – eisini tann- lækni, og hann rekur eisini eitt landsstað, ið hýsir ferðafólki. I Tinganesi í gjár hitti hann umframt Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, eisini Jóannes Eidesgaard, løgmann. Úr Perugia til Føroya Sauro Cristofani, sum er regionalpolitikari í Umbrialandslutinum í Italia, og familja hansara hitti løgmann í Tinganesi fríggjamorgunin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 17 16