Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 158 - 21. august 2004 Nr. 158 - 21. august 2004 19 Beint áðrenn annar veraldarbardagi end- aði, flutti tann tá blaðunga og nýgifta Mary Cruse úr Fugla- firði til tann sundur- smildraða London. Saman við manni sín- um Jack Cruse bygdi hon sær upp eitt lív í Onglandi. Hóast nær- um 60 ár í London tosar Mary framvegis við flótandi fugla- fjarðardialekt SUMMARGESTUR Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Klaksvík: Á ólavsøku kom Mary Cruse til Fuglafjarðar at vitja sína familju. Mary býr nakað uttan fyri Lon- don, har hon hevur búð tey seinastu 59 árini. Mary trívist væl í London, og hó- ast hon mangan hevur hugsað um at flyta heimaft- ur til Føroya at búgva, so fær hon seg ikki til tað, tí henni dámar so væl í Ong- landi. – Har er mítt lív og mín familja. Og tá eg so fái møguleika til at koma heim at vitja so ofta, so bilar tað onki, um eg ikki búgvi í Føroyum, sigur blídliga daman við einum smíli. Tað hoyrist á henni, at hon ikki tosar nógv før- oyskt til dagligt, tí hon leit- ar viðhvørt eftir teimum røttu føroysku orðunum. Men, at hon stavar úr Fuglafirði, er ikki at taka feil av. Tað hoyrist á hvørj- um orði, sum hon sigur. Fylgdi hjartanum Mary hitti Jack í Føroyum undir seinna veraldarbar- daga. Hann var knýttur at enska herinum og arbeiddi sum kokkur í Søldarfirði. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur fyri ein og hvønn. Tey bæði vórðu vígd í Fuglafjarðar kirkju undir krígnum, og tá tað nærkað- ist endanum, fluttu tey til Onglands at búgva. Mary minnist aftur á, hvussu ræðuligt tað var at koma til ein so sundur- knústan bý, sum London tá var. – Vit merktu ikki tað stóra til kríggið í Føroyum. Tað var kanska serliga sjó- menninir og teirra avvarð- andi, men tað kann eg siga tær, at tað var heilt forferdi- ligt at koma til London og síggja allar ræðuleikarnar, greiðir hon álvarsliga frá. Tað var heldur ikki so lætt hjá Mary at fella til í London. Maðurin var fram- vegis knýttur at herinum, so hann var ikki so nógv heima hjá henni. – Men tíbetur var ver- familjan hjá mær so eina- stand-andi fitt og góð fólk, at eg kendi meg sum heima har. Tó var longsulin heim øgiligur, greiðir Mary frá. Longu árið eftir, í juni 1946 gekk leiðin hjá Mary tó heimaftur á vitjan. So hóast tað ikki bar so væl til at samskifta tá sum nú á døgum, so lá væl fyri hjá henni at ferðast heim. Og sigur hon, at hon nær- um var heima einaferð um árið tey mongu fyrstu árini eftir at hon var flutt. – Nú býr sonurin í Dan- mark, so nú plagi eg at býta ferðirnar hjá mær sundur, sigur hon. Bakarí Verfaðir hjá Mary var bak- ari og hevði egið bakarí. Mary fór til arbeiðis hjá honum, og er hon sannførd um, at tað gjørdi sítt til, at hon fall til og byrjaði at finna væl runt allastaðni. Fýra bilar koyrdu vøru út í einum øki upp á umleið sjey míl, og á tann hátt lærdi Mary at koyra og finna runt í økinum. – Jack bleiv ikki leysur av herinum fyrr enn, beint áðrenn vit fóru heim aftur til Føroyar í 1946, so tað var gott fyri meg at fáa okk- urt at gera, heldur Mary hugsunarsom fyri. Nakað av enskum dugdi Mary. Hon greiðir frá, at tað fyrsta orðið, sum hon minnist, at hon sum barn lærdi á enskum, var orðið hestur. – Mær hevur altíð dámt væl mál, og eg haldi, at tað gekk bara heilt væl at læra tað enska málið. Men hóast eg so at siga bara tosi enskt til dagligt, so hugsi eg á føroyskum og droymi eisini á føroyskum. Eg havi altíð verið stolt av at vera føroy- ingur, sigur hon púra av- gjørd á málinum. Livir lívið Hóast Mary er komin væl upp í árini, so letur tað ikki til, at hon hevur ætlanir um at setast aftur á ellisárun- um. Hon lýsir seg sjálva sum eina, sum allatíðina vil royna okkurt nýtt. Tað skal helst vera ferð á. Og tað man avgerð hennara um at taka flúgvitímar sum 75 ára gomul, vera eitt tað besta tekinið um. Men hon mátti gevast, tí tað var ov dýrt. – Eg havi ein avbera góð- an aldurdóm, eri frísk og væl fyri. Og eg havi altíð klárað meg sjálva, sigur Mary, sum framvegis koyrir bil sjálv. Hon hevur ymisk frítíðar ítriv, sum hon plagar at taka til. Serliga dámar henni væl at brodera, og sum limur í einum kvinnuligum felags- skapi í Onglandi, hevur hon sum tann einasta í landi- num vunnið Gold of gold virðisløn fyri broderí. Eis- ini hevur hon lært nógvar kvinnur at brodera. Seldu bakaríið Aldurdómurin fór tíverri ikki líka væl við manninum hjá Mary, sum henni. Hann gjørdist sjúkur, og tey gjørdu av at selja bakaríið. Mary passaði so Jack, og allatíðina væntaði hon, at hann fór at klára tað. Men so varð tíverri ikki. Jack andaðist í 1999, og tað tók dygt hjá henni. – Tað var ótrúliga hart at missa hann. Hann var eitt so gott menniskja, og eg trúði veruliga ikki, at hann fór at doyggja, greiðir Mary frá. Hon vildi ikki viðurkenna, at maðurin var burtur, og sjálv heldur hon, at tað hevur tikið henni øll hesi fimm árini at koma víðari. Saknurin eftir hon- um situr framvegis í henni, men tað er bergtakandi at hoyra hana greiða frá sín- um lívi, og hvussu glað hon er fyri tað. – Eg var heppin at finna ein so góðan mann, tað er púra vist, sigur hon bros- andi. Mary hevur altíð ferðast nógv. Hon hevur verið í meginpartinum av Evropa, ferðast nógv í Afrika og USA. – Eg dugi ikki at sita still, tað man vera víkingurin í mær. Og eg ætli mær eisini at halda fram, sum eg altíð havi gjørt, so longi sum lív og heilsa er til tað, sigur Mary Cruse at enda. Eg eri stolt av at vera føroyingur – Eg dugi ikki at sita still. Tað man vera víkingurin í mær, sigur Mary Cruse búsitandi í Onglandi, sum var heima í ein mánað og vitjaði familju í summar – Maður mín var eitt so ótrúliga gott menniskja, og eg var heppin at finna hann og fáa so mong góð ár saman við honum, sigur Mary, sum fór aftur til Onglands fyrst í hesum mánaðinum UTTAN ÚR HEIMI Kerry svarar aftur Í seinastuni hava nakrir amerikanarar, sum gjørdu her- tænastu í Vietnam, skipað fyri einari útspillingarher- ferð ímóti demokratiska forsetavalevninum, John Kerry. Undir krígnum í Vietnam bleiv Kerry heiðraður fyri at hava víst stórt dirvi, tá hann bjargaði fleiri øðr- um hermonnum. Teir gomlu Vietnam-hermenninir siga í lýsingum, sum hava verið í sjónvarpinum, at John Kerry segði ósatt, tá hann segði seg hava bjargað hinum monnun- um. Sjálvur sigur Kerry, at hansara gomlu felagar siga ósatt, og mangt bendir eisini á, at hann sigur satt. Eitt nú hevur Washington Post avdúkað, at ein av monnun- um, sum er við í útspillingini, sigur nakað annað nú, enn hann segði, tá hann bleiv avhoyrdur undir krígnum í Vietnam. Tá segði maðurin, at Kerry hevði bjargað fleiri monnum, meðan tær vietnamesisku kúlurnar fuku um oyruni á honum. Sjálvur hevur Kerry fýlst á, at George W. Bush, for- seti, ikki hevur funnist at útspillingini. Tað kemst av, at tað er ein republikanskur politikari í Texas, sum fíggj- ar útspillingina. Fleiri velja keisaraskurð Fimta hvør barn, sum kemur í verðina í Danmark, verður føtt við keisaraskurði, vísa hagtøl hjá heilsu- stýrinum. Hagtølini umfata føðingar í fyrra hálvári í ár, og tey vísa, at 20,4 prosent av øllum børnum verða fødd við keisaraskurði. Hetta er fyrstu ferð, at talið er oman fyri 20 prosent, men lopið er kortini ikki so stórt saman- borið við undanfarin ár. Sambært heilsustýrinum vórðu 19,6 prosent av børnunum fødd við keisara- skurði í fjør, og árið fyri var parturin 18,8 prosent. Lone Hvidman, yvirlækni á Skejby sjúkrahúsinum í Århus, sigur við Jyllandspostin, at alt fleiri kvinnur vilja sleppa at eiga við keisaraskurði. Um orsøkina sigur hon, at nógvar kvinnur halda tað vera tryggari at eiga við keisaraskurði. Tað eru serliga kvinnur, sum hava havt trupult við at eiga tað fyrsta á vanligan hátt, sum vilja sleppa at eiga við keisaraskurði aðru ferð, sjálvt um eingin vandi er á ferð, sigur Lone Hvidman, yvirlækni. Húsaprísurin fellur Húsaprísurin í Bretlandi er fallin nógv í seinastuni, og fallið hevur verið serliga stórt í London. Blaðið Evening Standard skrivar, at í meðal er virðið á einum húsum í London fallið góð fýra prosent, sum svarar til einar 130.000 krónur. Hóast fallið er hent eftir bara fimm vikum, halda serfrøðingar ikki, at botnurin er farin undan húsamarknaðinum. Men summastaðni er prísfallið sera stórt. Eitt nú eru tey dýru húsini í London-býarpørtunum Westminster og Kensington fallin ímillum átta og níggju prosent í virði eftir einum góðum mánað. Serfrøðingar halda ikki, at fallið er so álvarssamt. Teir vísa á, at húsaprísurin í London og Bretlandi yvir- høvur hevur verið hækkandi leingi, og at fólk máttu rokna við, at eitt fall fór at koma. Samstundis verður víst á, at sjálvt um húsavirðið er fallið nógv í seinast- uni, er tað framvegis hægri enn fyri einum ári síðani. Prískríggj um tónleik RealNetworks, sum bjóðar fólki at taka tónleik niður á alnótini, hevur gjørt av at skarva helmingin av prísi- num fyri tónleikin. Vanliga kostar tað 0,99 dollara fyri at taka ein sang niður á alnótini, men nú hevur RealNetworks sett prís- in niður í 0,49 dollara, sigur BBC. Leiðslan í RealNet- works dylir ikki fyri, at endamálið við príslækkingini er at taka kappingina upp við felagið Apple, sum er tað størsta á hesum marknaðinum. Apple hevur umleið eina millión sangir, sum fólk kunnu velja ímillum, og í fjør keyptu fólk 70 milliónir sangir frá felagnum. RealNetworks hevur umleið 700.000 sangir í sínum savni, sigur BBC. Síðani finsku mynd- ugleikarnir gjørdu av at lækka prísin á brennivínið í vár, hava harðskapur og lógloysið vundið nógv upp á seg FINNLAND Árni Joensen, fartekst@mail.dk Tann 1. mars lækkaðu av- gjøldini á brennivíni, víni og øli í Finnlandi 33 pro- sent í meðal. Størsta lækk- ingin var á brennivíni, sum gjørdist 44 prosent bíligari, og 32 prosent vórðu skarv- að av avgjaldinum á øli og víni. Nú vísa nýggj tøl, at síð- ani príslækkingina hava finnlendingar drukkið 25 prosent meiri brennivín enn frammanundan, og tað hev- ur eisini havt sínar avleið- ingar. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at síðani 1. mars eru 15 prosent fleiri fólk tikin fyri at koyra við kenning, løgreglan hevur fingið 22 prosent fleiri fráboðanir um húsaófrið, og talið á sjálv- morðum og sjálvmorðs- royndum er vaksið 20 pro- sent, skrivar Aftenposten. Harafturat eru tilburðirnir við ógvusligum harðskapi øktir 17 prosent síðani 1. mars samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Ágóðan av teirri veks- andi nýtsluni hevur ríkis- kassin fingið. Príslækking- in hevur havt við sær, at skeinkingarstøðini hava havt munandi meiri at gera. Tey hava tí verið noydd at seta fleiri fólk í arbeiði, og tað hevur givið tí almenna meiri í skatti. Stjórnin hev- ur víst aftur øllum tilmæl- um um at hækka avgjaldið aftur. Somu avleiðingar Í Noregi hevur verið upp á tal at lækka avgjøldini á rúsdrekka, men politikarar- nir aftra seg við at taka støðu til málið. Og teir gera rætt, sigur Ingeborg Ross- ow, sum arbeiðir á stovni- num Sirius, sum fæst við at kanna ávirkanina av rús- drekkanýtslu. -Eg rokni við, at avleið- ingarnar høvdu verið tær somu í Noregi sum í Finn- landi, sigur hon við Aften- posten. Ingeborg Rossow sigur, at norðmenn eru ógvuliga líkir finnlendingum, tá tað snýr seg um, hvussu fólk nýta rúsdrekka. Í báðum londunum eru tað nógv, sum drekka seg full, og tað er fylskapurin, sum elvir til tær óhepnu avleiðingarnar, sigur hon. Hon ivast heldur ikki í, at lækka prísirnir í Noregi, fara norðmenn at drekka meiri, enn teir gera nú. Bíligari brennivín gevur sjálvmorð og húsaófrið Í Finnlandi hevur bíligari brennivín elvt til nógv meiri harðskap, sjálvmorð og rúsdrekkakoyring Trygdarráðgevin hjá George W. Bush, for- seta sveik, tá ameri- kanska stjórnin um- røddi hópoyðingar- vápnini hjá Irak. USA Árni Joensen, fartekst@mail.dk George W. Bush, forseti, hevði alt ov stórt álit á trygdarráðgeva sínum, Condoleezza Rice, tá hann umhugsaði at leypa á Irak. Tað sigur David Kay, sum stóð á odda fyri teim- um amerikonsku vápnaeft- irlitsmonnunum, sum til fá- nýtis leitaðu eftir hópoyð- ingarvápnum í Irak í fjør. Kay fór frá í januar í ár, og tá segði hann seg vera vísan í, at Irak hevði hvørki kjarnorku-, lívfrøðilig ella evnafrøðilig vápn. Nú sigur David Kay, at Bush ráðførdi seg at kalla bara við Condoleezza Rice, tá hann umrøddi spurningin at leypa á Irak, og at hann hevði alt ov stórt álit á henni. Hann vil eisini vera við, at fregnartænastan CIA gjørdi eitt vánaligt arbeiði, tá hon kannaði viðurskiftini í Irak undan krígnum. Condoleezza Rice sveik Condoleezza Rice. Sambært David Kay hevði Bush, forseti, alt ov stórt álit á henni C M Y K 19 18