Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 01. februar 2016 · Nr. 13 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Farna vikuskiftið fer í søguna, sum eitt tað týdningarmiklasta vikuskiftið fyri føroyskan fótbólt. Eftir eina fjórðingsøld av framgongd í føroyskum fótbólti, sóu vit Jóan Símun Edmundsson blíva seldan, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu er á veg til eitt rumenskt stórfelag. Skiftini eru ein staðfesting av framgongdini í føroyskum fótbólti. Taka vit Jóan Símun Edmunddson fyrst, so hevði hann eitt ár eftir at sáttmálanum í Vejle, tá OB keypti hann leysan. Tað er ikki oftari enn so, at eitt útlendskt fótbóltsfelag keypir ein føroyskan fótbóltsspælara leysan frá einum øðrum felagið. Tað er eitt stórt álit at hava á spælaranum, sum tú keypir. Í stóran mun hava føroysk skiftið í útlandinum verið ókeypis skift, har fyrrverandi felagið einki fær fyri spælaran. Tí er signalvirðið í søluni av Jóan Símuni stórt fyri føroyskan fótbólt. Nú síggja vit at tað ber til, men eisini eitt signal til umheimin um, at føroyskir fótbóltsspælarar eru verdir at satsa uppá. Væntandi skiftið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu til Dinamo Bukarest er umboðar eisini framgongdina hjá okkum sum fótbóltsspælarar. Higartil hava vit fyri tað mesta havt spælarar í norðurlondum, men Dinamo Bukarest er eitt stig hægri. Rumenskur fótbóltur er á høgum stigi, og meðan eitt nú FCK stendur seg væl, so er rumenska landskappingin á hægri stigi enn eitt nú Superligan. Minnist meg rætt, so var Tódi Jónsson eina ferð á veg til Lille í Fraklandi, meðan eitt nú Óli Johannesen var og royndarvandi í Kina, men higartil hava ikki hvat spælaran, sum fylgdi dreyminum og endaði uttanfyri nærmastu londini. Súni Olsen kundi havt spælt í bestu deildini í Hollandi um aldarskiftið, men valdi at koma heim. Vit hava havt spælarar í feløgum sum Manchester City(Gunnar Nielsen og Christian Mouritsen), Arsenal(Ingi Højsted) og Everton(Jóhan Troest Davidsen), men tá hevur tað í størri mun verið talan um menningarpláss í feløgunum. Gunnar Nielsen fekk tó minuttir í Premier League. Eitt er tó púra vist, hetta er ein spennandi tíð fyri føroyskan fótbólt! Tvey týdningar­ mikil skifti fyri føroyskan fótbólt Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge KAJ LEO HELST TIL DINAMO BUKAREST Tróndur Arge Kaj Leo í Bartalsstovu er á veg til at blíva Dinamo Bukarest spælari. Tað váttaði umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu fyri In.fo leygardagin. – Vit hava tunguna mitt í munninum, men eru spentir upp á hvat felagið hevur at bjóða. Um alt gongur eftir ætlan, so verður hann vónandi Dinamo Bukarest spælari mánadagin(Í dag, blaðm), sigur Hans Jacob á Líknargøtu. Í skrivandi stund er skiftið ikki endaliga komið upp á pláss, men í gjárkvøldið segði Kaj Leo í Bartalsstovu við ÍtróttarSosialin, at tað er smálutir, ið skilja partarnar. Millum annað verður tosað um longdina á sáttmálanum, sum hvørtfall verður longri enn eitt ár. Kaj Leo í Bartalsstovu er í dag til læknakanning. 22.500,- um mánaðin Sambært sportnews. libertatea.ro, so hevur Dinamo Bukarest bjóðað Kaj Leo í Bartalsstovu 22.500 krónur um mánaðin. Hetta er tó óváttaði tíðindini, sum koma úr Rumenia. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kaj Leo er í Rumenia. Hann hevur spælt har við Víkingi í 2013, og var á bonkinum, tá Føroyar í fjør taptu 1-0. Avrikið, sum tó tykist hava skapt áhugan fyri føroyska vonginum, var tá Rumenia var í Føroyum í oktober í fjør. Í løtuni eru spælararnir hjá Dinamo Bukarest á Kypros í venjingarlegu, og koma aftur týsdagin. Dinamo Bukarest er helst næststørsta felagið í Rumenia, aftaná Steaua Bukarest. Dinamo liggur í løtuni á triðja plássi í rumensku landskappingini. Víkingur til Allsvenskuna Bárður Jógvansson Hansen skal í komandi viku royndar­ venja við Gefle, sum spælir í bestu deildini í Svøríki. Høgri bakkurin hevur seinnu árini arbeitt við at sleppa av landinum at spæla. Millum annað hevur hann verið upp á tal í føroyingafelagnum, Vendsyssel FF i næstbestu deildini í Danmark. Bárður skal við Gefle á venjingarlegu í Barcelona. Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá Víkingi seinnu árini. Gelfe var annars í Føroyum í 2010 og spældi móti NSÍ í Europa League. Tá vann svenska liðið 4-1 samanlagt. Gelfe bleiv í fjør nummar tíggju av 16 í Allsvenskuni. trondur@sosialurin.fo www.hb.fo: Jóannes Mouritsen, Børge B. Hansen, Ragnar Joensen og Bjarni Joensen stóðu fyri vali hesa ferð, og allir uttan Bjarni tóku við afturvali. Eingin varð valdur fyri Bjarna, so nú telur nevndin 7 limir www.b36.fo: Á Gran Canaria slepst helst undan, at venjingarnar verða darvaðar av kava og vátaslettingini, og hartil er hetta eitt upplagt høvi at samansjóva hópin undan kappingarbyrjan. www.nordlysid.fo: Fyrr í vikuni vann B36 6-0 á AB og meistararnir, ið vunnu FM í 2014 og 2015 uttan stórvegis trupulleikar, síggja ræðandi út í ár www.fsf.fo: Í sambandi við forsetavalið í FIFA, sum verður 26. februar, hevur FSF avgjørt at stuðla sveisarinum, Gianni Infantino HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: