mánadagur 1. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 01. februar 2016 · Nr. 13
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Gott nýggjár Kaj Leo.
Hvat var hæddarpunktið
í 2015?
Somuleiðis. Hæddarpunktið í 2015
var at fáa veruliga gjøgnumbrot
við landsliðinum.
Hvat er málið fyri 2016?
Málið er at fáa so nógva spælitíð
við
Dinamo
Bucharest
sum
møguligt, og mennast so nógv
sum gjørligt
Tú ert ávegis skifta
til Dinamo Bukarest,
hevði tú nakrantíð
hoyrt um felagið fyrr?
Eg havi ofta hoyrt um felagið,
vildi mett tey flestu fótbólts
áhugaðu kenna til Dinamo Buka
rest
Dugur tú nakað á
rumenskum?
Eg dugi ikki nakað sum helst á
rumenskum
Hvør er tín ítróttarliga
fyrimynd í løtuni)
Tað eru Lionel Messi og Neymar
í løtuni. Annars er Cristiano
Ronaldo ein eg havi lært nógv av
eisini.
Vikan ið fór
Jóan Símun Edmundsson velur
seldur til danska superliga-felagið
OB. Hann skiftir frá Vejle, sum
spælir í næstbestu deildini
Louis van Gaal, venjari hjá
Manchester United, avlýsur
tvær venjingar, eftir at liðið
tapur fyri Southampton. Arne
Ree Winthereig finnur kroysta
venjaran í Amsterdam, har
hann hevur vitjað familjuna
Eysturoyingur boðar frá, at
tíggjumannafarið verður mannað
til komandi kappingarár.
Talan er um fleiri royndar
og drúgvar rógvarar
FSF boðar frá, at Gianni Infantino
fær føroysku atkvøðuna
til forseta valið í FIFA
Norra kærur tapið í hálvfinaluni
móti Týskalndi í EM-
endaspælinum í hondbólti hjá
monnum, tí Týskland hevði
tveir málverjar á vøllinum í
senn. Seinni tóku norrmenn
kæruna aftur, tí brotið var
ikki dystaravgerandi
Suðuroyar Bóltfelag – SB –
er nýggja navnið hjá felags
ungdómsliðnum í fótbólti í suðri
...við ítróttinum
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
5 SKJÓTIR
Steven Gerrard er tann fyrsti
spælarin, sum eg veruliga hava
fylgt frá byrjan til enda. Tí var tað
við stórum áhuga, at eg setti við
nýggju bókini hjá nú fyrrverandi
liðskiparanum hjá Liverpool.
Bókin tekur útgangstøði í
kappingarárinum
2013/2014,
tá
Steven
Gerrard
glíður
á
málstrikuni, tá hann skal vinna
sítt fyrsta Premier League heiti.
Eitt
skal
maðurin
við
8-talinum á rygginum eiga, hann
fjalur ikki útyvir sín egna feil,
sum bleiv ímyndin av kiksaði
royndini hjá Liveprool at vinna
meistaraheitið.
Sum Liverpool viðhaldsmaður,
so rørir bókin við flestu av
økjunum, sum eg ynski at lesa
um. Eins og við fyrru bókini hjá
honum, sum kom út í 2006, so
megnar Steven Gerrard í bókini at
fáa mítt Liverpool hjarta at banka
við fullari ferð. Hann dregur teg
inn í lívið sum liðskipari hjá
Liverpool, fyri síðani at leita
aftur til hendingar, ið hava skapt
perfekta liðskiparan – sum als
ikki er perfektur. Tað gevur bókini
trúvirði.
Tað krevur tó sín mann – ella
kvinnu – at lesa bókina, um tú
heldur við Liverpool. Í bokini
greiðir hann frá hvussu hann
fór at gráta fyri fyrstu ferð í
fleiri ár, eftir at hann gleið móti
Chelsea. Eg fór næstan sjávur
eisin at gráta. Tað kundi verið so
perfekt, men Steven Gerrard er
ikki perfektur.
Bókin fær fimm av seks
stjørnum.
LES HANA UM: Tú ert Liverpool
fjeppari, sum hevur fylgt Steven
Gerrard ein part av vegnum
IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: Tú
hevur eitt ilt eyga á Liverpool, ella
er troyttur av Steven Gerrard
HVUSSU ER BÓKIN AT LESA:
Bókin er væl skrivað, og tað er
ein reyður tráður gjøgnum alla
bókina.
HVAT SIGUR TÚ? Tú skal nokk
halda við Liverpool og fylgja eitt
sindur við, áðrenn tú fær ágóðan
av bókini
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Steven Gerrard spælir í dag í LA Galaxy í USA. Hann er giftur Alex Curran og saman hava tey tríggjar gentur, Lexie, Lilly-Ella og Loudes Gerrard
Heini Hanusarson, VÍF, var alt annað enn nøgdur
við dømingina í steypadystinum móti KÍF
John Terry, liðskipari hjá Chelsea, boðar frá, at
hann ikki fær nýggjan sáttmála í felagnum
– Dómararnir brúka ein tíma um vikuna, meðan
vit brúka 20 tímar um vikuna upp á hondbólt
– Ongin spælari er størri enn felagið. Eg
kundi hugsað mær at hildið fram, men
felagið ynskir at royna okkurt nýtt
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Kaj Leo í Bartalsstovu
Aldur: 24
Ítróttur: Yrkisspælari í Dinamo
Bukarest(Rumenia)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvar er B36 á venjingarlegu?
2 Týskland vann EM í hondbólti, men hvussu eitur íslendski
venjarin hjá teimum?
3 Hvør vann Australian Open í tennis hjá monnum?
4 Jóan Símun Edmundsson hevur umboðað trý feløg í
donskum fótbólti, hvørji?
5 Amerikanskur fótbóltur: Hvussu eitur fyrrverandi
Miami Dolphins ”quarter-bakkurin”, sum gavst í 2000,
men eisini er kendur frá Jim Carry skemtifilminum ”Ace
Ventura”?
6 Hvørjari ítróttargrein kenna vit Kareem Abdul-Jabbar?
7 Hvørjum felagi skal Bárður J. Hansen royndarvenja við í
Svøríki?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Gran Canaria
2: Dagur Sigurðsson 3: Novak Djokovic
4: OB, Vejle og FC Fredericia 5: Dan Marino
6: Kurvabólti 7: Gefle 8: Sveinur Justinussen
Steven Gerrard: Mín søga