Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 01. februar 2016 · Nr. 13 ÍTRÓTTUR kapping­ini, kann ein steypa­ finala onkursvegna sigast at bjarga kappingárinum hjá hesum liðum. Grannauppgerð í høvuðsstaðnum Tann eina, kvinnuliga hálvfinalan verður ímillum Kyndil og Neistan. Júst hesi lið vóru tey, sum luttóku í steypafinaluni í fjør, men tann søgan fer so ikki at endurtaka seg í ár. Kyndil legði sterkt út í sínum fyrstu dystum, har VB og H71 vórðu bast við ávíkavist 10 og 23 málum. Undan síðsta bólkadystinum í gjár, sum var ímóti VÍF vóru kyndilskvinnur tó greiðar yvir, at teir vóru komnar víðari frammanundan. Hetta gjørdi kanska sítt til, at VÍF vann ein tryggan sigur á 28- 22 í høllini á Hálsi. Neistakvinnur hava bert spælt tveir dystir á leiðini mótvegis hálvfinalunum, tí at teirra bólkur bert taldi trý lið. Neistin vann dyst í Klaksvík ímóti Stjørnuni og í gjár kundi Neistin tryggja sær fremsta pláss í bólkinum, um liðið megnaði at vinna ímóti StÍF. Tað var tó StÍF, ið vann hendan dystin 25-21. Hetta er aðru ferð í hesum hondbóltskappingarárinum, at StÍF, ið liggur í tyngra endanum í landskappingini, vinnur á útivølli ímóti Neistanum.  Spurningurin er, um tað ikki eru neistakvinnur, ið eru glaðari um at skula spæla ímóti Kyndli, heldur enn umvent. Neistin hevur nevni­liga havt sera gott tak á Kyndli í seinastu dystun­um ímillum hesi liðini. Í lands­ kappingini hava liðini spælt tríggjar dystir sínamillum í hesum kappingarárinum, og hvørjaferð hevur Neistin vunnið. Eisini stóð Neistin eftir sum vinnari eftir bæði steypafinaluna og finalurnar í landskappingini í fjør. Tískil hava kyndils­ kvinnur okkurt at prógva í komandi hálvfinalunum. VÍF er favorittur Síðsta hálvfinalan er ímillum kvinnuliðini hjá StÍF og VÍF. Í landskappingini er StÍF á einum skirvisligum 5. plássi, men gongdin hevur øðr­vísi í lands­kappingini, har stranda­kvinnurnar hava vunnið báðar sínar bólkadystir ímóti ávíkavist Stjørnuni og Neistanum. Saman við Kyndli var VÍF greiður favorittur at koma víðari úr bólki 2. Tað blivu eisini hesi liðini, sum at enda spældu seg víðari, men VÍF hevði av álvara knívin á barkanum undan síðsta dysti í gjár. Sum væntað vunnu vestmenningar stór­ sigur á heimavølli ímóti H71, men síðani tapti VÍF sera óvæntað ímóti VB á heimavølli. Hetta merkti, at VÍF skuldi vinna ímóti Kyndli í gjár, um liðið ætlaði sær víðari. VÍF megnaði tó at greiða sín setning við at vinna trygt á Kyndli. Í landskappingini hevur VÍF 11 stig meir enn StÍF, og eisini hevur VÍF vunnið allar tryggjar innanhýsis dystirnar, ið eru blivnir spældir ímillum VÍF og StÍF hetta kappingarárið. Tískil má VÍF metast at vera favorittur. Um StÍF tó megnar at finna sama vinnarafrymilin, ið tykist at rigga so væl ímóti Neistanum, so veit ein ongantíð, hvat kann henda.  Men ein hvøkkur við, tá ið hugt verður eftir, hvør hevur skorað málini hjá H71. Maria Halsdóttir Weyhe hevur nevniliga skorað heili 30 av teimum 42 málunum hjá H71. Hetta merkir, at hon í løtuni er toppskjútti í steypakappingini hjá kvinnum - frammanfyri leikarar sum Marionnu Holm Jacobsen og Turið Arge Samuelsen hjá ávíkavist VÍF og Kyndli, sum vanliga teljast ímillum toppskjúttarnar í Hvonndeildini. Til dagliga spælir H71 hinvegin í 1. deild. Tað, sum tó í størstan mun er hugvekjandi viðvíkjandi avrikinum hjá Mariu er, at hon er ikki meira enn 15 ára gomul. At ein leikari, sum er 15 ár sleppur upp í part hjá teimum vaksnu er óvanligt, men at viðkomandi er toppskjútti ímillum slíkar royndar spælarar er fullkomiliga óhoyrt.  Hevði ikki væntað so góða gongd Maria lýsir seg sjálva sum ein leikara, ið hevur eitt gott skot og gott yvirblikk. Tó hevði hon kunnað hugsað sær at verið nakað kvikari og hægri. Spurd um, hvussu tað ber til, at hon hevur klárað seg so væl í steypakappingini, svarar hon soleiðis: – Liðið hjá okkum er mannað við ungum og óroyndum leikarum, og eg eri sloppin at spæla nógv. Í álopspartinum havi eg fingið møguleikan at gera nógvar atsóknir ímóti málinum. Millum annað at skjóta brotskøst. Maria hevði ikki væntað, at hon fór at skora so nógv mál, sum hon hevur gjørt. – Eg hevði als ikki kunnað ímyndað mær, at tað fór at ganga so væl hjá mær persónliga, sum tað hevur gjørt. Áðrenn steypakappingin byrjaði var tað torført at meta um, hvar vit vóru í mun til liðini í Hvonn-deildini, sum vit hava spælt ímóti. At ein so ungur leikari klárar seg somikið væl á blaðungum aldri førir ofta við sær, at tað skapar væntanir um, at leikarin kann koma langt við sínum evnum. Hvussu langt ætlar Maria Halsdóttir Weyhe at røkka sum hondbóltsleikari? – Mær dámar væl at venja og spæla hondbólt - síðani taki eg tað, sum tað kemur. Eg royni at njóta løtuna. Í løtuni fyllir hondbólturin nógv í mínum lívi, og eg havi tað stuttligt, tá ið eg spæli, sigur Maria Halsdóttir Weyhe at enda. 12 av teimum 30 málunum hjá Mariu eru skorað upp á brotskøst. Hon endar neyvan sum endaligur toppskjútti í steypakappingini, tí at leikararnir, ið eru í hølunum á henni, sum minst hava tvær hálvfinalur eftir at spæla í kappingini. Neistin-Team Klaksvík 33-21 (15-11) Neistin: Rói Berg Hansen 9, John í Innistovu 6, Andras Joensen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Torkil Hentze 3, Regin Petersen 2, Jugoslav Djumic 2, Sjúrður Thomasen 1 og Terji Mørk 1. Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Hanus Norðberg 4, Bogdan Florea 3, Jens Pauli Mohr 3, Beinir Johannesen 1 og Dánjal Kjærbo 1 StÍF-Kyndil 30-27 (15-12) KÍF-VÍF 27-23 (12-13) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Tony Weyhe 5, Andrias Nielsen 2, Fríði Weyhe 2, Teitur Joensen 2, Rúni Joensen 2, Ási Dam 2 og Rógvi Weyhe 1. VÍF: Filip Jojic 6, Nicklas Selvig 5, Áki Egilsnes 5, Hanus Christophersen 4, Julian Olsen 1, Andrias Eriksen 1 og Agnar Joensen 1 Neistin-StÍF 21-25 (15-15) Neistin: Marjun Danberg 7, Drós Ragnarsdóttir 4, Barbara Johannesen 2, Jacklin Durhuus 2, Eir Berg 2, Lilja Mohr 1, Nicoleta Hansen 1, Birita Wardum 1 og Brynja Høj 1. StÍF: Fríðrún Olsen 10, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Guðrið Poulsen 3, Bára Berthelsen 3 og Paula Høgnesen 1 VB-H71 29-18 (17-9) VB: Helga Kjærbo 7, Una Nolsøe 6, Gurið K. Mortensen 5, Ingrida Kuyodyte 4, Rúna M. Joensen 3, Danijela Mistric 2, Bára K. Mortensen 1 og Bjarta Hergeirsdóttir 1. H71: Maria Halsdóttir Weyhe 13, Durita Toftum Joensen 4 og Ása Krossteig Hansen 1 Kyndil-VÍF 22-28 (8-11) Kyndil: Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 4, Anna Brimnes 3, Gudrun Restorff 3, Irena Dam 2, Bára Krossteig Hansen 2, Súsanna Petersen 1 og Bjarta Johansen 1.  VÍF: Marianna Holm Jacobsen 10, Kathe Frederiksen 4, Beinta Sveinbjørnsdóttir 4, Agnas Olsen 4, Brynja Rógvadóttir 3, Daniella Joensen 2 og Ronja Johannesen 1 Heini Hanusarson var sera bersøgin, tá ið Tróndur Arge fekk orðið á hann eftir avgerandi dystin í bólki 2 fríggjakvøldið, sum KÍF vann 27-23. Hann var týðiliga argur um dómaraavrikið, og millum annað ákærdi hann dómararnar í Føroyum fyri ikki at nýta nóg nógva tíð upp á hondbóltsdómarayrkið. - Eg eri hamrandi troyttur av, at mann skal halda eina hond yvir teir fáu dómararnar, sum vit hava, tí at teir eru so fittir. Og um mann sigur tað, sum mann heldur, so rýma teir, og so hava vit ongar dómarar. Eg trúgvi ikki, at dómararnir brúka meira enn ein tíma upp á hetta her um vikuna. Vit leikarar brúka kanska 20, segði Heini Hanusarson millum annað. Eisini legði hann afturat: - Mangt havi eg upplivað í 20 ár, men hetta var botnurin av botninum. »Beinleiðis lygn« Formaðurin í dómara­felag­ num í føroyskum hondbólti, Karstin Joensen, var sjálvur til dystin í Kollafirði fríggja­ kvøldið, har hann var dómara­eyg­leið­ari. Hann heldur, at tað, sum Heini Hanusar­son førir fram, als ikki er í tráð við veru­leikan. – Nógv av tí, sum Heini sigur, er beinleiðis lygn. Millum annað sigur hann, at dómararnir brúka ein tíma upp á yrkið um vikuna, men so seint sum í síðstu viku vóru dómararnir á skeiði í meira enn fýra tímar. Eg kann vátta, at Dómarafelagið hevur latið eina kæru inn til aganevndina í HSF, sum vónandi verður tikin upp. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið, áðrenn nakar endaligur útskurður er komin burturúr kæruni, sigur Karstin Joensen í viðmerking við Sosialin. So er spurningurin, um hvøssu atfinningarnar hjá Heina Hanusarson fáa nakrar avleiðingar fyri hann. Thomas Juul Thomsen og Eyðun Samuelsen dømdu dystin fríggjakvøldið. DÓMARAFELAGIÐ KÆRIR HEINA HANUSARSON 15 ÁRA GAMAL TOPPSKJÚTTI Í STEYPAKAPPINGINI Beint eftir dystin ímillum VÍF og KÍF fríggjakvøldið var verjukempan hjá VÍF, Heini Hanusarson, alt annað enn nøgdur um dómaraavrikið.Í samrøðu við Rás2 fekk dómaraparið í dystinum í Kollafirði av at vita, men tað sleppur ikki at standa óátalað, sigur formaðurin í Dómarafelagnum í hondbólti  Hóast kvinnurnar hjá H71 hava tapt stórt í øllum teirra dystum í ársins steypakapping, so spælir fyribils toppskjúttin í steypakappingini hjá kvinnum við H71. Hon eitur Maria Halsdóttir Weyhe, og hon er bara 15 ár!Í sínum trimum dystum í bólki 2 í steypakappingini hevur kvinnuliðið hjá H71 skorað 42 mál. Tað merkir, at liðið í miðal hevur skorað 14 mál hvønn dyst, sum ikki er nakað at reypa av.