Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 01. februar 2016 · Nr. 13 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Eftir 21 spældar dystir og 1117 skot­in mál er greitt, hvørji fýra lið fara at taka lut í hálv­ final­un­um í steypa­ k a p p i n g ­ un­um hjá á­víka­vist monn­um og kvinn­um í føroysk­um hond­bólti. Hjá monn­ um spælir H71 ímóti KÍF, meðan Neistin og StÍF spæla í hinari hálv­finalu­ ni. Hjá kvinnun­um standa hálv­finalur­nar ímillum hesi liðini: StÍF-VÍF og Kyndil- Neistin. Allar hálv­ finalur­nar verða av­greiddar í hesari viku­ni, men í skriv­ andi løtu er ikki ásett heilt ná­greini­ liga, nær dystir­ nir blíva spæld­ir. Hálv­finalur­nar verða avgreiddir yvir tveir dystir. Tískil hevur hvørt lið ein heimadyst og ein útidyst. Klárar KÍF at koppa oddaliðnum? Felags fyri bæði H71 og KÍF er, at tey komu víðari við fimm stigum úr bólkum teirra. H71 legði út við at spæla javnleik ímóti StÍF í Hoyvíkshøllini. Eitt lið, sum hevur gott tak á hoyvíkingum. Í hesum kappingárinum er StÍF einasta liðið, ið hevur vunnið á H71 - hetta hendi í landskappingini hin 16. desember í fjør. Óivað eru hoyvíkingar glaðir fyri, at tað ikki er StÍF, sum teir skulu spæla ímóti í hálvfinaluni. Eftir javnleikin ímóti strand­ing­um vistu hoyvík­ ingar, at tað var alneyðugt at sigra ímóti Kyndli, sum eisini kom á vitjan í Hoyvíkshøllini. Hendan setninin megnaði H71 at greiða, og tí kundi liðið mestsum taka sær av løttum, tá ið seinasti bólkaspælsdysturin varð spældur farna mikukvøld – ímóti H71 2. Hendan dystin vann H71 trygt og endaði harvið á fimm stigum. KÍF var í stórum trupul­ leikum í fyrsta dystinum, tá ið Neistin var á vitjan í høllini í Kollafirði. Í seinastu løtu megnaðu kollfirðingar tó at bjarga sær eitt stig, sum skuldi vísa seg at blíva sera týdningarmikið. Eftir fyrsta vann KÍF á útivølli ímóti Team Klaksvík. Síðani var alt avgerandi dystur ímóti fríggjakvøldið í Kollafirði ímóti VÍF. Dystirnir ímillum KÍF og VÍF hava fingið eina nýggja dimensjón eftir umstrídda skiftið hjá Nicklas Selvig frá KÍF til VÍF. Síðani Selvig skifti hava liðini bæði spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, og báðu ferðirnar hevur KÍF staðið eftir sum sigursharri. Tað gjørdu kollfirðingar aftur fríggjakvøldið. Vegna sína greiðu oddastøðu í landskappingini man ongin ivi vera um, at H71 er favorittur at vinna seg í steypa­finalu­ na. Kollfirðingar skulu tó ikki undirmetast – serliga á heimavølli eru teir ringir at basa. Seinastu fimm ferðirnar (í bæði lands- og steypakapping) hevur KÍF ikki tapt á heimavølli. Tó var seinasta liðið, sum vann á útivølli ímóti KÍF, júst H71. Steypakappingin kann bjarga kappingarárinum Í landskappingini stendur ikki væl til hjá Neistanum, sum er næstaftast og uttan møguleika at røkka nøkrum finalu­plássi. Í so máta kemur tað óivað ógvuliga væl við hjá felagnum, at tað eydnaðist neistamonnum at vinna seg í hálvfinaluna.  Sum áður skrivað byrjaði Neistin við einum javnleiki í Kollafirði. Avgerandi fetið í hálvfinaluna bleiv síðani tikið, tá ið Neistin heldur óvæntað vann á útivølli ímóti VÍF. Longu undan seinasta dystinum í gjár var Neistin tryggjað eitt pláss í hálvfinaluni, men tó høvdu neistamenn fyrsta plássið í bólkinum at spæla fyri. Hetta plássið varð tryggjað við einum 12-máls sigri ímóti Team Klaksvík. StÍF hevur heldur ikki nakran stórvegis møguleika at røkka finalupláss í landskappingini. Liðið er tó vanliga eitt lið, ið stendur seg væl í steypakappingini. Eftir innleiðandi sigur ímóti H71 2 spældi StÍF javnleik ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Hálvfinaluplássið varð tryggjað leygardagin í høllini á Skála, tá ið Kyndil varð sent heim við ongum. Ilt er at meta um nakran favoritt í hesum dystinum. Gamaní er StÍF trý stig frammanfyri í landskappingini, men tað ger neyvan nakran mun í tveimum alt avgerandi hálv­ finalu­dystum. Neistamenn spældu seg í finaluna í fjør, har teir taptu tepurt, og teir ætla sær óivað í somu finalu aftur í ár.  Av tí, at liðini hava lítið og onki at spæla fyri í lands­ Nú er greitt hvørji átta lið skulu spæla hálvfinalur í steypakappingunum hjá ávíkavist monnum og kvinnum. Greitt verður frá gongdunum hjá liðunum higartil, og mett verður um, hvør stendur við betru kortunum á hondunum undan hálvfinalunum HÁLVFINALURNAR STANDA FYRI FRAMMAN Myndir: Álvur Haraldsen