Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 ÍTRÓTTUR tað í framtíðini, og vit fegn­ ast um, at teir báðir fram­ vegis fara at vera við til at fyri­reika hesar kappingar­ nar, veit Jan Herman Hansen at siga. Fleiri 10-mannafør Eftir at tað varð greitt, at FM vinnarin í fjør Klaks­ vík­ingur ikki fer at luttaka í kapp­róðrinum í summar, var vandi fyri, at tað bara fóru at vera bátar í høvuðs­staðar­ kommununi, sum fóru at lut­taka í kappingini millum 10-mannaførini í summar. Nú er tað greitt, at Eystur­ oyingur fer at bjóða seg fram í summar. Ein av royndu rógv­arunum, Jón Nónklett, boð­aði í síðstu viku frá hesum á facebook profili sínum. Hann er ein av fleiri, sum áður hava vunnið nógv við Eysturoyingi, og sum nú eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja róðrarárið. Tað hevur verið arbeitt við at manna bátin síðani á ólavsøku í fjør. Arbeiðið hev­ur snúð seg um at finna manningarligu røttu saman­ setingina og at gera bátin kláran av nýggjum. Talan er fyri tað mesta um rógvarar, sum hava nógvar royndir og sum hava vunnið nógv. Umframt Jón Nónklett eru so royndir rógvarar sum eitt nú Bogi Olsen, Hilmar Sam Lamhauge og Ludvík við Stein farnir undir fyri­ reik­ingarnar til nýggja róðrar­árið. Bogi Olsen er farin um tey fjøruti, og fleiri av hinum eru langt uppi í tredivi­num. Hetta er enn ein undir­strik­ ing av, at aldur er ikki nøkur forð­ing fyri at luttaka í kappróðri á hægsta stigi. Ludvík við Stein hevur seinnu árini verið góður við­ merkjari hjá útvarpinum, tá ið kappróður hevur verið á skránni. Tað verður hann ikki í ár. Hann og hinir favoritt­ ar­nir sita nú fleiri kvøld um vikuna í maskinunum í neyst­inum á Glyvrum. Teir hava vunnið FM við Eystur­ oy­ingi í 1998, 1999, 2002, 2003, 2005, 2007 og 2010, og teir fjala ikki, hvat tað nú snýr seg um: – Vit miðja eftir gullinum, og vónirnar eru bjartar, hóast tað eru fleiri, ið hava somu ætlanir sum vit. Rógvararnir vóna, at tað kring Skálafjørðin fer at verða tikið væl undir við manningini, og at stuðulin verður stórur í royndini at vinna enn eitt FM heiti í kappingini millum 10-manna­førini á fjørðin. Jón Nónklett leggur aftrat, at høvuðsendamálið er at syrgja fyri, at mentanin verð­ur endurreist, at ungir dreingir tráa eftir at rógva við 10-mannaførum, og har­ við at Eysturoyingur skal vera við í FM kappingini á hvørj­um ári. Drekin Reyði, Havnar­bát­ urin og Ormurin Langi vóru við í fjør, og tað vera teir aftur í ár. Tað liggur á ljóði, at Vestmenningur er um at vera mannaður. At tað hevur alstóran týdn­ing fyri eitt lokaløki, at 10-mannafarið, sum verð­ ur roknað at vera flagg­ skipið í róðrarflotanum, lut­tek­ur, sást væl í fjør, tá ið Klaksvíkingur var við og vann FM. Nógvir klaks­vík­ ing­ar og norðoy­ingar ferð­ að­ust kring landið og fylgdu við. Nú tað er greitt, at Eystur­ oyingur er mannaður, um­ boð­aði borgarstjórin í Runa­ víkar kommunu ivaleyst nógv kring Skálafjørðin, tá ið hann tók soleiðis til tann dagin, tá ið tað var greitt, at gula 10-mannafarið er mann­ að: – Dagurin er bjargaður og árið við. Vit hava bíðað í longra lagi eftir, at hesi tíð­ indi skuldu koma fram á torg. Tað er bara eitt at siga um hetta: Fantastiskt! Góða eydnu dreingir, var heilsan hjá Tórbirni Jacobsen. Tað ljóðar, at fleiri 8-manna­før og 6-mannafør, sum ikki vóru mannað í fjør, fara at taka lut í ár. Í fjør var kapp­ingin millum 6-manna­ førini við kvinnum um at detta niður fyri orsaka av lítl­ari luttøku. Soleiðis verð­ ur tað ikki í ár. FORMANS­ ATKVØÐAN VAR AVGERANDI Jóannes Hansen Í 2015 varð royndarár í kapp­róðrinum skilt á tann hátt, at allar báta­ stødd­irnar kapp­aðust á 1000 metrum. So skuldi eftir­metast og gerast av, hvørjir róðrarteinarnir skulu verða í framtíðini. Leygardagin hevði Róðrarsamband Føroya eykaaðalfund. Millum mál­ini á skránni var áset­ an av róðrarteinum. Eykaaðalfundurin sam­tykti, at róðrar­tein­ urin nú verður 1000 metr­ ar í øllum báta­stødd­um. Tó verður tað fram­vegis so­leið­is, at teinurin í barna­róðr­unum verður 500 metrar. Harvið er tað greitt, at reglurnar nú eru broytt­ ar soleiðis, at 10-manna­ førini ikki fara at rógva 2000 metra málið, og at 8-mannaførini og 6-manna­førini við monn­ um ikki fara at rógva 1500 metrar. Eykaaðalfundurin sam­tykti eisini, at nú skal ger­ast av, hvat klokkan hvør einstakur róður skal vera á stevnunum. Men tað leyp einki av hjá teimum, sum tóku und­ir við, at nú skal tað ikki kappast á 1500 og 2000 metrum. Formaðurin í Róðrar­ sam­bandi Føroya, Jan Herman Hansen, greiðir so­leiðis frá: – Sekstan feløg vóru um­boðað á fundinum, men hjá tí eina bar ikki til at at­kvøða, tí ásetingarnar geva ikki heimild at at­ kvøða við fulltrú. So var tað atkvøðan hjá Róðrar­ sam­bandinum. Tá ið tað varð atkvøtt um róðrarteinarnar, stóð tað á jøvnum. Átta vóru fyri, at tað skal kappast á øll­um teinunum, og átta at­kvøddu fyri, at allir bátar­nir skulu kapp­ast á túsund metrum. Áset­ ingar­nar siga, at tá ið tað stendur á jøvn­um, er atkvøðan hjá for­mann­ inum í Róðrarsam­band­ inum avgerandi. Tí varð tað samtykt at strika longru róðrarteinarnar, sigur Jan Herman Hansen. Jóansøku­ róðurin í juli FM í kappróðri fevnir um sjey kappingardagar. Higar­til hevur tað verið so­leiðis, at teir flestu kapp­ingar­dagarnir hava verið í juni mánað. Eitt nú var tað soleiðis í fjør, at tað var kappast á norð­ oya­stevnu leygar­dagin 6. juni, á sundalags­stevnu leygar­dagin 13. juni, á fjarða­stevnu leygardagin 20. juni og á jóansøku leyg­ar­dagin 27. juni. Nú verður hetta broytt soleiðis, at flestu kapp­ingardagarnir vera í juli mánað. Umframt ólav­søku­aftan 28. juli sigur skráin, at kapp­róð­ ur í juli mánað verð­ur á vestanstevnu í Sør­vági leygardagin 16. juli, á fjarða­stevnu í Vest­manna leygar­dagin 9. juli og á jóan­søku í Vági leygar­ dagin 2. juli. Higartil hevur kapp­ róðurin á jóansøku verið á jóansøku – 24. juni – ella fyrsta leygardagin eftir sjálva jóansøkuna. Nú er jóansøkustevnan flutt til fyrsta vikuskiftið í juli mánað. Í 2016 eru tríggir FM kappróðrardagar ásettir at vera í juni: leygardagin 4. juni á norðoyastevnu í Klaksvík, leygardagin 11. juni á sundalagsstevnu í Hvalvík og á eystanstevnu í Runavík leygardagin 18. juni. Tað stóð á jøvnum, tá ið tað leygardagin varð samtykt, at nú skal tað ikki rógvast á longru teinunum Sarita Hansen úr Miðvági