mánadagur 1. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Jóannes Hansen
Um tað verður roknað út
frá virkseminum, so kann
ikki annað sigast, enn at
heilsustøðan hjá kappróðr
inum er hampiliga góð. FM
kappróðrarárið er stutt – frá
mánaðarskiftinum mai/juni
tá ið tað verður kappast á
norðoyastevnu og fram til
á ólavsøku – men virksemið
eftir ólavsøku og út á heystið
og eisini í vetur aftur í vár
sigur, at nú er kappróður
vorðin heilársítrótt.
Leygardagin var eyka
aðalfundur
í
Róðrarsam
bandi Føroya. Tá boðaði
formaðurin
Jan
Herman
Hansen frá, at hann tekur
ikki við afturvali, tá ið aðal
fundurin verður leygardagin
2. apríl. Tað eru seks limir
í
starvsnevndini.
Tríggir
standa fyri vali á hvørjum
ári. Saman við formanninum
standa Paula Eikholm og
Súnhild Holm fyri vali hesa
ferð. Eisini tær báðar boðaðu
leygardagin frá, at tær taka
ikki við afturvali.
Poul John Æðustein hev
ur verið næstformaður í
fleiri ár. Hann boðaði leygar
dagin frá, at hann fer at siga
seg úr nevndini á ársaðal
fundinum, og tað ætlar kapp
ingarleiðarin Jakku Guttesen
eisini at gera.
Harvið er tað greitt, at
tann einasti í sitandi nevnd,
sum eisini verður nevndar
limur eftir ársaðalfundin, er
Kristian Eli Zachariassen.
– Fyrsta apríl verða tað
tíggju ár síðani, at eg tók
við sum formaður. Framm
anundan hevði eg verið
næstformaður í trý ár. Eg
eri framvegis ógvuliga áhug
aður í kappróðri, og tann
áhugan fer neyvan at fána.
Men eftir tíggju ár í for
manssessinum haldi eg, at
tíðin er komin at mynstra
av, og at nýggjar kreftir taka
stafettina, sigur Jan Herman
Hansen.
Hava tit nakað upplagt
formansevni?
– Tað hevur ligið í kort
unum, at kappingarleiðarin
Jakku Guttesen fór at verða
næsti formaður, men um
støðurnar hjá honum eru
soleiðis, at tað ber honum
ikki til at vera í nevndini. Í
fjør róði hann við Drekanum
Reyða, og tað fer hann at gera
aftur í ár, og so er hann farin
undir krevjandi útbúgving.
Og hvør verður so for
maður?
– Tað er ein góður spurn
ingur. Undan eykaaðalfund
inum leygardagin royndu
vit at lodda dýpið fyri at
finna evni til formanssessin
og hinar nevndarsessirnar,
men tað eydnaðist ikki. Vit
mugu staðfesta, at tað er ikki
gravgangur eftir at sleppa í
nevndina, men eg rokni við
og vóni, at tað undan aðal
fundinum um tveir mánaðir
fer at eydnast at finna fólk,
sum eru áhugað og sinnað í
at manna nevndina í Róðrar
sambandinum. Tað er spenn
andi arbeiði at vera í nevnd
ini í RSF, og tað er hugaligt,
at tað er stórt virksemi í
kappróðrinum.
Jan Herman Hansen lut
tók fyrstu ferð í kappróðri
í 1989. Tá var pápi hansara,
Hans Petur Hansen, for
maður í Kappróðrarfelag
num á Glyvrum. Síðani tók
eldri beiggi Jan Herman,
Sofus, við formanssessinum,
so tað liggur til familjuna at
luttaka og at taka við ábyrgd.
Nýggja virksemið
Tað vignaðist væl, tá ið før
oyskir rógvarar leygardagin
royndu seg í DM kappingini í
inniróðri, sum var í Gladsaxe.
Í heiðursmerkjum var úr
tøkan tvey gullmerki og eitt
silvurmerki, og so var tað
merkisvert, at tað eydnaðist
føroyskum rógvara at seta
danskt met.
Jógvan Sofus Vilhelmsen
vann gull í tungvekt bólk
inum fyri 30-39 ára gamlar.
Tíðin var 6.24.3.
Sverri Nielsen vann gull í
opna bólkinum og setti nýtt
danskt met í tíðini 5.51.6.
Hann er kendur í donskum
kappróðri. Hann rør fyri
danska landsliðið, og inntil
fyri stuttum var tað upp á
tal, at hann skuldi taka lut í
OL í Rio í august.
Brandur Kjølbro vann
silvur í bólkinum fyri dreing
ir 15 ár. Tíðin hjá Brandi var
6.52.00.
Um vikuskiftið megnaði
Bergur Robert Dam Jensen
at endurvinna silvurkrón
una í English indoor rowing
championship
á
2000
metrum í tíðini 7.29.5 og 500
metra spring í tíðini 1.41.5.
Og so eydnaðist tað Saritu
Hansen at endurvinna tvær
gullkrónur í English indoor
rowing championship á 2000
metrum í tíðini 7.29.5 og 500
metra spring í tíðini 1.41.5.
– Kappróðurin er á skrá
alt árið. Hesir rógvararnir,
sum nú vóru í Danmark,
hava vant síðani stutt eftir
ólavsøku, og saman við teim
um eru tað fleiri, sum sita í
maskinunum í feløgunum
kring landið, og onnur venja
heima við hús. Tað er ikki
neyðugt at hava serliga út
gerð og karmar burtursæð
frá maskinuni at rógva í,
sigur Jan Herman Hansen,
og so vísir hann á dømi um
hetta:
– Í mars mánað í fjør lut
tóku vit í HM í inniróðri
í Boston. Tá vann ein av
okkara rógvarum gull, so
tað verður spennandi, tá ið
vit í mars í ár aftur fara til
Boston. Pál Joensen vísti
okkum øllum, at tað ber til at
verða partur av heimselituni,
hóast umstøðurnar ikki eru
tær bestu. Tí hann vandi
leingi í lítla hylinum í Vági,
og tað forðaði honum ikki
í at røkka framúr góðum
úrslitum. Í fjør vann Dánjal
Martin Hofgaard gull í HM
í inniróðri. Tað gjørdi hann,
hóast hann vandi í kjallar
anum heima í Hvalba. Tá
vóru seks føroyskir lut
takarar í Boston, og tað er
spennandi, nú níggju føroy
ingar fyrireika seg til nýggja
HM
kapping,
sigur
Jan
Herman Hansen.
– Tað er Eskild Ebbesen,
sum er fleirfaldur gullvinnari
í OL rógving, og sum hevur
luttikið í føroyskum kapp
róðri, ið hevur lagt venjingar
skránna, sum rógvararnir
halda seg til. Eskild er við
hvørt í Føroyum og leggur
lag á, so tað verður lagt nógv
fyri, sigur RSF formaðurin.
Umframt Dánjal Martin
Hofgaard eru hinir rógvarar
nir hesir, sum 28. februar fara
yvir til USA: systkini Inga og
Kem Weihe úr Lamba, Bogi
Olsen av Glyvrum, Sarita
Hansen úr Miðvági og Jens
Kristian Dam, Tony Dam,
Jóhannis Olsen og Olaf
Vestergaard úr Havn.
Aldur er eingin forðing
fyri at rógva. Tað eru fleiri
veteranar
millum
teirra,
sum um ein mánað fara yvir
til Boston. Bogi Olsen er 42,
og superveteranurin Olaf
Vestergaard er 51 ár.
Heima á landi eru tríggjar
Grand Prix kappingar í inni
róðri, og so er tað stóri FM
dagurin, sum er í Skúlanum
á Løgmannabreyt miðskeiðis
í mars.
Fróði
Magnussen
og
Teitur Samuelsen tóku fyri
fáum árum síðani stig til
kappingina, sum teir nevndu
Ódnartøk. Tað hevur síðani
verið kappast í ódnartøkum
bæði undan norðoyastevnu
og eftir ólavsøku. Soleiðis
verður tað eisini í ár, og tað
tykist, sum henda kappingin
hevur vunnið hevd.
– Teir báðir stigtakararnir,
Fróði Magnussen og Teitur
Samuelsen, hava heitt á
Róðrarsambandið
um
at
taka við ábyrgdini fyri hesi
kappingini. Soleiðis verður
Men tað knípir at fáa fólk at manna nevndina í RSF,
har bara ein av nevndarlimunum heldur fram, tá ið
aðalfundurin hevur verið fyrst í apríl mánað
NÚ ER TAÐ
KAPPRÓÐUR
ALT ÁRIÐ
Brandur Kjølbro vann silvur í bólkinum fyri dreingir 15 ár.
Bergur Robert Dam Jensen at endurvinna silvurkrónuna
í English indoor rowing championship á 2000 metrum