mánadagur 1. februar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13
ÍTRÓTTUR
OV STÓRT AT SIGA NEI TIL
DINAMO
BUKAREST
STØRRI EFTIRSPURNINGUR
Tað sigur Kaj Leo í Bartalsstovu um tilboðið frá rumenska stórfelagnum, Dinamo Bukarest
Tróndur Arge
Tað er ein vika síðan, at Kaj
Leo í Bartalsstovu á fyrsta
sinni fekk at vita, at Dinamo
Bukarest
hevði
áhuga
í
honum. Í eina viku hevur
gøtumaðurin spentur bíða
eftir, at dreymurin hjá hon
um skal ganga út. Dreymurin
um at blíva yrkisspælari í
einum stórum útlendskum
felagið.
– Hjá mær er einki at
ivast í. Hetta er ov stórt at
siga nei til, sigur Kaj Leo í
Bartalsstovu.
Hetta havi eg bíða eftir
Fyri Kaj Leo í Bartalsstovu
er talan um ein dreym, sum
hann hevur elt í fleiri ár. 24
ára gamli gøtumaðurin hev
ur síðani 2014 roynt seg í
norskum fótbólti, har hann
hevur spælt við Levanger.
Sáttmálin bleiv ikki longdur,
og nú eitur liðið Dinamo
Bukarest.
– Eg havi verið ófatuliga
spentur. Hetta hevur verið
sum ein dreymur fyri meg,
og nú blívur dreymurin til
veruleika. Hetta er tað eg
havi bíðað eftir í so nógv ár,
sigur Kaj Leo í Bartalsstovu,
sum ikki hevur hugsað um
annað, síðani hann fyri eini
viku síðan fekk at vita, at
Dinamo Bukarest vil hava
ein gøtumann á liðið.
Í 2014 var føroyski lands
liðsspælarin fastur partur av
Levanger-liðnum, sum vann
sær uppflyting til næstbestu
deildina í Norra. Árið í fjør
bleiv tó ikki so gott, tí kviki
vongur slapp ikki upp í part,
nú Levanger var eitt botnlið
í eini hægri deild.
–
Kappingarárið
við
Levanger var skuffandi og
ørkymlandi. Eg havi í løtum
verið í kjallarinum, tí eg havi
kent meg eitt sindur illa við
farnan, men havi roynt at
verið positivur, sigur Kaj
Leo í Bartalsstovu, sum ikki
hevði væntað at vendin kom
so skjótt.
– Eg hevði fyririkað meg
upp á ein sáttmála við eitt
felag í næstbestu deildini í
Norra, men so kom hetta á
borðið. Eg hevði ikki væntað,
at tað fór at ganga so skjótt
at venda gongdini, sigur før
oyski
landsliðsspælarin
í
telefonini úr Bukarest.
Visti tað var seriøst
Tað kom púra óvart á før
oyska fótbóltsheimin, at ein
føroyskur
spælari
skuldi
enda í rumenskum fótbólti.
– Eg visti tað var seriøst,
tí vit hava havt dialog við
rumanar síðani landsdystin
á Tórsvølli. Vit hava vitað, at
tað kundi henda okkurt, men
vit vóru skeptiskir. Vit høvdu
tó ikki væntað, at tað var eitt
so stórt felag sum Dinamo,
sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
– Eg havi fingið at vita,
at venjarin hjá teimum fekk
nakrar spælarar at velja í
millum. Hann hevur so valt
meg. Tað merkir, at hann
hevur valt meg frammum
aðrar spælarar. Tað vigar eitt
sigur, sigur føroyski lands
liðsspælarin, sum tó roynur
at vera púra róligur.
– Eg og Hans Jacob hava
sjálvandi tosað nógv um
hetta seinastu dagarnar, tí
tað virkar so »svakligt«, men
vit royna ikki gera tað til
meiri enn tað er, sigur gøtu
maðurin.
Nú skal eg prógva meg
Kaj Leo í Bartalsstovu er
greiður yvir, at hann er ikki
komin á mál við skiftinum,
men at hetta bara er byrjan
in til eitt hart lív sum yrkis
spælari í eini fótbóltsment
an, sum er langt frá tí, ið vit
kenna í norðurlondum.
– Eg havi fyririkað meg
upp á, at tað er ein øðrvísi
mentalitetur, og at tú skalt
prógvað teg. Einasti mátin
at blíva accpeteraður er, at
prógva teg til venjing og
til dyst. Hetta er ikki tað
sama sum at vera í Gøtu hjá
mammu og babba, ella mill
um familju í Levanger, sigur
føroyski landsliðsspælarin
við einum brosi.
Bóltsterki vongurin ræð
ist als ikki, at hann møguliga
skal spæla frammanfyri upp
til 55 túsund villum áskoð
arum, tá grannauppgerð er
millum Dinamo og Steaua
Bukarest.
– Eg haldi at hetta er stórt,
men eg eri ikki bangin. Eg eri
bara spentur, tí hetta er tað
eg havi droymt um so leingi,
sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Hann leggur afturat, at
tað fyrsta hann hevur lagt
merki til, er hvussu nógv
áskoðararnir ganga upp í
grannauppgerðina.
– Fleiri rumenar hava
addað meg á sosialu miðl
unum, og hava skrivað til
mín. Tað er sjálvandi við
denti á Dinamo, men tað er
eisini við eini negativari við
merking um Steaua, greiðir
gøtumaðurin frá og leggur
aftur, at nógvur trafikkur
hevur verið á fartelefonini
síðani In.fo kunngjørdi tíð
indini.
– Tað er bara skeg og eg
má bara njóta tað, meðan eg
kann, sigur Kaj Leo í Bartals
stovu at enda.
Tey sum kenna Kaj Leo
í Bartalsstovu vita, at hetta
hevur altíð verið dreymurin
hjá honum. Hann hevur
ongantíð verið nær við at
koma aftur til Føroyar at
spæla, eftir at hann í 2014
fór til Norra at liva fótbólts
dreymin. Nú er líkt til, at
gøtumaðurin hevur tikið eitt
risa fet rætta vegin.
trondur@sosialurin.fo
Tað tók eina løtu, áðrenn
umboðsmaðurin hjá Kaj
Leo í Bartalsstovu, Hans
Jacob á Líknargøtu, heilt
skilti hvat bleiv sagt í hin
um endanum av fartele
fonini, tá tilboðið kom frá
Dinamo Bukarest.
– Eg mátti líka hugsa
í nøkur sekund, áðrenn
eg skilti hvat teir veru
liga søgdu, sigur umboðs
maðurin, ið sigur at tað er
felagið, sum hevur gingið
á odda í samráðingunum.
– Fyrr hevur tað verið
eg, sum kanska hava trýst
fyri at fáa ein sáttmála
ígjøgnum, men nú er tað
umvent, sigur Hans Jacob
á Líknargøtu, ið somuleiðis
heldur, at eftirspurning
urin eftir føroyskum spæl
arum er vaksin í seinast
uni.
– Teir seinastu dagarnir
vísa eina framgongd. Tað
kann ikki heilt samanber
ast við nakað, sum vit hava
upplivað fyrr, sigur Hans
Jacob á Líknargøtu, og vís
ur til at OB fríggjadagin
keypti
Jóan
Símun
Edmundsson frá Vejle.
Sambandið
millum
Kaj Leo í Bartalsstovu og
Dinamo Bukarest er eitt
úrslit av, at ein rumensk
ur talentleitari fekk eyga
á føroyska landsliðsspæl
aran, eftir at Rumenia
spældi móti Føroyum á
Tórsvølli í fjør.
– Eg fekk so ein fyri
spurning, um vit vóru
áhugaðir í einum skifti til
Dinamo Bukarest. Síðani
kom felagið í myndina,
greiðir
Hans
Jacob
á
Líknargøtu frá.
Dinamo Bukarest er saman
við grannafelagnum, Steaua
Bukarest,
søguríkasta
felagið í Rumenia. Dinamo
hevur
vunnið
rumenska
meistaraheitið ikki færri enn
18 ferðir. Í 1983 bleiv felagið
tað fyrsta í rumenskari søgu,
at koma í Champions League
finaluna.
Liðið spælir til daglig á
Dinamo leikvøllinum, sum
hevur pláss fyri 15 túsund
áskoðarum,
men
ávísir
dystir verða spælir á tjóða
leikvøllinum, sum tekur 55
túsund áskoðarar.
Liðið liggur í løtuni á
triðja plássi í bestu deildini í
Rumenia. Í fjør endaði liðið á
sjeynda plássi.
trondur@sosialurin.fo