Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. februar 2016 · Nr. 13 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR HEVUR ALLA TÍÐINA VERIÐ MÁLSETNINGURIN Jóan Símun Edmundsson, sum fríggjadagin skrivaði ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála við OB í bestu donsku deildini, sigur í samrøðu við Sosialin, at málsetningurin hjá honum við donskum fótbólti alla tíðina hevur verið at spæla í bestu donsku deildini André Olsen Tað kom heldur óvæntað, tá tað fríggjadagin bórust tíð­ indi um, at Vejle Boldklub hevði selt føroyska lands­ liðs­profilin, Jóan Símun Edmunds­son, til OB í bestu donsku deildini. Tað var heimasíðan hjá OB sum boðaði frá, at felagið hevði gjørt ein tvey og eitt hálvt ára sáttmálan við før­ oyska landsliðsleikarin, sum teir altso høvdu keypt leysan úr Vejle. Ofta plaga leysasøgur at ganga áðrenn at føroyskir lands­liðsleikarar gera spæl­ ara­skiftir uttanlands, men hendan flytingin kom heilt óvart á flestu fótbólts­áhug­ aðu føroyingar. Superligan hevur alla tíðina verið málið Men fyri fólk sum kenna Jóan Símun Edmundsson væl, kom skiftið ikki óvart á. Jóan Símun Edmundsson hevur alla tíðina havt mál­ setn­ing um, at hann skal spæla í bestu donsku deildini, og var tað eisini tað sum dró Jóan Símun Edmundsson av­stað úr Effo-deildini niður til Vejle í næstbestu donsku deild­ini fyri gott og væl ein­ um ári síðani. – Eg fái nú møguleikan til at blíva partur av einum Super­liga hópi, og tað var eis­ ini mítt heilt stóra mál, tá eg skifti tilveruna í Føroyum og HB út, fyri at blíva fulltíðar fót­bóltsspælari aftur. Hetta skifti hevur tí nógv at siga fyri meg, tí nú sleppi eg at royna meg av á hægsta stig­ ið í Danmark, sigur Jóan Símun. Vildi royna hægri støðið Tá Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen stutt undan jólum vitjaðu studio á Rás 2, rørdi Jóan Símun Edmunds­son uppundir at hann hevði størri málsetn­ ing­ar enn at spæla við Vejle í næst­bestu deildini, og kundi tað tí tulkast sum um at hann var eitt sindur ómotiver­aður at fara niður aftur at spæla við Vejle, ístaðin­fyri at fara víðari til eitt størri felag. Jóan Símun Edmundsson sigur tó, at hann ongantíð hevur verið ómotiveraður at fara niður til Vejle aftur. – Eg minnist meg ikki at hava sagt at eg ikki havi følt meg motiveraðan til at spæla við Vejle í næstbestu deild­ini. Tað sum eg nokk havi sagt, er at eg alla tíðina havi stremba eftir at koma so langt sum til ber, og at um nakar møguleiki var fyri at spæla á einum hægri støðið, so vildi eg gjarna sleppa at royna tað. Ræður um at taka av At enda sigur Jóan Símun Edmundsson, at hann higar­ til er follin væl til í nýggja felag­num, og at fyrsti mál­ setn­ingurin í nýggja felag­ num, er at fáa so nógva spæli­tíð sum gjørligt. – Tað er øgiliga hørð kapp­ ing um plássini, so tað ræður um at vera klárur og at taka av teimum møgu­leik­unum sum man fær. Tí er mál­setn­ ing­urin í løtuni avgjørt at fáa so nógva spælitíð sum gjør­ligt, og helst innan alt ov leingi at spæla fast á liðnum. – Higartil hava venjingar­ nar hjá mær gingið fínt við nýggja felagnum, og eg havi kent meg væl móttiknan av mínum nýggju viðleikarum, so eg kann ikki seta fingurin á nakað, sigur Jóan Símun Edmundsson. Tað er ikki upplýst hvussu nógvar pengar OB hevur goldið til Vejle Boldklub fyri før­oyska landsliðsleikaran. andre@sosialurin.fo Jóan Símun Edmunds­son