Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNGDÓMSTING INNRÁS Í LØGTING Ung úr øllum landinum hava seinastu tveir dagarnar verið til arbeiðis í Løgtinginum. Enda­málið var at geva ungdóminum innlit, men eisini politikkarar hava fingið nakað burturúr Birgith Lassen Meðalaldurin í Løgtinginum er 51 ár. Edmund Joensen er aldurspresidentur við sín­ um 72 árum, meðan Jónleif Johansen er yngsti lim­ur. Hann er 38 ár. Tað kann vera ein trupulleiki, at vit ikki hava umboð fyri yngra ættar­liðið, heldur gransk­ arin, Firouz Gaini. – Tey ungu eru ein stórur partur av okkara samfelagi, og tey umboða ymisk sjónar­ mið og virði, sum politikk­ arar ikki geva sær far um. Um vit skulu hava eitt ordi­ ligt fólkaræði, er tað øgiliga umráðandi at taka tey upp í, tá vit taka polit­iskar av­ gerðir, sigur Firouz Gaini, sum hevur gransk­að ung­ dóms­mentan­ina í Føroy­um. Raðfesta ikki ungdómin Hóast Firouz Gaini heldur, at tað er umráðandi at fáa tey ungu upp í, má hann ásanna, at tey ungu ikki í nóg stóran mun verða tikin í álvara. – Tá vit ikki hava nakran politikkara at umboða ung­ dómin, er tað skjótt at ung­ dóms­mál verða gloymd. Upp á tann mátan kann man siga, at tey ungu ikki verða rað­ fest nóg høgt, heldur Firouz Gaini. Granskarin heldur, at Ung­dómstingið er eitt gott stig á leiðini, men vil mæla til, at vit í framtíðini gera meira fyri at fáa tey ungu upp í. Tøl: Logting.fo Firouz Gaini, granskari Mynd: setrid.fo Ung verða ikki tikin í álvara VOXPOP: SKULU UNG FYLLA MEIR Í POLITIKKI? Helma Maria Muller 17 ár, Tórshavn – Ja. Politikkararnir kundu gjørt meiri fyri at fingið okkum ungu upp í. Men eg haldi, at tað longu verður gjørt nakað við hendan trupulleikan í mun til í gomlum døgum. Maria Dahl 41 ár, Hoyvík – Tað er gott at vaksin fólk við vitan og royndum fylla mest í politikki, men eg kenni nógv ung sum eru sera vitandi, og eg haldi heilt sikkurt, at vit kundu gjørt meiri rúm fyri teimum ungu við vitan og royndum. John Ellefsen 72 ár, Argir – Tey ungu í dag eru ofta for óvitandi og líka­ sæl. Men kunnu vit fáa góð, ung fólk at stilla upp, kundu vit fingið at vita, hvat rørir seg millum tey ungu – og tað hevði dámt mær væl. Myndir: Birgith Lassen Birgith Lassen Tey 33 løgtingsfólkini sum dag­liga stjórna okkara landi, hava havt frí seinastu tveir dagar­nar. Løgtingsformaður, Páll á Reynatúgvu hevði nevn­iliga bjóðað 33 fólka­ skúla­næm­ingum at royna seg sum politikkarar. – Eg vóni, at næmingarnir síggja, at teirra hugskot kunnu gerast til veruleika. Enda­málið er jú at kveikja áhug­an fyri politikki longu á ung­um aldri, sigur Páll á Reyna­túgvu. Men Løgtingsformaðurin sigur, at eisini politikkarir fáa nakað burturúr vitjan­ini. Nakrar ferðir eru politikk­ arar farnir víðari við hug­ skot­unum hjá næming­ unum. Nøgdir luttakarar Hóast fyrireikingarnar hava verið drúgvar, og nervarnir ver­ið nógvir, heldur ein av teim­um 33 næmingunum, at tað hevur verið alt stríðið vert. – Eg eri glaður fyri hesa upp­livingina, og eg havi fingið nógv burturúr. Eg kundi enntá kanska funnið uppá at farið upp í politikk seinni, sigur 15-ára gamli Róar Mørkøre Hansen úr Skúla­num á Fløtum. Hesar tveir dagarnar Róar hevur sitið í Løgtinginum, hevur hann roynt at lagt eitt uppskot fram, felt og sam­tykt uppskot hjá øðrum, og eisini hevur hann gjørt nevndar­arbeiði saman við hin­um næmingunum. Hetta var 6. ferð, at Ung­ dóms­ting varð hildið, og tað vóru næmingar úr Vágs Skúla, Eysturskúlanum, Hoy­vík­ar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X sum mann­aðu Ungdómstingið, og tey við­gjørdu millum ann­að val­rætt, rúsdrekka­lóg, fostur­tøku og undir­sjóvar­ tunnil. birgith@sosialurin.fo Fólkaskúlanæmingar royna seg hesar dagarnar í Løgtinginum. Eitt neyðugt átak, heldur granskari, Firouz Gaini