týsdagur 2. februar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
UNGDÓMSTING
INUM
Birgith Lassen
Henrik Old er ikki samdur,
tá Firouz Gaini sigur, at
tey ungu ikki verða raðfest
nóg høgt. Henrik Old vil
heldur vísa á tað arbeiðið,
sum kommunurnar gera
fyri børn og ung. Hann
nevnir ítróttarhallir, skúl
ar og ungdómstiltøk, og
hann vísur eisini á, at Tórs
havnar Kommuna biður
ung koma við uppskotum
og viðmerkingum til ung
dómsmál.
Í 2014 stovnaði Tórs
havnar
Kommuna
eitt
ungdómsráð, sum arbeiður
saman við býráðnum.
Fimm ung fólk millum
14 og 22 ár skuldu manna
Ungdómsráðið, og øll í
kommununi millum 14 og
22 ár kundu velja eitt um
boð. Men bara 19% fóru á
val.
Henrik Old heldur, at
tey ungu sjálvi eiga ein
part av skyldini, um tey
kenna seg yvirsædd, tí tey
í størri mun kundu lofta
møguleikunum fyri ávirk
an. Men hann skilir tey
væl.
Tá eg var 17 ár hevði eg
eiheldur ikki tíð at hugsa
um samfelagslig mál, tí eg
var upptikin av at sigla
og vera ungur, sigur land
stýrismaðurin og leggur
afturat, at hann ikki vil
mæla teimum ungu til at
hugsa um politikk nú.
Tey hava ovmikið at
taka sær til, og lívið er so
nógv annað enn politikkur.
Eg vóni, at tey ungu hugsa
um at skapa sær eitt gott
lív, heldur enn at ganga
upp í politikk og samfelag,
sigur Henrik Old, sum á
ungum
døgum
sjálvur
silgdi úti og fyrst seinni í
lívinum fann áhugan fyri
politikki.
birgith@sosialurin.fo
Henrik Old heldur, at tey ungu sjálvi eiga ein
part av skyldini, um tey kenna seg yvirsædd.
Tó hevur hann ein greiðan boðskap til ungdómin
Frá Old til ungdómin:
Ikki hugsa politikk
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndir: Álvur Haraldsen
ALDUR Í LØGTINGINUM
Meðalaldur á løgtingslimunum: 51 ár
Yngsti: Jónleif Johansen 38 ár
Elsti: Edmund Joensen 72 ár
Yngst at taka sæti nakrantíð:
Kristina Clementsen, varafólk: 19 ár