Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 10 Sosialurin SPELL AT EINGIN HUGSAÐU UM OKKUM HVALATELJING Áki Bertholdsen – Tað var nú spell, at eingin hugsaði um okkum! Bjarni Mikkelsen, lív­ frøð­ingur á Náttúru­gripa­ savn­inum, harmast um, at grindin, sum varð funnin við Glyvursnes í gjár, slapp at fara, uttan víðari. Hann kundi nevniliga ógvuliga fegin hugsað sær at hann slapp at merkja hana. – Tað er ongin sum veit, um tað hevði eydnast at rikið hana til lands, og merkt hana, men tað var stórt spell, at ikki so frægt sum at ein roynd varð gjørd, sigur hann. – Handan grindin var so lítil, at tað var ikki mett at vera ómakin vert at halda henni til, og sostatt hevði tað verið frálíkt at sloppið at merkt hana, tí so hevði ongin mist nakað við tað, at hon hevði verið merkt. Hevur stóran týdning Lívfrøðingurin sigur, at tey leggja nevniliga stóran dent á at sleppa at merkja fleiri grindir. – Vit hava útvega okkum sendarar til at merkja tríggj­ ar ella fýra grindir, so tað er bara at siga frá. Hann sigur, at í hesum tíðum verður stórur dentur lagdur á at fáa greiði á, hvussu nógv er til at grinda­ hvali, og um talan er um ein stóran, felagsstovn fyri alt Norður- og Land­nyrð­ings­ atlantshav, ella um talan er um staðbundan stovn, sum heldur til rundan um Før­ oyar. Bjarni Mikkelsen stað­ fest­ir, at tað hevur alstóran týdn­ing fyri, hvussu burð­ ar­dygt, føroyska grinda­ dráp­ið er. Er talan um ein stóran felags stovn, eru sann­líkindini fyri, at grinda­ drápið er burðardygt, nógv størri enn um talan er um ein staðbundnan stovn, sum heldur til rundan um Før­ oyar. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit fáa fleiri grind­ir at merkja – og tað skal helst vera hesi tvey næstu árini, sigur Bjarni Mikkel­sen. – Vit ætla at sleppa at merkja so nógvar grindir sum gjørligt hesi bæði næstu árini, tí so høvdu vit fingið eitt álítandi yvirlit yvir út­ reiðsluna. Gylt høvi Bjarni Mikkelsen vísir á, at tey hava fimm ferðir áður merkt grindir, og hóast tað er ov tíðliga at koma til eina endaliga niðurstøðu, benda merkingarnar higatil á, at grindahvalur ferðast víða, og at talan er um ein fe­lags­ stovn. Tí hevði tað verið eitt gylt høvi at fingið eina grind sum tað í gjár, sum ikki skuldi haldast til kortini. Hann sigur, at merk­ing­ arnar eru mest álítandi mát­ in at vita, hvussu grinda­ hvalur ferðast, og um talan er um ein felags stovn, ella ikki. – Eitt er at fáa kunnleika um vøkstur, nøring og deyð­ leiki, men tað hevur av­ gerandi týdning eisini at fáa kunnleika til út­breiðsl­una, sigur lívfrøð­ingurin. – At síggja, hvussu langt, hvalur ferðast, er eitt bein­ leiðis prógv fyri, hvussu út­ breiðslan er, tí lítið er at ivast í, at hvalurin parast, hvar hann so er staddur, leggur hann afturat. Metið er 130 dagar Tað er ymiskt, hvussu leingi sendararnar halda. Teir, sum hildu longst, hildu í 133 dagar, og sendararnir á seinasta grindini, sum varð merkt, hildu í 112 dagar. Men hesa tíðina ferðaðist grindin rættiliga víða, og tá ið seinasti sendarin slóknaði, var grindin stødd einar 100 fjórðingar norðan fyri Azorurnar, á veg vestur ímóti Atlantsrygginum. Sostatt eydnaðist hendan merkingin sera væl, leggur hann afturat. Bjarni Mikkelsen sigur, at stóra avbjóðingin hevur verið at fáa sendararnar at halda. -Tað vísir seg, at hvalir í grindini, bíta antennurnar av sendarunum á teimum merktu hvalunum, sigur hann. Hann sigur, at tí verða ymsar snildir royndar fyri at fáa sendararnar at halda longri, eitt nú við at fjala antennuna so væl, sum gjørligt og at styrkja hana, sum best. -Tað vísir seg at vera ringt at fáa sendarnar at halda longri enn í einar fimm mánaðir, men dreymurin er at fáa sendararnar at halda í eitt ár, sigur hann. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit fáa fleiri grindir at merkja – Tað hevur alstóran týdning, at vit sleppa at merkja so nógvar grindir, sum gjørligt, hesi bæði næstu árini, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, sum hevur sendarar til fleiri grindir, til reiðar