Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað verður ikki fyribils, at úrslitið av stóru hvala­telj­ ingini seinasta summar, verð­ur greitt. Tað sigur Bjarni Mikkel­ sen, lívfrøðingur á Náttúru­ gripasavninum. Hvalateljingin í fjør er tann mest umfatandi, sum er gjørd. Síðsta summar varð Høgi­ klettur leigaður at telja hval, og í fimm vikur taldu átta eygleiðarar frá Náttúru­ gripa­savninum hval undir Før­oy­um, og altjóða sjógvi í ein útsynning úr Føroyum. Tilsamans sigldu tey 3.192 fjórðingar, har tey kannaðu hval og á ferðini vórðu 16 hvala­sløg skrásett. Grind var at síggja um alt kanningarøkið, og fyri­bils verður mett, at meira var at síggja hesiferð enn und­an­ farnu tvær teljingar­nar. Sum nakað nýtt var eitt ómannað flogfar nýtt at filma bólkar av grind við. Endamálið við tí var at eft­ir­meta neyvleika hjá eyg­leið­aranum at meta um stødd­ina á grindabólkum. Hetta var sættu ferð, hval­ ur varð taldur, og teljingin hesa ferð var eitt samstarv ímillum limalondini í Norður­atlantisku hvalaveiði­ nevndi, NAMMCO, sum eru Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar, og øll hesi skipaðu fyri hvalateljingum í egnum og altjóða sjóøki. Men Bjarni Mikkelsen sigur, at nú verður arbeitt við at greina úrslitið. Men fyrst skal bíðast eftir, at ong­lend­ ingar eru lidnir at telja hval vestanfyri Írland og Skot­ land, og við Rokkin. Men Bjarni Mikkelsen sig­ur, at tað eru nakrar heilt greiðar mannagongdir, sum skulu fylgjast, áðrenn úr­ slitið verður góðkent og al­ manna­kunngjørt. Hann sigur, at higartil hev­ur verið arbeitt við at út­ greina teljingina fyri ymisk onnur hvalasløg enn grind. Og tað er ikki fyrrenn nú, at farið verður undur arbeiðið at útgreina teljingina av grinda­hvali. Men úrslitið skal við­ger­ ast í arbeiðsbólkum undir NAMMCO og teir skulu eis­ ini góðkenna úrslitið. Teir arbeiðsbólkarnir hava ikki fundir so ofta, so tað verður neyvan fyri seint í ár, at nakað úrslit fyriliggur. – Tað er ein tilgongd, sum er drúgv, har ein stórur ar­ beiðs­bólkur skal skipast at ganga alt tilfarið ígjøgnum, og tá ið úrslitið fyriliggur, skal tað verða eitt úrslit, sum heldur í eini 10 ár, sigur hann. Hann sigur, at nú Sea Shepherd hevði sett kik­ ar­an á Føroyar, varð strongt á at fáa úrslitið av grindahvalateljingini greitt, sum skjótast, men nú er er ágangurin frá felags­skap­ inum linkaður aftur, so hann heldur, at hóast úrslitið ikki kemur fyrrenn seinni í ár, er skaðin avmarkaður. Nú skulu summi fáa bíligari streym frá SEV Tey húski, sum leggja um til grøna orku, skulu nú fáa bíligari streym frá SEV enn tey, sum hava oljufýr Onki úrslit enn HVALATELJING Áki Bertholdsen Nú skal tað bera til hjá summ­um at fáa bíligari streym frá SEV, enn hvat onn­ur fáa streymin fyri. Tað er endamálið við einum uppskoti, Sirið Sten­ berg, landsstýriskvinna í orku­málum, nú fer at leggja fyri Løgtingið. Endamálið er at skunda undir ætlanin at fáa føroy­ ingar at leggja um frá at brúka olju og bensin, til at brúka elorku, sum í størri mun skal útvegast frá var­ andi orkukeldum. Tí vil Sirið Stenberg nú hava Løgtingið at sam­ tykkja, at hon skal fáa heim­ild til at seta ymiskar el­prísir, alt eftir um fólk brúka olju og bensin til at hita hús og til bilar, ella um tey brúka elorku. 900 um árið Sirið Stenberg sigur í upp­ skotinum, at politiska mál­ið er, at um 10 ár skal minst helvtin av øllum set­ húsum og bygningum verða hitað við grønari orku. Og samstundis skulu allir almennir nýbygningar hit­ ast við grønari orku. Harafturat skal ein ætl­ an leggjast fyri, hvussu eldri bygningar kunnu spara orku. – Tað eru eini 18.000 oljufýr í Føroyum. Hinvegin eru tað eini 1.000 hús, sum fáa fjarhita og onnur 1.000 hús hava jarðhita, ella hita­ pumpu. Samgongan hevur sett sær fyri at 900 húsarhald skulu leggja um til grønan hita um árið næstu 10 árini. Sirið Stenberg ásannar, at tað er dýrari at fáa sær grøna orku, enn tað er at fáa sær oljufýr, men tað verður vunnið innaftur við bíligari rakstri. – Eini 93% av føroysku orkunýtsluni er úr olju, og seinastu árini hevur inn­ flutningurin av olju ligið um 220.000 tons um árið, og tað hevur kostað okkum yvir eina milliardupphædd um árið. – Sostatt eru Føroyar sera heftar at olju og hetta er ein stór fíggjarlig byrða, sum eisini fær avleiðingar fyri handilsjavnan. Landsstýriskvinnan vísir á, at eini 30% av oljuni, vit brúka, verður brúkt at hita hús og bygningar við. Tí er ætlanin nú, fram­ yvir skulu tey, ið hita bú­ staðin fyri elorku, og til løða bilar, kunna keypa el, bíligari enn tey, sum brúka olju. Hóast streymurin verður bíligari, fara fleiri fólk at brúka streym, og sostatt fara inntøkurnar hjá SEV at hækka, sigur Sirið Stenberg. Tað eru ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast, áðrenn úrslitið fyriliggur Vit ætla at sleppa at merkja so nógvar grindir sum gjørligt Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur