týsdagur 2. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fie Friedrichsen, sum vit í hesi
greinini velja at rópa Fía, vann
fyrra hálvleik og er avgjørd um, at
hon eisini vil vinna hin seinna.
Hon veit eisini, hvat tað krevur
at halda vekttapið við líka. Tað er
kanska ein enn harðari dystur, sum
krevur fokus, vilja og stýring gjøg
num alt lívið.
Men, Fía hon er so glað fyri sítt
nýggja lív, at hon er avgjørd um, at
eisini henda dystin vil hon vinna.
– Tað er hvønn dag ein avbjóðing
at halda við líka eitt vekttap, og
onkuntíð føli eg, at tað er ein ov
harður dystur at køva kensluligu
tráanina eftir mati.
Fía sigur, at tá hon hevur tað
soleiðis, setir hon tingini í perspek
tiv.
– Tað geri eg við at hyggja eftir
teimum 227 sentimetra longu arr
unum, eg havi á kroppinum eftir
skurðviðgerðir fyri leysa húð, og
eg hugsi eisini um, hvussu nógv eg
havi stríðst fyri, at mín lívslangi
dreymur gjørdist veruleiki.
Hon hugsar eisini um allar teir
upp- og niðurtúrar, hon hevur verið
ígjøgnum, og um hvussu ringt hon
hevði tað, tá hon vigaði 140 kilo.
– Tí eti eg sjálvandi sum heild
skilagott og venji tað, eg skal,
sjálvt um eg onkuntíð ikki geri alt
optimalt. Men, eg rætti altíð upp
á tingini aftur og minni meg á at
halda fast um alt tað góða, sum eg
havi givið mær sjálvari. Alt hetta
skal virðissetast og verjast.
Tá hon vigaði 140 kilo, føldi hon
javnan, at kroppur hennara stóð
í vegin fyri eini rúgvu av tingum,
sum hon gjarna vildi í lívinum. Men,
soleiðis hevur Fía tað ikki longur.
– Eg eri vorðin meira djørv
sosialt, hóast eg onkuntíð ivist í
mínum egnu evnum og onkuntíð
føli meg ikki at røkka til í ymiskum
samanhangi. Eg havi tó lært, at tað
einki nyttar at royna at sleppa sær
undan.
Einki »quick-fixes«
Enn kann tað ávirka Fíu, at
hon onkuntíð situr við nøkrum
bronglaðum hugsanum um seg
sjálva og heldur, at fólk kanska ikki
dáma hana.
– Men, alt hetta er tó vorðið
betri, sum tíðin er liðin, og mín
nýggi lívsstílur situr nú so væl í
ryggrásini, at tey góðu og frísku
valini fella mær lættari.
Tó veit Fía, sum nú eisini hevur
skrivað eina bók um sín bardaga
móti fitini, at hon noyðist at ansa
betri eftir enn onnur, tí hon er jú
ikki fullvís í, at hon fer at megna at
halda fast um sína vekt.
Hennars mál er at sleppa at
arbeiða sum føðsluráðgevi og ráð
gevi í vekttapi.
Ráðini hjá Fíu til tín, sum gjarna
vil halda vektina, eru:
»Viðurkenn, at tað ikki er nøkur
løtt loysn ella »quick-fixes«, men at
hetta er hart arbeiði…”
– Minst til at hava høvdið við
tær. Eitt vekttap er í stóran mun
eisini ein sálarlig ferð. Hevur tú
vigað ov nógv alt títt lív, er yvir
vektin vorðin ein partur av tínum
identiteti og hugsunarhátti. Hetta
kann vera tað truplasta at bróta.
Tí sigur Fía Friedrichsen:
– Lat teg ikki stressa og ver krit
isk yvirfyri lýsingum um at tapa
teg 5 kilo eftir 5 vikum, sum vit
altíð vera bumbað við. Tað skal vera
stuttligt at venja. Tú kanst dansa,
fara til styrkivenjing og fáa tær ein
persónligan venjara í eina tíð.
Bókin, sum Fía hevur skrivað,
kallast á donskum »Fede Fie«.
»Eg geri tað sjálv...«
Í 2011 vigaði tá 19 ára gamla, Fía
Friedrichsen úr Frederikssund, 140
kilo. Hon var tunglynt, fongd við
ótta, og hennara sjálvvirði var einki.
Tvey ár seinni hevði hon hál
verað sína vekt og vigaði einans 70
kilo.
Fía greiddi tá frá, hvussu hon
hevði uppfunnið sína egnu heilsu
bót, og søgan um hana fór kring
Skandinavia.
Tað var læknin hjá henni, sum
gav Fíu tað veruliga skumpið at
taka seg saman.
– Tú ert 19 ára gomul, og helvtin
av tínari kropsvekt er fiti. Títt BMI
er omanfyri 47, og støðan hjá tær er
lívshóttandi.
Læknin skeyt upp at fremja eina
fiti-skurðviðgerð, men tá hugsaði
Fía Friedrichsen:
– Nei, tað verður ikki. Eg geri tað
sjálv...!
www.helse.dk
Ætlar tú at tapa teg í vekt, noyðist tú at viðurkenna, at eingin løtt loysn er, ei heldur
nakað »quick-fixes«. Hetta er hart arbeiði, sigur unga danska kvinnan, Fía Friedrichsen,
sum 19 ára gomul vigaði heili 140 kilo, men sum nú vigar helvtina minni
Yvirvekt kann gerast
tín identitetur
HEILSA
Rørsla og klænkikostur
Tú kanst ikki renna ella ganga teg til eitt vekttap. Eitt heilsugott vekttap røkkur tú best við at samantvinna tað at eta heilsugott og røra teg. Ein
kanning, almannakunngjørd í New England Journal of Medicine, vísir, at besta vápnið móti fiti, er at samantvinna salat og renniskógvar. Kanningin
bygdi á 107 fólk, 65 ár og eldri, sum vórðu býtt upp í bólkar, ein rørslubólk, ein bólk við klænkikosti - og so ein bólk, har luttakararnir bæði brúktu
rørslu og klænkikost fyri at klænka seg. Ikki óvæntað var tað hesin seinasti bólkurin, sum hevði nógv tað besta úrslitið við einum vekttapi á 10 kilo
eftir einum ári. Haraftrat vóru tey í hesum bólki betri fyri og sterkari likamliga, eins og tey høvdu eitt hægri treystital og eina sterkari beinagrind.
www.helse.dk
Fía Friedrichsen hevur tapt helvtina av sínari kropsvekt – úr 140 kilo niður í 70 kilo. – Eitt vekttap er í stóran mun eisini ein sálarlig ferð, sigur hon