týsdagur 2. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Seinastu dagarnar hevur
Tórsgøta í Havn verið á trem
ur við børnum í øllum aldri.
Orsøkin er, at eitt serstakt
tiltak
er
í
Reinsarínum
hvønn dag klokkan 10 og 14.
Tey lítlu fara oman í Tórs
gøtu til tað, sum ivaleyst
mong vaksin ongantíð hava
upplivað – tey fara til opera.
Herfinnur
Árnafjall,
Jákup Veyhe, Kim Hansen og
Jensina Olsen eru tey, sum
manna bólkin Van Der Graff,
sum stendur fyri hesum
serstaka tiltaki. Tað byrjaði á
G! festivalinum í fjørsumm
ar, og síðani er operaleikurin
fluttur inn í Reinsaríið.
Mamma Knút stríðist við
at fáa lítla Knút at fara út
at spæla. Men Knút vil ikki,
tí hann vil heldur spæla við
sín teldil.
– Tey flestu børnini kenna
hesa konfliktina. Hetta við,
at foreldrini vilja hava tey út,
men tey vilja heldur spæla
teldil, sigur Jákup Veyhe.
Og tað er samskifti mill
um mammuna, abban og lítla
Knút, sum leikurin byggir á.
– Nógv í leikinum snýr seg
um tað rokilsi, sum stendist
at hesari ósemju, leggur
Herfinnur Árnafjall aftrat.
Í teldlinum spælir Knút
spøl, har hann skal fanga
fiskar, fuglar og onnur djór,
og tá Knút umsíðir fer út
at spæla, líkist tað ikki sørt
spølunum á teldlinum.
– Vit merkja væl, at børn
heilt niður í trý ára aldurin
kenna til hesa støðuna, sigur
Jákup Veyhe.
Børnini spæla við
Operaleikurin er skipaður so,
at børnini eru ein partur av
leikinum. Leikararnir spyrja
tey um eitt hvørt og inn
draga tey javnan í leikin.
– Tað merkir eisini leikin.
Vit hava eina fasta søgu sum
grundarlag, men kortini er
rúmd fyri nógvari improvisa
tión. Onkuntíð syngja vit
meir, onkuntíð minni. Og
summar tíðir taka vit heilt
aðrar sangir við í leikin,
um vit uppliva, at børnini
fegin vilja tað, siga teir báðir
Jákup Veyhe og Herfinnur
Árnafjall.
Higartil hevur undirtøkan
verið góð, og húsið hevur
verið á tremur at kalla
hvørjaferð. Bogi Andreassen,
leiðari í Reinsarínum vísur á,
at operaleikurin skal síggjast
um eina royndarverkætlan.
– Vit hava leingi viljað
fingið lív í Reinsaríið um
dagin, og samstundis skapt
eitt hvørt góðskukent tiltak
til børn. Og higartil mugu
vit siga, at undirtøkan og
afturmeldingarar
hava
verið sera góðar, sigur Bogi
Andreassen.
Sum nú er, stendur leik
urin til at takka fyri seg um
eina viku ella so, men endalig
avgerð er ikki tikin um tað
enn. Leygardagin eru einastu
almennu
sýningarnar
av
leikinum á skránni klokkan
13.00 og 15.00 – annars eru
hinar
sýningarnar
fyri
ymiskar dagstovnar, frítíðar
skúlar og líknandi, sum hava
umbiðið pláss.
– Vónandi kunnu vit
halda fram við enn fleiri
sýningum,
sigur
Bogi
Andreassen at enda.
barbara@sosialurin.fo
KNÚT TÍMIR IKKI
ÚT FRÁ TELDLINUM
– Operaleikurin byggir á søguna um lítla Knút, sum ikki tímir út, tí hann bara spælir við teldil. Tað er tragi
komiskt at síggja, at øll børn kenna seg aftur í tí støðuni – eisini tey trý ára gomlu, sigur teir báðir Jákup Veyhe
og Herfinnur Árnafjall, sum saman við Jensinu Olsen og Kim Hansen bjóða børnum inn til operaleik í Reinsarínum
BARNAOPERA
Eitt serstakt barnaopera tiltak er í Reinsarínum hvønn dag klokkan 10.00 og 14.00
Myndir: Álvur Haraldsen