týsdagur 2. februar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. februar 2016 · Nr. 14
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
– Munurin á at sita í Løgtinginum
og so í einum landsstýrissessi er
óemtaliga stórur. Tingfólk hava
sjálvandi stóra ábyrgd, men sum
landsstýriskvinna merki eg ábyrgd
ina hvønn dag.
Eyðgunn Samuelsen, 56 ára
gamla landsstýriskvinan við al
mannamálum, er sera eyðmjúk í
sínum starvi og mótvegis teimum
uppgávum, sum hon hevur sum
ovasti fyrisitingarligi leiðarin á al
mannaøkinum.
– Eg má ognantíð gloyma, at tað
eru menniskju og mannalagnur,
sum vit hava við at gera. Hvørja
ferð vit taka eina avgerð í ráðnum,
so ávirkar tað beinanvegin ger
andisdagin hjá summum fólkum,
sigur hon.
Eyðgunn Samuelsen hevur áður
arbeitt í almennu fyrisitingini. Í
eini trý ár var hon deildarleiðari í
mentamálaráðnum.
–
Royndirnar
haðani
geva
mær sjálvandi eitt innlit í manna
gongdirnar í almennu skipanini.
Tað kemur væl við, men hóast tað
so havi eg nógv, sum eg noyðist at
seta meg inní, sigur hon.
Trý høvuðsmál at
taka sær av
Landsstýriskvinnan við almanna
málum sigur, at hon hevur trý høv
uðsøkir, sum hon leggur stóra orku
í.
Fyri tað fyrsta eru tað børn í
Føroyum. Her er talan um børn,
sum eru fyri harðskapi ella eru mis
nýtt á onkran hátt, umframt børn,
sum eru veik og treingja til hjálp av
onkrum slag.
Sosialt hevur landsstýriskvinn
an eisini ábyrgd av øllum teimum,
sum ikki klára seg sjálvi í sam
felagnum. Talan kann vera um per
sónar ella familjur, sum á onkran
hátt ikki megna at hava tamarhald
á egnum lívi.
Hetta kann koma av sjúku ella
øðrum ávúm, men hetta eru fólk,
sum samfelagið skal taka sær av.
Triðja stóra økið, sum lands
stýriskvinnan eisini setir nógv inn
á fyri at loysa, er pensjónsspurn
ingurin.
Eitt mál, sum hevur veirð til
viðgerðar leingi, men sum endalig
loysn ikki er funnin á enn. Her er
talan um at tryggja aldurdómin hjá
okkum øllum, men her er eisini ein
spurningur um at tryggja haldføri
í føroyska búskapinum uppá langt
sikt.
Nógv brøv
Tað er ongin loyna, at fyri árum
síðani var tað soleiðis, at tað bar til
hjá borarunum at seta seg beinleiðis
í samband við landsstýrisfólk,
skuldi eitt persónsmál loysast.
Soleiðis er tað als ikki í dag.
Nú ber sjálvandi til at skriva til
landsstýriskvinnuna við almanna
málum, men hjá henni ber ikki til at
leggja seg útí persónsmál.
– Nei, tað kunnu vit als ikki. Fólk
kunnu skriva til mín og tá spyrji eg
ofta um eg skal senda skrivið víðari
til ráðið, tí annars ber ikki til at
gera nakað við tað, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Landsstýriskvinnan sigur, at
tað sjálvandi er ringt at vita hjá
fólki, at tað sjáldan ber til at broyta
reglur og lógir fyri at loysa einstøk
persónsmál.
– Viðhvørt er neyðugt at gera
lógarbroytingar, men tað gerst
sjálvandi ikki uttan at lógaruppskot
ella uppskot til broytingar er gjørt
og at málið so fer í Løgtingið. Tað
tekur tíð og kann ikki gerast her og
nú, sigur hon.
Eitt tað besta dømi um hvussu
torførar slíkar broytingar eru at
gera, er málið um børn hjá familjum
í fáfærkraváða.
Tá núverandi samgonga sat í
andstøðu helt hon, at hetta var eitt
mál sum kundi loysast í skundi.
Nú vísir tað seg, at hetta hevur
tikið nógv meira enn hálvt ár og
enn er málið ikki endaliga loyst.
– Nei, tí tað er soleiðis, at fer
ein at gera broytignar, so er nógv
annað, sum eisini fylgir við. Og
eitt sum hevur alstóran týdning
er, at vit ikki gera hovsa-loysnir,
men loysnir, sum eru kjøfestar í tí
rættartrygd, sum vit eiga at hava
í okkara samfelag, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Hon leggur afturat, at tað er nógv
lættari hjá hjálparfelagsskapum at
gera broytingar, sum kunnu setast
skjótt í gildi. Sjálvandi arbeiða hes
ir felagsskapir innan nakrar lógar
karmar, men í almennu skipanini
ber ikki til at gjalda pening út,
uttan so at heimild er í hesum í
onkrari lóg.
– Tí taka allar broytingar tíð.
Alt skal hóska saman og sum sagt,
so skal rættartrygdin altíð setast
ovast, sigur landsstýriskvinnan.
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, er eitt av teimum nýggju
landsstýrisfólkunum, sum eisini merkir stóru ábyrgdina
MELDURIN
Eyðgunn Samuelsen
STÓR ÁBYRGD MEN
TIL BER AT GERA
STÓRAN MUN